Undirritaða fegnast um, at føroysk bryggjarí frá í morgin sleppa at framleiða somu vørur, sum vit innflyta, samstundis sum tey eisini fáa møguleikan at bryggja spesial-øl til kræsnar marknaðir.
Um eitt hálvt ár fara vit kanska at síggja føroyskt whisky, hvonnsnaps, rabarbuvín ella fjølbroytt øl framleitt úr góðum rávørum. Og tað verður ikki longur neyðugt at útflyta reint føroyskt vatn, fyri síðani at innflyta tað aftur í fløskum, sum tú og eg kunnu keypa í Rúsuni.
Higartil hevur tað verið so, at vit kunnu innflyta alskyns rúsdrekka. Einasta treytin hevur verið, at tað ikki er føroysk framleiðsla. Vit hava noktað okkara egnu vinnu at framleiða alt, sum er sterkari enn 5,8%. Samstundis sum einasta forðingin, ið sett er útlendsku vørunum, hevur verið %-markið fyri sterkari øli. Lógin hevur sostatt lagt stórar forðingar fyri menning og skert útflutningsmøguleikarnar hjá okkara egnu vinnu.
Frá 1. apríl sleppa nýggju vørurnar á hyllarnar í Rúsuni. Skiftistíðin uppá eitt hálvt ár er ein politisk semja, sum bleiv gjørd í vinnunevndini, og sum hevur til endamáls at geva bryggjaríðunum seks mánaðir at brynja seg til herda kapping, tí frá 1. apríl verður eisini loyvt at innflyta útlendskt øl, sterkari enn 5,8%.
Allar vørur sterkari enn 5,8% verða framvegis bert loyvdar at selja gjøgnum Rúsdrekkasølu landsins.
At javnseta føroysku vinnuna við tí útlendsku, og at sleppa undan serføroyska øl-banninum, hevur áhaldandi verið arbeitt fyri hetta valskeiðið. Tað var triðja ferðin, at undirritaða legði uppskotið fram, hesaferð saman við Kára á Rógvu og Magna Laksafoss. Hesaferð eydnaðist - við hollum meirluta - at fáa broytt lógina, so føroysku bryggjaríðini ikki longur verða innistikaði av einari lóg, sum tíðin langt síðani var farin frá.
Bjørt Samuelsen
Tingkvinna fyri Tjóðveldi