Nýggi skúlin er okkara sveinastykki

23 June 2014
Skrivað hevur
Jóhan Lützen


Í gjárkvøldið samtykti Klaksvíkar Býráð størstu skúlabygging í søgu Klaksvíkar , har fyrsta byggistig fyri 100 mió. kr. verður klárt at taka í nýtslu í 2018.

Fyrsta málið, sum vit náddu í apríl mánað, var at samtykkja framtíðar bygnaðin fyri fólkaskúlarnar í Klaksvík.

Her samtykti ein breiður meiriluti í býráðnum, at vit í framtíðini skulu hava ein samanlagdan fólkaskúla í Klaksvík, skipaður í fleiri eindir við hvør sínari námsfrøðiligari leiðslu, sigur Jóhann Lützen. - Næsta stigið í so máta var at fyrireika hesa byggingina.

Við hesari er ynski at signalera, at tey raðfesta skúlaskapin í Klaksvíkar kommunu, raðfesta okkara børn og ungu, og at vit ynskja eina kommunu fyri øll – eisini á skúlaøkinum.

Serøkið er miðsavnað í skúlan. Vit hava øll sama virði, og hetta verður endurspeglað í skúlabyggingini.

Tað er ein farin tíð, har børn og ung við serligum avbjóðingum verða staðsett í bygningum burturfrá ymsa staðni í kommununi, slær Jóhann Lützen fast.