Nýmenning og vøkstur

30 April 2008
Skrivað hevur

Høvuðsmálið fyri vinnupolitikkin hjá hesi samgongu er, at skapa nýmenning og vøkstur og taka burtur forðingar hjá vinnu, feløgum og einstaklingum at virka og mennast.

Vinnumálaráðið skal tí vera ein myndugleiki, ið stimbrar undir og leggur grundarlagið fyri einum nýmennandi vinnulívi og einum væl virkandi arbeiðsmarknaði.

Høvuðsamboðini at skapa nýggjar vinnumøguleikar er at stimbra nýmenning, íverksetan og vinnugransking.

Vit skulu:


- Skapa fortreytir fyri nýggjar vinnur og menning av verandi vinnum


- Eggja til, at vinnan og almenni myndugleikin fara undir vinnugransking í nógv størri mun enn nú


- Tryggja, at okkara vinnulóggáva er á sama støði sum í okkara grannalondum og alla tíðina verður dagførd


- Tilevna ein virknan og eggjandi arbeiðsmarknaðarpolitikk, sum hóskar til samfelagið anno 2008.

Tí eru íverksetan, vinnugransking og ein nýmótans arbeiðsmarknaður uppraðfest í fíggjarlógini 2008, og eru hetta bert fyrstu stigini – á fíggjarlógini 2009 skulu hesar raðfestingar vera munandi meira sjónligar.
Á fíggjarlógini 2008 stuðla vit íverksetaraátøkum. Vit stovna eina til hetta endamálið. serstaka kontu undir Vinnuframagrunninum.

Uppraðfestingin til íverksetan skal nýtast til betri ráðgeving til íverksetarar, til tiltøk, sum eggja til íverksetarahugburð, átøk, sum kveikja fólk, ið hava góð hugskot, at taka stigið til at gerast íverksetarar og fáa sínar dreymar førdar út í lívið. Og pengarnir kunnu nýtast til at framleiða kunnandi tilfar um íverksetan – til dømis kunning umvegis heimasíður o.t.

Ein stovnur, ið upplagt er at nevna í hesum sambandi, er Íverksetarahúsið í Klaksvík, sum er ein stovnur, ið avgjørt kann fáa stuðul gjøgnum hesa kontu. Eg fegnist stórliga um tey stig, sum tað privata saman við kommununi hava tikið til hetta íverksetarahús. Hesum skulu vit stuðla – við pengum og við samstarvi.

SamVit, sum í dag røkir uppgávurnar, ið gamla TK-stovan og Menningarstovan røktu innan vinnuráðgevin, skipar eisini fyri tiltøkum, ið stimbra undir íverksetan og nýggjar vinnumøguleikar. Sum myndugleiki eiga vit at tryggja, at átøkini fyri íverksetan verða væl samskipað, so tey stimbra upp undir hvørt annað og so tað ikki eru nakrar tænastur, sum detta niður ímillum.

Vinnugransing
Gransking, sum kann menna góð hugskot til nýggjar inntøkumøguleikar, er ein onnur fyritreyt fyri at menna nýggjar vinnur.

Okkara uppgáva verður at fáa meira ferð á vinnugransking og at fáa í gongd fleiri verkætlanir, sum tað almenna og vinnan fíggja í felag. Vit skulu tryggja, at granskingin, sum fer fram við almennum pengum, er málrættað til tørvin hjá vinnuni.

Vit hava eitt stórt potentiali á hesum øki. Við vinnugransking kunnu vit menna “nýggj” fiska- og skeljasløg – toskaalingin er eitt dømi, har vit eru sera væl við, og saktans kunnu átaka okkum at gerast oddviti.


Aliútgerð, alitøkni og biotøkni eru øki, har vit eiga og kunnu vera væl við í kappingini.

Á Fíggjarlógini 2008 eru eyka pengar settir av til granskingarverkætlanir, sum tað almenna og vinnan fíggja í felag. Tað merkir, at Fiskaaling nú hevur 11,5 mió. at arbeiða við. Tað eru avgjørt ikki nóg nógvir pengar til aligranskin, men henda uppraðfesting er enn eitt stig rætta vegin at menna ein sterkan og sentralan granskingarkjarna innan alivinnuna.
Eydnast tað at fáa meira av privatum kapitali við í vinnugranskingina, so veksur potturin munandi skjótari, og vegurin til nýggjar inntøkumøguleikar styttist samsvarandi.

Fíggingarmøguleikar
Ein høvuðstrupulleiki hjá nýggjum vinnum og íverksetarum er fígging. Vit hava fleiri møguleikar í dag við Vinnuframagrunninum, Set, Framtak og so framvegis.
Men hetta er eisini eitt av teimum økjunum vit hyggja uppá: Hvussu kunnu vit útvega betri atgond til virkisfýsnari kapital, soleiðis at tað hjá íverksetarum og til granskingarverkætlanir við stórum vinnupotentiali, gerst lættari at fáa atgongd til fígging, og at koma í gongd á ein góðan hátt.

Tað kreativa tilfeingið
Íverksetan, stimbran av skapandi evnunum og vinnugransking, eru lykilin til at gera okkara búskap fjøltáttaðan og sjálvberandi. Fólk við góðum hugskotum mugu hava enn betri møguleikar enn í dag at fáa stuðul og ráðgeving at føra tey út í lívið. Hetta er knagin, okkara vinna hongur sína framtíð á og grundarlagið, okkara búskapur skal byggja á.

Ein sentral uppgáva er sostatt at útbyggja samstarvið millum tað almenna og privata innan vinnugransking, vinnumenning, íverksetan og kapitalatgongd.

Vit hava góðar møguleikar at byggja nýggjar vinnur – at menna fleiri bein at standa á. Eg havi nevnt aling av ymiskum fiska- og skeljadjórum, har vit hava sera stórt know how og har okkara oyggjasamfelag og havumhvørvi eru náttúrugivnir karmar, ið geva okkum kappingarfyrimunir.

Men vit hava eisini fleir aðrar vinnugreinar, ið kunnu mennast til góðar inntøkukeldur og útflutningsvøru.

Sniðgeving - klædnavinna, tónleikur og list eru dømi um kreativar vinnur, ið byggja beinleiðis á okkara mentan og førleikar, vit hava ment gjøgnum øldir. Her hava vit bæði møguleikar og góðar fyritreytir fyri at koma langt. Gourmetvinnan - at selja tað bestu rávøruna til kræsnastu gómarnar - er heilt upplagt ein vinna, vit eiga satsa uppá. Eisini sum partur av okkara ferðavinnunu.
- KT-vinna, biotøkni og ílegutøkni kundi eg eisini nevnt. Okkum vantar avgjørt ikki møguleikar. Okkara uppgáva er at lofta møguleikunum og vera við til at føra teir fram til veruliga inntøkugevandi vinnur.

Vit eru eisini farin undir at menna Føroya Altjóða Skipaskráseting (FAS) til eina altjóða kappingarføra kvalitets skipaskráseting, og er hetta tí eisini við í raðfestingini á FL08. Hetta krevur sera miðvíst arbeiði.

Í sambandi við nýggjar vinnumøguleikar vil eg líka nevna, at á kontuni fyri infrakervi á útoyggj verður í 2008 serligur dentur lagdur á at nýta pengarnar til at bøta um vinnumøguleikar á útoyggj. Eg síggi fyri mær, at tað eigur at bera til at hugsa nýggjar vinnumøguleikar inn í menningarmøguleikar hjá útjaðaranum og útoyggjum.

Fyri at taka samanum hendan partin, so er aðalmálið við vinnupolitikkinum hjá samgonguni at tryggja grundarlagið undir nýggjum vinnumøguleikum. Tí verður arbeiðið á VMR skipað við einari nýmenningareind - innovatiónseind - ið fær ábyrgdina av at menna fakliga grundarlagið undir vinnupolitikkinum hjá samgonguni.

Vinnulóggávan
Vit eru í ferð við at modernisera okkara vinnulóggávu, so hon passar til eitt vinnulív, ið skal kappast – eisini við vinnulívið uttanfyri landoddarnar.

Kappingarlóggávan er dagførd og við at raðfesta hetta økið, tryggja vit eina virkna og rættvísa kapping, til gagns fyri vinnulívið og til gagns fyri brúkaran. Lóg um marknaðarføring er samtykt, og brúkaraumboð verður sett á stovn 1. januar 2009.

Løgtingið hevur samtykt uppskotið um Vinnukærunevnd, og sera umfatandi lógin um tryggingarvirksemi, sum er grundarlagið undir, at vit kunnu gera bilateralar avtalur við eina røð av londum á tryggingarøkinum, er í løtuni til viðgerðar. Tá lógin nú væntandi verður samtykt, hava vit ein felags tryggingarmarknað við Ísland í fyrsta umfari og okkara tryggingarvinna fær møguleikar at leita sær til aðrar marknaðir.

Eins og fyri flestu aðrar vinnur, er heimamarknaðurin ov lítil og avmarkandi. Okkara uppgáva er sanniliga at taka burtur forðingar fyri at okkara vinnur kunnu mennast – eisini langt uttanfyri landoddarnar.

Vit leggja stóra orku í at fáa lóggávuna í sambandi við veterineravtaluna við ES upp á pláss. Hetta er sera umráðandi, tí hetta er ein fyritreyt fyri framhaldandi fiskaútflutningi til ES-marknaðin – tí verður hetta økið eisini raðfest.

Ein Nýmótans arbeiðsmarknaður
Vit hava eina víðfevnda uppgávu at dagføra arbeiðsmarknaðin og alla lóggávu á hesum øki, so hon hóskar til tann arbeiðsmarknað vit vilja hava anno 2008. Hetta er eitt arbeiði, vit fara undir, í tøttum samstarvi við partarnar á arbeiðsmarknaðinum.

At fáa fatur á fleiri hondum til arbeiðsmarknaðin er ein av størstu avbjóðingunum hjá okkum í løtuni. Vit hava eitt veingjaskert vinnuvirksemi, tí arbeiðsloysið er so gott sum einki og harvið er trupult hjá vinnuni at vaksa. Sum kunnugt hava vit heldur ongan fólkavøkstur – nakað sum avgjørt ikki er nakað sunnheiltstekin fyri okkara samfelag. Tað ger sjálvandi eisini, at inntøkurnar í landskassan ikki vaksa, soleiðis, sum tær kundu gjørt.

Eg fegnist um, at vit hava tikið fyrsta stigið at lata upp fyri útlendskari arbeiðsmegi – nevniliga borgarum frá ES-londunum.

Løgtingið samtykti í farnu viku skylduna hjá arbeiðsgevarum at geva arbeiðstakarum setanarprógv – hetta var sera aktuelt, nú vit lata upp fyri útlendskari arbeiðsmegi.

At yvirtaka útlendingaøkið er eitt greitt mál hjá okkum, og tað fer at gera tingini munandi einfaldari í framtíðini – bæði at lata arbeiðsmarkaðin upp og lata aftur – eftir okkara tørvi. Men sjálvandi setur tað, at munandi fleiri útlendingar flyta til landið at arbeiða og búgva, eisini nøkur krøv til okkara samfelag, sum vit mugu taka nøkur seriøs kjak um.

Barsilsskipanin er nú longd við 8 vikum. Ein góð barsilsskipan er ein av fleiri grundleggjandi fortreytum fyri, at føroyski arbeiðsmarknaðurin kann kappast við arbeiðsmarknaðirnar kring okkum. Ikki minst tá tað snýr seg um at eggja føroyingum, ið eru farnir uttanlands at útbúgva seg, at flyta heimaftur, heldur enn at festa røtur aðrastaðni. Og í heila tikið at eggja fólki í burðardyggum aldri at búseta seg í Føroyum.

Javnstøða er ein sentralur partur av einum modernaðum arbeiðsmarknaði.
Tað er ikki uttan orsøk, at javnstøða verður mett sum ein av høvuðsfortreytunum fyri, at Norðurlond hava sterkar búskapir og væl útbygdar vælferðartænastur.

Væntandi javnstøða á arbeiðsmarknaðinum er kanska ein størri forðing fyri arbeiðsmarknaðin og fyri menningina av samfelagnum, enn vit geva okkum far um.
Javnstøðunevndin hevur á FL08 fingið eina lítla uppraðfesting, eins og arbeiðið hjá Demokratia heldur fram – so sum Løgtingið hevur samtykt.

Tað er sera umráðandi, at tað ber til at finna eina javnvág millum familju- og arbeiðslív, tí uttan hesa javnvág er vandi fyri, at strongd kostar bæði tí einstaka og eisini arbeiðsgevarunum dýrt. Tí havi eg eisini valt at lata arbeiðsmarknaðarkommisjónina halda fram, men ætli tó at umskipa arbeiðið nakað.

Orka – ein av størstu abjóðingunum
Orkuspurningurin er ein av størstu avbjóðingunum hjá vinnuni. Landsverk umsitur bygging hjá tí almenna, pengar eru settir av til eina serstaka verkætlan um orkusparandi og umhvørvisvinarliga bygging.

Sera umráðandi at øll traðka til her og gera sítt ítarsta fyri at vinnan, tað almenna og privatu húsahaldini fáa atgongd til alternativa orku og orkusparandi tiltøk, ið minka um okkara útlát av CO2.

Íløgurnar í infrakervið
Tá ræður um íløgukarmin, so má eg harmast, at hann er í so trongur í verandi fíggjarlógaruppskoti – og munandi trengri undanfarin ár – einans 45 mió. krónur, ið verða nýttar til vegir, tunlar, havnir, tyrlupall og brýr kring landið. Raðfest er eisini at tryggja verandi tunlar og brýr.
Vil líka nevna, at Ráðið fyri Ferðslutrygd verður styrkt nakað.

Leinging av flogvøllinum og útbygging av Vága Floghavn er størsta útbyggingarverkætlanin í løtuni. Útbyggingin verður fíggjað við inntøkum frá Íleggingargrunninum.

Tunlar
Tá tað snýr seg um íløgur, eru byggingin av teimum tveimum størstu undirsjóvartunlunum í søguni – ja, helst í heimssøguni. Eg havi meldað út, at vit hyggja uppá Sandoyartunnilin og Skálafjarðatunnilin undir einum. Og sjálvandi er tað soleiðis við øllum okkara útbyggingum av samfelagnum, at tær mugu hanga saman.

Nú 1. viðgerð av fíggjarlógini fer afturum, taka vit tað politiska kjakið um tunlarnar og eg má viðganga, at eg meti tað hava stóran týdning at finna eina breiða semju – eisini tvørturum samgongu og andstøðu um júst tunlarnar, av tí, at vit – sum eg nevndi – tosa um so risastórar útbyggingar, at vit slett ikki kunnu forsvara at gera nakað her, sum ikki er sertakliga væl umhugsað.

Endi
Eg stórfegnist um, at útbúgving verður raðfest í fremstu røð. Eitt vælútbúgvið fólk er fremsta fyritreytin fyri menning – eisini vinnumenning.

Eg fegnist um, at vit hava sett á stovn eitt uttanríkisráð, og at vit fara at seta sendistovur á stovn kring í heiminum, tí hetta er ein fyritreyt fyri, at gera land okkara sjónligt. Og at vera sjónligur er heilt avgerandi í einum heimi, sum er knýttur saman í ein sínámillum treytaðan felagsskap. Vit víðka ikki einans okkara uttanríkispolitiska virki, men uppraðfesta eisini arbeiðið við vinnuframa á sendistovunum. Saman við tí miðvísa arbeiði, sum eisini SamVit ger við vinnuframa og útflutningsframa, so haldi eg, at rættiliga nógv hendir á hesum øki í løtuni.

“Saman at standa, varð okkum ei givið” sum H.A. Djurhuus, sáli, varð endurgivin fyri í áðni. Eg, sum annars hámeti hetta okkara stórskald, má viðganga, at eg av innasta hjarta ynski, at vit gevast at nýta júst hesa reglu sum eina deprimerandi mantra.

Eingin hevur kunnað yvirlivað á hesum klettum uttan samhaldsfesti og trúgv upp á egna megi. Okkara fólk hevur í øldir verið íverksetarar. Bygt upp eitt samfelag. Bygt upp eitt vinnulív. Leitað sær út, tá karmarnir vóru ov treingir. Bygt skip, bygt virkir, sniðskapað, evnað, skapt og nýment. Tað finst eingin orsøkt til at ivast í teirri megi, sum býr í hesum fólki.

Víst varð okkum givið – Føroya døtrum og synum – saman at standa!


Bjørt Samuelsen
Landsstýriskvinna í vinnumálum


Meira frá sama høvundi

No items found.