Nýbrot innan tann heilsu til tey eldru á røktarheimum

16 December 2019
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Í eykajáttan samtykti býráðsmeirilutin at seta 250tús kr. av í 2020 til at keypa flytføra tannlækna eind til røktarheimini.

Góð munn- og tannrøkt er avgerandi fyri almennu heilsustøðuna hjá fólki, tað vita tey flestu. Men ofta koma búfólk á røktarheimum ikki so ofta til tannlækna sum tey áttu og fyri at tryggja borgarunum framhaldandi góða munn- og tann heilsu, fer kommunan at skipa eina tænastu, sum stuðlar undir regluligt viðlíkahald og eftirlit av tonnunum.

Tà vit verða eldri og verri fyri eru nógvir faktorar íð virka negativt á munn- og tannheilsuna, td ymiskt medisin. Eisini gera ymsar sjúkur seg inn á tann heilsuna eins og fleiri sjúkur kunnu beinleiðis standast av vantandi munn- og tannrøkt.

Gransking vísir, at munn- og tannrøkt er eitt niður raðfest og undirmett øki innan røktar yrki.

Tí hevur tað leingi verið eitt ynski at keypa flytføra tannlækna útgerð, ið kann flytast millum røktarheimini og har tannlæknar verða til knýttir ið kunnu røkja munn- og tannrøktina hjá búfólkunum.

Meira um sama evni

No items found.