Nýggj politisk tíðarrokning

3 June 2011
Skrivað hevur
Tórbjørn Jacobsen


Ei undur í, at politikkur ávirkar menniskju euforiserandi. Onki veruligt regluverk stendur omanfyri, og tey, sum hava fingið fólksins álit, at taka sær av landsins yvirskipaðu viðurskiftum, fara tíðum ígjøgnum upp- og niðurtúrar, væmingar og vaggandi gjálv og smærri og størri skiftingar á leiðini. Ávirkanin er eisini sveiggjandi, alt eftir hvar í valdsjavnvágini tú reiðrast. Seinastu dagarnir, ella vikurnar, í føroyskum politikki hava verið serstakir á mangan hátt.

Nú mánadagin eru tveir mánaðir farnir síðan Fólkaflokkurin provokeraði løgmann til at gera ein enda á ABC-samgonguni seinru. Ongin veit enn hví merkantili fjepparaklubbin hjá tí etableraða kapitalinum til eina hvørja tíð valdi at mynstra av á miðjum túri. Tað er ikki Fólkaflokkinum líkt, at renna undan valdinum, og møguleikanum, at gjara út til vinir og kenningar av almennum rættindum. Helst hevur eitt politiskt skammlop rakt teir í eini veikari løtu, tí nú er prógvað, at játtanarkarmurin fyri fíggjarárið 2012 ikki var orsøkin, nú teir í prinsippinum tóku undir við karminum, sum Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Tjóðveldi sáttaðust um, hóast teir til endans valdu at atkvøða ímóti álitinum frá hesum trimum flokkum. Helst er makrelurin orsøkin, nú fleiri flokkar vóru farnir at troyttast av Gávubúðini hjá Fólkaflokkinum, táið tað snýr seg um handfaringina av tilfeingi Føroya fólks.

Væntað varð, at løgmaður skrivaði út val í øllum rokanum, men tað varð ikki. Hann valdi eina ótraditionella leið, sum tað er at stjórna landinum umvegis eina minnilutastjórn. Hetta er ikki heilt vandaleyst, og minsta kravið er, at meirilutar finnast fyri teimum politisku átøkum, sum ætlanin er at fremja. Hartil er kravið treytaleyst álit, táið ávegis semjur verða gjørdar, serliga tá tað ræður um stórmál, sum eru avgerðandi fyri tjóðina.

Eftir nakrar diffusar venjingardystir við Poul Michelsen og hin komplexa Miðflokkin, hvørs høgrafalanksa við Bill Justinussen á odda at kalla hevur fusionerað við Fólkaflokkin, heitti Kaj Leo á okkum um at samstarva. Væl vitandi, at kjarnuveljarin hjá Tjóðveldinum ikki trívist serliga væl við tankanum um samstarv við tað, sum vanliga verður rópt tann reaktioneri parturin av politiska spektrinum, so mettu vit, at tað kundi verða ein vinningur fyri samfelagið, um vit frá máli til mál valdu at samstarva soleiðis, at eisini okkara politisku áhugamál – í mongum førum hjartamál - gjørdust ein rímiligur partur av tí, sum nú skuldi henda fyri eitt løgtingsval.

Ivaleyst eru tað fleiri sum undrast yvir, at hetta ber til. Flokkurin, og serliga formaðurin, er gjørdur friðleysur og almenn skotskiva, serliga eftir at ein av tingmonnunum valdi at mynstra av. Miðlahúsið, sum leingi hevur jakstrað Høgna Hoydal, politiskt og persónliga, serliga eftir at Jan Múller varð rikin frá blaðnum, hevur staðfest, at Tjóðveldi nú er stokkkonservativt, og onki annað dugir til, enn at standa á einum trappusteini frá 1946 og rópa loysing upp í saman aftur. Hetta man vera heimsmet í manipulatión og tramansskapi, at frælsisflokkur í hjálandi fær hetta prædikat á seg. Flokkurin er jú einasta politiska tjóðskaparmegin sum eftir er, ið kann flyta tjóðina Føroyar úr imperialistisku fjøtrum dana. Sum kann eggja landsins borgarum til at fremja í verki ta ediligu avgerð, sum tikin varð 14. september 1946. Tað er villeiðing at siga, at hesin dómur fólksins er fyrnaður, og argumentið um, at atkvøðurnar, sum valdu danska lóg og danskan rætt frá, eru farnar í Harrans hendur, og tí skal fólkaatkvøðan ikki vera eftirfarandi longur, er ringasta møsn av verðini. Skal hesin Erasmus Montanus logikkurin vera galdandi í fólkarættarhøpi mega flestu grundlógir heimsins setast úr gildi.

Politiskur barnalærdómur er samtyktin á tingi frá 23. september 1946, har m.a. stendur skrivað: "......Fólkaatkvøðan 14. september 1946 gav tað úrslit, at tilboðið frá donsku ríkistjórnini um nýskipan innanfyri danskt grundlógarmark fall, meðan loysing Danmarkar og Føroya millum varð samtykt." Seinri stendur: "Hesin fólkadómur kunnger fólksins umboðsmonnum, Føroya Løgtingi, sína bindandi avgerð, at stjórnarræði Føroya nú er hjá Føroya fólki og áleggur á henda hátt løgtinginum at fremja fólksins vilja."

Ein javnaðarmaður var uppskotsstillari saman við 11 fólkafloksmonnum. Orsakað av samtyktaruppskotinum varð hann av Javnaðarflokkinum skírdur flokks- og stevnusvíkjari av ringasta slag, hann var ákærdur fyri at fremja statskubb ímóti lóg og rætti og øllum demokratiskum reglum og ímóti endanum í skrivinum, sum P. M. Dam o.a. sendu Jákupi í Jákupsstovu, verður skrivað: "Vit lýsa teg so statt burtur úr flokki okkara sum svíkjara av demokratisins og socialismunar grundprinsippum og krevja av tær, at tú leggur títt løgtingsmandat frá tær og letur næsta mann á listanum koma inn á ting." Í stuttum svaraði Jákup: "At eg í tí skrivi, sum fram er lagt á tingborð, krevji "eitt statskubb ímóti lóg og rætti og øllum demokratiskum reglum", er ikki beint. Í nevnda skrivi (Uppskot til løgtingssamtykt frá 21. sept. 1946) verður "loyalitetur" játtaður landsins hægstu núgaldandi lóg: Fólkaatkvøðuni 14. sept. 1946, sum gav tað úrslit, at tilboðið frá donsku ríkisstjórnini um nýskipan innanfyri danskt grundlógarmark fall, meðan loysing Danmarkar og Føroya millum varð samtykt.


Fólkaatkvøðan snúði seg um tveir avgerandi tættir. Annar var, at danir og handlangarar teirra í Føroyum á fyrsta og einasta sinni ætlaðu, at ein meiriluti av føroyingum skuldi staðfesta, at vit nú stóðu undir danskari lóg og donskum rætti. Hesin ætlaði meirilutin gjørdist minnilutin. Óvæntað valdi ein meiriluti loysing, t.v.s., at skipa nationalstatin Føroyar. Tá tað av órøttum varð søkt at hesum rætti, varð Tjóðveldisflokkurin stovnaður fyri at fremja vilja fólksins. Formaðurin í flokkinum hevur tí onki val, hann skal treytaleyst verja og standa á stevnuni, líkamikið hvussu tað brýtur um politisku æsingarnar annars í dunnuhyli danska heimastýrisins. Harvið hevur Høgni Hoydal ikki gjørt annað enn tað sum krevst av honum, skal hann framhaldandi vera formaður í flokki okkara.

Føroyskir sambandsmenn vita hetta og vit kenna teirra støðu, men harfyri forðar hetta ikki pørtunum at samstarva um onnur samfelagsmál, ið skulu loysast ávegis. Vælferð fólksins er minst líka viðkomandi hjá okkum sum hjá øðrum politiskum flokkum, og gingið verður ongum ov nær við at siga, at Tjóðveldi í flestu málum hevur verið í broddi fylkingar heilt frá stovnan.

Kaj Leo man hava sæð ein potentiellan samstarvspartnara í okkum, annars hevði hann neyvan heitt á okkum um at fáa eitt sleip. Vit eru fullgreið um, at nationalstaturin verður ikki skipaður saman við Sambandsflokkinum, men øll tey málini, sum skulu lynna undir ein sjálvberandi búskap, kunnu so løgið tað ljóðar, betri fremjast saman við Sambandinum og Javnaðinum heldur enn tí flokki, sum einaferð var so radikalur, sum sagt er frá omanfyri.

Tað gongur nú sjón fyri søgn, at Fólkaflokkurin í nærum 10 ár hevur gøllhildið politisku skipanini í einum óneyðugum tíðarlumma. Ímóti øllum nýbrotum, reformum og harvið allari menning. Tað er hesin skaði sum verður bøttur í løtuni. Hvussu drúgt tíðarmálið verður í hesum nýggja samstarvi, har Tjóðveldi fremur týðandi stórmál saman við minnilutastjórnini, veldst um viljan frá báðum pørtum. Higartil hevur tað gingið sum eftir ánni, og ein orsøkin er, at flokkarnir hava virkað serstakliga væl í skipaðum samstarvi í nevndunum í fleiri ár, eitt nú í fíggjarnevndini, har eg sjálvur havi sæti fyri Tjóðveldi. Umboðini vita av hvørjum øðrum, kenna dygdir og lastir, og góðu kemisku konstellatiónirnar hava í fleiri førum havt skilagóðar avgerðir við sær. Eitt nú hevur meirilutin í fíggjarnevndini (BCE) eina greiða ætlan um at venda búskapar- og fíggjarliga skeivu gongdini seinastu árini, soleiðis, at javnvág aftur fæst i landsins finansir í 2015-16:

Myndin vísir skeivu gongdina higartil. Inntøkurnar eru í hesum tíðarskeiðnum vaksnar við á leið 1 milliard krónum, meðan útreiðslurnar eru vaksnar við á leið 2 milliardum. Skeiva gapið ímillum útreiðlsur og inntøkur skal typpast og BCE-samstarvið hevur samtykt, at javnvág er aftur í 2015-2016.

Tey flestu spyrja nú: Hvat er komið burturúr hjá hesum fjøllitta politiska konglomeratinum, sum tey flestu vóru so ivasom um frá byrjan? Her eru nøkur dømi:

• Semja bleiv gjørd um skipanina av makrelveiðuni í 2011. Lóg er samtykt hesum viðvíkjandi og onnur kunngerðin er ávegis. Í lógini er Tilfeingisbúðin á fyrsta sinni lógliga staðfest, sløk 5 ár eftir, at hon fyrstu varð sjósett.

• Langtíðarsemja er gjørd um ein lívfrøðiliga- og búskaparliga burðardyggan fiskivinnu-politikk, sum í seinasta lagi í 2015 er veruleiki.

• Flokkarnir hava samtykt játtanarkarmarnar fyri fíggjarárið 2012 og lagt eina íløguætlan fyri komandi 5 árini (sjá yvirlit niðanfyri)

• Flokkarnir hava samtykt at skipa Búskapargrunn Føroya.

• Flokkarnir hava endaliga samtykt verklagslóg um nýtt havrannsóknarskip fyri 200 mió. kr.

• Flokkarnir eru samdir um at friða smáfiskaleiðirnar frá 1½ fjórðingi úr landi og inneftir og tvey vakstrarøki uttanfyri hesa leið.

• Flokkarnir eru samdir um at stramma upp í MVG-lógini.

• Flokkarnir eru samdir um at leggja heilsutrygdargjaldið undir stigvaksandi skattaskipanina.

• Flokkarnir eru samdir um at gera eina langtíðarløguætlan, sum er skipað í dyggari regionalari jávnvág.

• Flokkarnir eru harumframt samdir um sosialpolitisk átøk og um at fara undir førleikamenning, hægri útbúgvingar, gransking, mentanarátøk og at lynna fyri varandi orkuátøkum.

Íløguætlanin, sum tingið samtykti saman við játtanarkørmunum fyri kortum er hendan (Bjarni Djurholm, Jákup Mikkelsen, Annika Olsen, Jacob Vestergaard, Jógvan á Lakjuni, Jørgen Niclasen, Kári P. Højgaard og Kári á Rógvi tóku tó ikki undir við samtyktini):

Mió. kr.

2011

2012

2013

2014

2015

2016

§2

Umbygging í Tinganesi

1,5

2,5

2,5

2,5

2,5

2,5

§2 tilsamans

1,5

2,5

2,5

2,5

2,5

2,5

§5

Nýtt havrannsóknarskip

25,0

30,0

55,0

90,0

0,0

0,0

§5 tilsamans

25,0

30,0

55,0

90,0

0,0

0,0

§6

Granskingarlund

10,0

0,0

0,0

0,0

0,0

0,0

Skúvoyarferja

0,0

5,0

0,0

0,0

0,0

0,0

§6 tilsamans

10,0

5,0

0,0

0,0

0,0

0,0

§7

Tekniski skúli í Klaksvík

5,0

5,0

7,0

6,0

5,0

0,0

Norðurdepilin

0,0

0,0

0,0

0,0

0,0

0,0

Skúladepil við Marknagil

38,5

77,5

95,0

95,0

114,8

0,0

Studentaskúlin í Hoydølum

3,0

2,0

0,0

0,0

0,0

0,0

Fróðskaparsetur Føroya

0,0

1,3

0,0

0,0

7,0

35,0

Tjóðleikhús

5,0

5,0

7,0

7,0

7,0

30,0

Tjóðsavn

0,0

1,4

0,0

0,0

1,8

20,0

Hvalastøðin við Áir

2,5

4,0

4,0

4,0

10,0

10,0

Kirkjubømúrurin

2,0

1,0

0,5

0,5

0,0

0,0

Kringvarpshúsið

0,0

5,0

5,0

5,0

0,0

0,0

Ítróttarhøll í Sandoynni

10,0

11,0

0,0

0,0

0,0

0,0

§7 tilsamans

66,0

113,2

118,5

117,5

145,6

95,0

§11

Apoteksverkið

4,8

5,2

0,0

0,0

0,0

0,0

Medicoteknisk tól

11,0

7,2

8,0

9,1

12,0

11,0

Landssjúkrahúsið

28,0

30,0

30,0

35,0

35,0

86,0

Klaksvíkar sjúkrahús

1,1

5,0

5,0

5,0

1,0

1,0

Suðuroyar sjúkrahús

2,5

1,1

1,0

0,0

0,0

0,0

§11 tilsamans

47,4

48,5

44,0

49,1

48,0

98,0

§12

Dugni skúlin

2,0

0,0

0,0

0,0

0,0

0,0

Bústovnar

10,6

33,5

32,1

0,0

22,5

11,0

§12 tilsamans

12,6

33,5

32,1

0,0

22,5

11,0

§15

Umvæling av alm. bygningum

24,0

26,5

28,0

28,0

30,0

30,0

Oljudálking á sjónum

0,5

0,6

1,0

0,0

0,0

0,0

Dagføring av brúm og tunlum

4,0

3,2

4,0

4,0

8,0

7,1

Innkoyringarvegur til Tórshavn

2,0

0,0

0,0

0,0

0,0

4,0

Trygdartiltøk og størri ábøtur

5,0

5,0

5,0

5,0

9,0

9,0

Vegagerð í Lervík

18,0

26,0

0,0

0,0

0,0

0,0

Rituvíkarvegurin

6,5

0,0

0,0

0,0

0,0

0,0

Kalsoy

3,0

2,0

2,0

2,0

2,0

2,0

Søla av jørð til kommunur

-0,1

-0,1

-0,1

-0,1

-0,1

-0,1

Viðareiðisloysn

5,0

3,0

9,0

4,0

32,5

6,5

Vegurin omanfyri Skálafjørð

0,0

10,0

10,0

10,0

5,0

5,0

Vegurin til Selatraðar

0,0

4,0

4,0

3,0

0,0

0,0

Havnin í Skúvoy

2,0

0,0

0,0

0,0

0,0

0,0

Bakkaverja Fámjin

0,3

1,0

0,0

0,0

0,0

0,0

Flogferðsla, tyrlupallur

2,0

0,0

0,0

0,0

0,0

0,0

Hvalbiartunnilin

0,0

1,1

0,0

0,0

10,0

40,0

Sandoyartunnilin

0,0

0,0

0,0

0,0

0,0

5,0

§15 tilsamans

72,2

82,3

62,9

55,9

96,4

108,5

Løguútreiðslur

234,7

315,0

315,0

315,0

315,0

315,0



Soleiðis er støðan vorðin, eftir at íhaldnu politisku fólkafloksblokadurnar fullu fyri sløkum tveimum mánaðum síðan. Í seinasta lagi verður val til Føroya løgting hin 19. januar 2012, - um góðar 7 mánaðir. Tað er hent meira á politiska pallinum í slakar 2 mánaðir enn tað sum komið er burturúr hesi seinastu 8-10 árini, og ein sjálvsagdur spurningur hjá teimum flestu er helst, hvussu leingi minnilutastjórnin megnar samstarvið við Tjóðveldi og partvíst Framsókn um avgerandi mál.

Ásetingin av fiskidøgunum fyri næsta fiskiár og fíggjarlógin/2012 eru stóru knastarnir, sum liggja fyri framman og annaðhvørt loysir BCE-samstarvið hesi málini, ella er einasta alternativið fólksins dómur á einum løgtingvali í úrtíð.

Men líkamikið hvat hendir, so hava vit fingið eina nýggja politiska tíðarrokning í landinum – fyri og eftir fólkafloksblokadurnar.