Góðu floksfelagar.
Niðurteljingin er av álvara byrjað.
Valið var 29. oktober 2011, og eru 29 mánaðar nú farnir síðan tá. Eftir eru í mesta lagi 19 mánaðar.
Dagurin tá Tjóðveldi tekur aftur við landsins leiðslu nærkast.
“Okkara tíð” er nær.
Alarmerandi avrikslistin hjá samgonguni verður nú ikki nógv longri. Ein listi, ið verður til ein enduruppbyggingar-lista hjá nýggju samgonguni, ið kemur til.
Hesin listi er longu langur. Tá vit taka við landsins leiðslu, seta vit nýggja kós har vit fara:
Frá avtøku av Landsbankanum – til endurstovan av Tjóðbanka Føroya.
Frá flatskattaskipan – til samhaldsfasta skattaskipan.
Frá at tøma Búskapargrunn Føroyar – til at nýta Búskapargrunn Føroya til amboð at lata serinntøkur í, og at javna serinntøkur yvir konjukturar og ættarlið.
Frá 100% fløtum pensjónsskatti við inngjald – til progressivan pensjónsskatt við útgjald, har rindað verður eftir førimuni.
Frá serlógum fyri útvald – til rættartrygd fyri øll.
Frá avmarking av almennum innliti – til fult gjøgnumskygni.
Frá undirgravan av áliti á landsins leiðslu – til uppreisn av álitinum á landsins leiðslu.
Tað verður sostatt eitt stórt upptak eftir hesa samgongu – men eitt neyðugt upptak.
Tí vit vilja eina heilt aðra leið fyri alt fólkið í Føroyum.
Vit vilja byggja land.
VAKSANDI GJÁIR
Ongin ivi er um, at gjáirnar í Føroyum eru millum vakrastu náttúrufyribrigdini. Hetta sæst kring allar Føroyar. Gjáir eru tó eisini vandamiklar, og skapa eina stóra frástøðu millum tvey øki, har ómøguligt nærum er at koma tvørturum.
Samgongupolitikkurin hevur skapt søguliga stórar gjáir, ið ikki prýða føroyska samfelagið. Gjáir:
• Millum láglønt og hálønt. Hálønt hava fingið 5-7.000 kr. í skattalætta um mánaðin, meðan láglønt hava fingið eina skattarokning, serliga vegna søguligu høgu pensjónsskattahækkingina.
• Millum tey, ið longu hava vinnurættindi, og tey, ið ynskja at koma inn í vinnuna.
M.a. við at halda fast í verandi fiskivinnuskipan, har alsamt færri eiga alsamt meira.
• Millum kommunur og land. Við í fleiri umførum at minka um inntøkurnar hjá kommununum, og leggja nýggjar útreiðslur á kommunurnar, uttan at neyðuga fíggingin fylgir við.
• Millum tað almenna og privata. Við eitt nú aftur og aftur at hótta við, at privatisera grundleggjandi almenn virðir og tænastur – landsjørð, SSL og eldrarøkt.
• Millum samgongu og andstøðu. Við støðugt at nokta fyri breiðum semjum og samstarvi, eitt nú um skattaskipan, pensjónsmálið og eldraøkið.
• Millum fólkið og politisku skipanina. Við átøkum og arbeiðslagi, ið hevur undirgravað álitið og trúvirðið hjá politisku skipanini.
Ongantíð er førdur ein politikkur, sum í so stóran mun skapar gjáir og spjaðir.
Undir hesum býr ein grundleggjandi hugburður hjá samgonguni um, at “vit hava valdið” og so øll onnur annars siga og gera akkurát tað tey hava hug til.
Tá vit koma í landsins leiðslu, vilja vit byggja brýr – heldur enn skapa gjáir.
Vit vilja savna – heldur enn spjaða.
Tí vit vilja byggja land.
FÓLKAATKVØÐU NÚ
“Eg velji Føroyar”. Hetta er átakið, har hópurin av føroyingum siga sína søgu um, hví júst tey hava valt Føroyar. Hetta er eitt frálíkt átak. Men tað stendur somuleiðis í stórari andsøgn við, at fólkið í Føroyum í veruleikanum ikki sleppur at “velja Føroyar”.
Hví sleppur fólkið í Føroyum ikki til orðanna? Ræðast politisku flokkarnir fólkið ?
Fólkaræði merkir, at fólkið ræður. Men tað er týðiligt, at politiska skipanin í Føroyum hevur vent hesum á høvdið, tí tað tykist sum hon ræðist fólkið og fólksins hugsan.
Í Skotlandi sleppur fólkið til orðanna – 18. september.
Í Catalonia sleppur fólkið vónandi til orðanna – í nærmastu framtíð.
Men í Føroyum sleppur fólkið ikki til orðanna – hví ?
Serstakliga løgið er tað, at meirilutin av umboðunum á Løgtingi umboða flokkar, sum í stevnu síni siga seg vilja virka fyri einum sjálvstøðugum Føroyum. Men hóast hetta hava vit mest sambandssinnaða politikk nakrantíð. Ríkisveitingin er hækkað munandi. Landsbankin er avtikin. Búskapargrunnurin er tømdur. Framtíðar pensjónsskattainntøkur verða brúktar her og nú - og nú er eisini Virðisbrævamarknaður Føroya avtikin.
Sigur okkum so mikið, at Tjóðveldi kemur longur á fullveldisleið saman við andstøðuflokkunum – Javnaðarflokkinum og Framsókn – enn saman við samgonguflokkunum, sum í verki hava víst seg vera mest sambandssinnaðu flokkarnir nakrantíð.
TOLIN TRÍVST
Í dag eru vit øll vágafólk. Tí í dag er árliga floksting Tjóðveldis her í Vágunum.
Eins og Vágarnar eru bindiliðið millum Føroyar og útheimin tá umræður flogferðslu, so er ongin ivi um, at føroyskt fullveldi vil verða bindiliðið og atgongumerkið til, at Føroyar fáa javnbjóðis samband og samstarv við allan heim.
Meðan ríkisfelagsskapurin skerjir okkara frælsi og møguleikar – so vil fullveldi og samstarv á jøvnum føti geva okkum frælsi og lata dyr upp. Tí er tjóðveldið Føroyar lykilin til framgongd og eitt ríkari land og fólk. Hetta vita vit – og hetta vistu og valdu føroyingar eisini í 1946 – og enn bíða vit.
Tjóðveldisfólk mugu vera tolnasta fólk í heiminum. Tey, ið vóru fødd í 1946 eru nú fólkapensjónistar – og enn bíða vit.
Og varð ætlanin hjá fullveldissamgonguni sett í verk, vórðu Føroyar skipaðar sum sjálvstøðugt land á Ólavsøku 2012 – men enn bíða vit.
Men sagt verður, at “tolin trívst” – og vit fara eisini at røkka málinum.
SAMGONGAN FREMUR “KOSTA HVAT TAÐ KOSTA VIL” POLITIKK
Vit koma tó tíverri at bíða eitt sindur enn. Tí verandi samgonga fremur ein sambandssinnaðan og høgravendan politikk – “kosta, hvat tað kosta vil”.
Málið um Skálafjarðatunnilin var bara eitt dømi av mongum. Toppurin á ísfjallinum.
Tað, ið eyðkennir arbeiðslagið í fleiri stórmálum hevur verið:
1. Alt ov grunn fyrireiking
2. Niðurgerð av fakkunnleika
3. Skúgva hoyringspartar til viks
4. Málini tæna ikki heildini, men útvaldum
5. Stuttskygd áhugamál verða røkt
6. Trýsta mál ígjøgnum Løgtingið - í veruleikanum er tað minnilutin, ið ræður
Listin yvir mál, ið uppfylla hetta er sera langur. Eitt nú privati skálafjarðatunnilin, forskatting av pensjón, flatskatturin, pensjónsskattahækkingin, serlóg sum avtók hoyringsfreistir vegna einstakt mál, og avtøka av landsbankanum.
Øll mál, ið hava skapt ótryggleika og máað undan vælferð, rættartrygd og sjálvbjarni Føroya.
SKEIVUR BÚSKAPARPOLITIKKUR
Ábyrgdarleysi fíggjarpolitikkurin er tó tann, ið fær “prísin”.
Hóast føroyski búskapurin als ikki er raktur serliga hart av fíggjarkreppuni, og hóast:
• At vit hava fingið søguliga stórt meirvirði frá pelagiska tilfeinginum – fleiri mia. kr. Bara makrelurin hevur eitt virði á helst minst 1,5 mia. kr.
• At alivinnan hevur søguliga góð úrslit – bert eina fyritøkan avlop á yvir 700 mió. kr..
• At rentustøðið er søguliga lágt – altjóða og í Føroyum.
• At arbeiðsloysið er lágt.
• At søguliga stórir skattalættar eru latnir – landið 330 mió. kr. í flatskattalætta og stóru kommunurnar lækkað kommunuskattin.
Ja, so megnar samgongan ikki at fremja ein búskapar- og fíggjarpolitikk, ið gevur munandi framgongd og vendir halli til yvirskot.
Tað alarmerandi er, at hóast samgongan hevur tikið inn 252 mió. kr. (mett í 2014) í forskattaðum pensjónum, og 170 mió. kr. (mett í 2014) í tilfeingisskatti - tvs. 422 mió. kr. í nýggjum inntøkum, so hevur samgongan hækkað hallið á hvørjum ári síðan hon tók við. Í 2011 áðrenn henda samgongan tók við, vóru 88 mió. kr. í tilfeingisinntøkum. Verður hædd tikin fyri hesum, so eru nú í minsta lagi 334 mió. kr. í nýggjum inntøkum, ið als ikki vóru tá henda samgongan tók við.
Hóast hetta er hallið hjá landinum vaksið síðan samgongan tók við - bæði 2012 og í 2013. Eisini í 2014 væntast endaliga hallið at gerast 300-400 mió. kr.
Hevði samgongan ikki bókað framtíðar pensjónsskatt nú, og økt tilfeingisinntøkurnar, so hevði hallið í 2014 verið 6-700 mió. kr. í mun til eitt hall á 322 mió. kr í 2011, áðrenn henda samgongan tók við.
Samgongan brennur ljósið báðum endum, við bæði at minka landsskattainntøkurnar í dag og at brúka framtíðar pensjónsskattainntøkur - og allíkavæl veksur hallið. Hetta er alarmerandi.
Og hildið verður áfram við kreativum fíggjarloysnum. Nú mælir samgongan hartil til, at fara undir fíggjarliga langtíðarleasing av almennum íløgum, har útreiðslurnar verða býttar yvir 20 ár, heldur enn rindað verður so hvørt bygt verður. Hetta bæði dýrkar og dylir almennar íløgur, og leggur upp til loysnir, ið fíggjarpolitiskt eru ómetaliga langt av leið. Er roynt aðra staðni – t.d. av Brixtofte í Farum. So alarmklokkurnar ringja nú alsamt harðari.
RÍKAR MØGULEIKAR AT VENDA GONGDINI
Hvat skal so gerast í staðin ? Tjóðveldi hevur – saman við andstøðuflokkunum – lagt fyri Løgtingið egna fíggjarlóg og fíggjarkarmar – og eitt stórt tal av lógaruppskotum og uppskotum til samtyktar – ið vísa, hvussu tað ber til, at fremja eina heilt aðra kós, ið vil skapa framgongd og venda fíggjarligu gongdini til fyrimuns fyri ein sjálvbjargnan føroyskan búskap.
Umframt at vit sjálvandi mugu og skulu seta okkum sum mál at gerast sjálvstøðugt land, so skulu vit eisini seta okkum greið búskaparpolitisk mál. Týðandi liður í, at fáa ein meira sjálvberandi búskap er, at taka stig til, at fáa BTÚ pr. íbúgva á hædd við grannalond okkara (Noreg undantikið). Hetta merkir eina hækking á 20%. Hetta vildið merkt, at BTÚ í 2014 ikki var 14,5 mia. kr. í 2014, men 17,3 mia. kr. Tá vildu inntøkurnar hjá landinum hækkað samsvarandi, yvirskot kundi verið, og samfelagið kundi tá lættligari gjørst leyst av donsku ríkisveitingini. Men fyri at røkka hesum krevjast ein røð av átøkum fyri at skapa fleiri størv, størri virðisøking og fleiri inntøkur.
Almennar nýskipanir. Nýskipanir, ið tryggja, at vit fáa sum mest og best tænastur fyri hvørja krónu eru neyðugar. Innan heilsuverkið, almannaverkið og skúlaverkið. Somuleiðis innan almennu fyrisitingina.
Hægri útbúgving og mentan. Skulu vit fáa størri virðisskapan og fólkavøkstur er alneyðugt við munandi uppraðfesting av Fróðskaparsetri Føroya, Vinnuháskúlanum, føroyskum undirvísingartilfari og eisini av Mentanargrunninum.
Víðskygdur vinnupolitikkur. Málrættaður og innovativur vinnupolitikkur er alneyðugur. Ferðavinnan eigur at vera í fokus, saman við avleiddum maritimum vinnum, skapandi vinnum og útbúgvingarvinnu. Allur annar politikkur, eitt nú útbúgvingarpolitikkur og íverksetarapolitikkur skulu stuðla undir vinnupolitikkinum, so privati geirin gerst fjøltáttaður og skapar fleiri størv.
Fiskivinnunýskipan. Fiskivinnan má og skal skapa munandi størri virði og gerast meira effektiv. Ein fiskivinnunýskipan er tí avgerandi neyðug. Talan er um ovurstór virði. Bert í pelagisku vinnuni er talan um fleiri mia. kr. í virðum, har vit í dag als ikki fáa neyðugu virðisskapanina.
Tað er eisini rætt, at ali- og fiskivinnan rinda eitt tilfeingisgjald/brúksgjald fyri framíhjárætt, og eiga inntøkurnar frá hesum partvíst at verða latin aftur til fólkið umvegis lægri inntøkuskatt, og betri tænastur, ið aftur skapar framgongd í samfelagnum.
Her eru talan um ovurstór virði, sum vit øll eiga, ið kundu verið býtt betur. Hvussu stór virðini eru, vísti m.a. uppboðssølan, ið varð roynd av 20.000 tonsum av makreli í 2011. Miðalprísurin var 3,60 kr. Varð valt at bjóða út rættin at fiska alla makrelkvotuna hevði inntøka landsins verið omanfyri 500 mió. kr. – bara fyri makrelin. Hartil kemur sildin og svartkjafturin. Hetta sigur ikki so lítið um ovurstóra virðið, ið liggur í pelagiska gullinum.
Alivinnan kann eisini rinda væl meira enn tey gera í dag fyri tann framíhjárætt, ið fyritøkurnar hava til firðirnar. Hesar brúksrættinda-inntøkur eiga at koma bæði landi og kommunum til gagns.
Tryggleika. Eitt annað potentiali, ið bara bíðar eftir at verða gagnnýtt, er ein álitisvekjandi politikkur, ið skapar tryggleika. Tí tað er av avgerandi týdningi at fólk kenna seg trygg. Um fólkið ikki kennir seg trygt, so minkar áltið á framtíðina, minkar nýtslan, minkar búskapurin, minka størvini, inntøkurnar og afturgongd verður. Hóast lágt arbeiðsloysi, so er privata nýtslan í dag søguliga lág. Nýtslukvotan er bert 86,5% í 2013 sambært Landsbankanum. Samstundis stendur privata nýtslan fyri yvir helvtini av samlaðu nýtsluni í samfelagnum. Verður tryggleikaskapandi politikkur framdur, økist nýtslan, vaksa inntøkurnar og yvirskot er. Landið kann kann fáa 1-200 mió. kr. eyka í avleiddum inntøkum frá øktum MVG og skattum – og harvið yvirskot yvir heilt fá ár um nýtslukvotan fer upp á eitt miðalstøði aftur.
Samanumtikið hava vit ríkar møguleikar at venda gongdini – frá halli til yvirskot, og til búskap óheftan av donsku ríkisveitingini. Hetta umvegis: Almennar nýskipanir, fiskivinnunýskipan, málrættaðan vinnupolitikk og álitisvekjandi politikk.
Vit eru millum ríkastu lond í heiminum. Pr. íbúgva kanska ríkasta fólkið í heiminum.
Eftir er at fremja ein politikk, ið gagnnýtir hetta til fullnar, og til fyrimuns fyri alt fólkið og landið.
OKKARA TÍÐ ER NÚ
Góðu floksfelagar.
Niðurteljingin til “okkara tíð” er byrjað. Niðurteljingin til eina nýggja stjórn, við Tjóðveldi á odda, er byrjað. Ein stjórn har vit fara frá fámannaveldi til Tjóðveldi, og har vit fara:
Frá vaksandi gjógv millum láglønt og hálønt – til størri samhaldsfesti og javnari býti av virðum landsins
Frá virðisøking, ið verður send av landinum – til virðisøking, ið verður verandi í landinum.
Frá vaksandi halli á fíggjarlóg landsins – til ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk, ið vendir halli til yvirskot
Frá fólkaminking – til fólkavøkstur
Frá blokkhækking – til blokklækking
Frá “Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne” – til tjóðveldið Føroyar.
Soleiðis taka vit við landsins leiðslu.
Tí “í hjørtum okkara býr frælsi”.
Alex Salmond, leiðarin hjá SNP í Skotlandi, um fólkaatkvøðuna, ið verður 18. september í ár:
“Vit fara ikki at vakna 19. september um morgunin, og hugsa um, tað, ið kundi verið. Vit fara at vakna tann morgunin full av vónum og væntanum – til reiðar at byggja eina nýggja tjóð við framgongd og rættvísi.
Eftir at hava arbeitt nærum eina fjóðrings øld fram móti hesum serstaka tíðspunkti – latið okkum spyrja okkum sjálvi hesu einføldu spurningar: Um ikki vit, hvør ? Um ikki nú, nær ?
Vit eru “fullveldis-ættarliðið” – og okkara tíð er nú.”
Skjótt fara vit at kunna siga tað saman her í Føroyum.
Á flokstingi Tjóðveldis í Sandavági, 29. mars 2014
Kristina Háfoss, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi