Øll, sum eta bomm, eru ikki sirkushestar

7 December 2009
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

Eg skrivaði soleiðis: ”mun til í Danmark og í flest øllum øðrum framkomnum londum kanst tú sambært revsilóg verða fongslaður, um tú arbeiðir ímóti landsins fullveldi, men í Føroyum er øðrvísið: arbeiðir tú ímóti føroyskum fullveldi, kanst tú rokna við at fáa riddarakross.”

Ikki eitt orð um, at tey eru landasvíkjarar, sum hava tikið ímóti riddarakrossi. Men eg sigi, at tú kanst rokna við at fáa riddarakross, um tú arbeiðir ímóti føroyskum fullveldi.
Um onkur definerar tey sum landasvíkjarar, sum arbeiða ímóti fullveldi, so skal tað standa fyri teirra egnu rokning. Tað fari eg so ikki at gera, tí tað vildi verið í stríð við mína egnu meining.


Eg kenni nógv skilafólk sum hava uppiborið heiðurligt rós og æru fyri teirra stríð á so mongum mótum. Hendan heilsan kann verða í form av heilsanum, gávum, falkum, riddarakrossum og mongum øðrum. Ávísar gávur eru meira formaliseraðar og meira statsligar enn aðrar t.d. falkar og riddarakrossar.


Meini heldur ikki at tað verður grundgivið formelt fyri, hví tú móttekur ein riddarakross.
Fleiri, sum hava móttikið slíkar gávur, veit eg, hvørki hava verið politisk virkin, heldur ikki tá ið tað snýr sum um stríðið fyri ella ímóti fullveldi. Tey hava hinvegin víst góða og drúgva tænastu á heilt øðrum økjum: .t.d í kirkju, samkomu, í vinnuligum høpi, í sjálvbodnum virksemi osfr.


Eg kenni enntá onkrar vinnulívsmenn sum, um vit fingu fullveldi, høvdu verið ein av súlunum undir einum vælferðar fullveldi. Og teir hava móttikið riddarakross. Hesir hava ongantið, mær vitandi, arbeitt hvørki fyri ella ímóti fullveldi. Teir eru ”bara” nakrir av katalysatorunum í tí føroyska samfelagnum.


Men tá tað er sagt, so veit eg eisini, at tað eru tey, sum í form av síni trúgvu tænastu fyri ríkisfelagsskapinum hava ognað sær slíka æru. Meðan tú ikki fært í boðið ein slíkan til æru fyri fullveldisstríðið.


Um ein sirkushestur fær bomm afturfyri, hvørja ferð hann hevur gjørt okkurt kynstur, so merkir tað ikki, at øll sum eta bomm eru sirkushestar.


Annita á Fríðriksmørk