Frá 1. januar 2008 er loyvt at:
• Trúgva, at tú ert nakað
• Trúgva, at tú hevur fullan rætt at nýta tíni evni
• Trúgva, at land títt hevur nógvar møguleikar
• Trúgva, at vit saman megna tað, vit vilja
• Trúgva, at okkara fólk er skapandi og evnaríkt
• Trúgva, at okkara vinna kann gerast fult kappingarfør
• Vita, at tú hevur fullan rætt til at siga tína hugsan
• Vita, at allar skilagóðar avgerðir byggja á vitan
• Vita, at hvør einstakur av okkum hevur nakað at geva samfelagnum
Tað er vissuliga loyvt at trúgva uppá eina bjarta framtíð, um vit í felag taka ábyrgd.
Hoyvík hin 1. januar 2008
Til mína forsíðu, trýs her: www.tjodveldi.fo/bjort