Ókeypis sálarfrøðing til ung upp til 35 ár

7 August 2019
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

Hevurtú eina sálarsjúku, tørvar tær í flestu førum hjálp. Men hjálpin kann verða dýrat fáa fatur á. Avleiðingin er tí ofta, at tú leturvera við at søkja tær hjálp. Tú heldur, hetta kann bíða, - tað man fara at lagaseg.

Alteftir, hvussu álvarsom sjúkan er, so er vandi tó fyri, at sálarsjúkan gertverri. Hetta er ti eitt øki, sum tað almenna eigur at uppraðfesta. Sum einaroynd eiga tey ungu upp til 35 ár at fáa ókeypis sálarfrøðing. Hetta kundifyribyrgt, at sálarsjúkan slapp at gerast so umfatandi, at tørvur verður ádrúgvari hjálp og enntá innleggingum.

Sálarhjálptil tann sálarsjúka kann tryggja, at tann sjúki kemur so mikið væl fyri seg, attað gert lættari at verða ein virkin borgari, aftur tað verður sæð ljósari uppátilveruna og morgindagurin gert ikki ein stúran. Í so máta kann tað gamaní komaat kosta tí almenna í fyrstu atløgu at veita hjálpina, men tað sparir segskjótt inn aftur, tá nú borgarin gerst virknari, glaðari, nøgdari og enntásleppur undan langtíðarárinum.

Sálarhjálptil tann sálarsjúka er tí ein skilagóð íløga. Sum eina byrjan eiga vit at gevaókeypis sálarfrøðing til ung upp til 35 ár.

Annitaá Fríðriksmørk

Meira um sama evni

No items found.