1. at hetta ríkidømi verður umsitið, sum varandi grundarlag undir føroyska búskapinum,
2. at royndin verður ikki størri enn fiskastovnarnir tola,
3. at teir fiskastovnar, sum eru ovurveiddir, verða upp aftur bygdir,
4. at stødd og samanseting veiðuflotans verður lagað eftir hesum møguleikum.
Tann stóri spurningurin í dag er, um vit ikki hava sæða greinina av sum allir okkara fiskivinnupolitikkur hevur bygt á seinstu 16 árini, fleiri av okkara sokallaðu serfrøðingum, hava ikki gjørt annað enn roynt, at spilla eina góða fiskivinnuskipan út fyri altjóðasamfelagnum.
Føroya løgting samtykti lógina ”um vinnuligan fiskiskap” við 17 atkvøðum á vári 1994, lógin kom í gildi 10. mars, sama árið. Kunngerðin um heilársøkisfriðingarnar kom í gildi 06. januar 1994.
Hesar skipanir hava broytt føroyskan fiskivinnupolittikk grundleggjandi. Fyrsti 2 árini vóru tað kvotir sum ikki vóru serliga umsetiligar, men tað vísti seg skjótt at kvotirnar ikki riggaðu serliga væl, tí var lagt um til fiskidagar í 1996.
Tað sum hevur forkomið okkara góðu fiskivinnuskipan er, at lógin ikki er umsitin eftir upprunaætlanini við lógini, og er tí komin í stríð við seg sjálva. Hetta hendi tá ein meirluti í løgtinginginum samtykti at fiskiloyvini skuldi verða gáldandi í 10 ár. Hetta var einki minni enn ognartøka av landsins ognum sambært § 2. í lógini. Tað vil siga at bátsbandi frá 1865, var sett afur í gildi í Føroyum, tí nú byrjaði søla og keyp at grógva sum hundaland.
Úrsliti gjørdist tað sum vit so væl kenna í dag. Hetta hevur gjørt tað at tað er komin peningur inn í myndina, peningur sum einkið viðrið hevur skapt, tað vil siga at løgtingið hevur frásagt sær rættin at umsita lógin, ella ikki hevur tora at gjørt tað, sum neyðugt hevur verið, fyri at lógin skal hava virka sum upprunaliga ætla var.
Fiskiloyvi var og er ein brúksrættur sum tú upprunaliga fekkst fyri einki, og sum tú kundi hava so leingi tú brúkti loyvið, til tað, tað var givið til.
Á byrja við var tað soleiðis, at um viðkomandi ikki brúkti fiskiloyvi fylgjandi í 2 ár fall tað burtur, um viðkomandi bygdi nýtt skip/bát kundi søkjast um útsetilsi.
Tað sum eg havi sakna er, hvussi vit skulu prógva fyri altjóðsamfelagnum, at fiskidagaskipanin er ein burðadygg skipan.
Eg havi tí í nógv ár mælt til, at vit skuldu hava tøl fyri øll árini, sum víst hvussu nógv hvørt skip/bátur (bólkur) hevði fiska fyri hvønn brúktan fiskidag síðanni skipanin kom í gildi. Hetta hevði eisini verði eitt gott barrometur, at lýst støðuna í stovnum,og kundi so eisini prógva fyri altjóða samfelagnum at vit hava eina burðadygga fiskivinnu.
Fisksa fyri hvønn brúktan fiskidag.
Svari hava vit í Løgtingsmáli nr. S-41 -2009 tølini eru sjálvandi tøk fyri allar bólka. Vit kunnu takað 3 dømir fyr 3 ymisk ár:
Fiskiárið 1997/98 Bólkur 2 brúktir fiskidag 6212 fiska um dagin 5.25 tons
Fiskiárið 1997/98 Bólkur 3 brúktir fiskidag 2887 fiska um dagin 7.10 tons
Fiskiárið 2007/08 Bólkur 2 brúktir fiskidag 5018 fiska um dagin 8.07 tons
Fiskiárið 2007/08 Bólkur 3 brúktir fiskidag 3167 fiska um dagin 5.94 tons
Fiskiárið 2003/04 Bólkur 2 brúktir fiskidag 4524 fiska um dagin 9.92 tons
Fiskiárið 2003/04 Bólkur 3 brúktir fiskidag 2728 fiska um dagin 4.30 tons
Tað vóru 34 partrolara 10. mars 1994 í dag eru teir 24 partrolara -10 skíp
Tað vóru 19 stállínuskip 10. mars 1994 tá tey vóru mest 26 skip + 07 skíp
Heini O. Heinesen, løgtingsmaður.