Kapitalistiska heimsskipanin hevur verið í djúpari kreppu síðani fíggjarligu skrædlini í 2008 og 2009. Orsøkin til, at hon so dánt hevur fótað sær aftur, er, at landastjórnirnar, serliga í USA og Europu, hava veðsett sínar rískiskassar fyri at tryggja trúvirðið hjá bankum og fíggjarkervi og fyri at lynna undir eftirspurningin í sínum egnu búskapum. Alt bendir tó á, at politisku skipaninar hava mist tamarhaldið á bankum og búskapum, eisini í londum, har skattaborgarin en masse er veðsettur langt upp um skorsteinin fyri at halda turbokapitalismuni gangandi umvegis bankar, partabrævahandlar, transaktiónir etc. Hetta fer helst at hava við sær eina vaksandi destabilisering í fíggjargeir/u/a/num og ein ótryggleika í globala búskapinum, sum samanumtikið ger, at kreppan í kapitalismuni gerst alt meira umfatandi í ókomnum døgum.
Hóast Føroyar mangan líkjast einum tíðarlumma, rakk hetta rákið eisini oyggjum okkara. Eikin fall av hesum og egnum dugnaloysi. Norðoya Sparikassi – ella Norðoya Spælikassi, sum teir rópa hann norðuri á Stongunum – sigst, sambært lokalu avísini hjá Dávafeðgunum, at vera komin úr aftur reyða svávilroykinum, meðan BankNordik roynir ein pendant til útrásina hjá Marner og Fritleif, nú teir leggja niður bankadeildir í Føroyum fyri at fíggja eitt Amager eksperimentarium á Danmarkar fløtum.
Nú skelvir jørðin undir teimum, sum trivaliga betaltir høvdu rættin og ábyrgdina fyri teir túsundtals partaeigararnar í Eik Banka. Carsten Fode, advokatur, er ikki mjúkur at strúka, hann er farin út á avrættingarpelotongina og tey flestu síggja bara fyri sær lívleysar kroppar, sum hanga og dingla í gálgunum, táið sólin rísur úr eystri aftur. Hvussu leikur man fara, kann bara tíðin vísa okkum.
Eik grunnurin er eitt annað mál. Dimmalætting skrivar í kvøld, og Svf tók uppaftur eftir teimum, at fíggjarnevnd løgtingsins ikki helt tað vera neyðugt at kanna grunnin eftir totalkollapsið. Síðan endurgevur Dimma viðmerkingarnar hjá minnilutanum Bill Justinussen: ” Minnilutin heldur ikki, at landið fær nakað burturúr, at kanning av viðurskiftunum í Eik Grunninum verður sett í verk. Eik Grunnurin er farin av knóranum og skyldar 321 mió. kr. Tað eru eingi útlit fyri, at nakar fær mistan pening aftur, og tað eru heldur ongar orsøkir til at halda, at møgulig sek hava møguleika fyri at endurgjalda mistan pening. Í besta føri metir minnilutin, at ein frágreiðing frá slíkari kanning fer at útpeika, hvat gekk galið, men hetta vita tey flestu helst frammanundan.”
Nú kundi onkur fingið ta fatan, at øll fíggjarnevndin hevði somu jánkasligu støðu til stórmál sum hin substansleysi Miðflokkurin, ið sum kunnugt bara hevur moralsk og etisk mørk í málum sum viðvíkja kviðinum hjá fólki. Soleiðis liggur landið tó ikki. Als ikki. Trupulleikin í málinum var sjálv eykajáttanarlógin, sum als ikki hekk saman, - og sum langt í frá var útreiðsluneutral. Landsstýrisfólkini høvdu at kalla onki gjørt fyri at fíggja síni egnu ynskir, og umbønin um 1 – eina – millión krónur, til at kanna Eik Grunnin fyri, var onki undantak. Ikki tí, frágreiðingin til eykajáttanarumbønina var ivaleysa skilagóð, men soleiðis sum løgtingslógin var samanskrúvað, fingu vit ikki roknistykkið at hanga saman, um hendan milliónin skuldi játtast, uttan so, at hon varð tikin úr leysum lofti. Og tað hevur sum kunnugt ikki verið politikkurin hjá fíggjarnevndini hesi seinru árini.
Grunnamyndugleikin var komin til ta niðurstøðu, at grundarlag var fyri at seta í verk kanning av viðurskiftunum í Eik Grunninum. Sami myndugleiki hevur heimildirnar, men tørvur seðgist vera á fígging. Okkara støða var, eftir íkomnu støðuna við eykajáttanini yvirhøvur, at Skrásetingin átti at finna peningin til kanningina á egnari játtan. Tí mæltu vit til, og tí atkvøddu vit fyri, at taka umbidna peningin av aftur í álitinum. Hetta merkir á ongan hátt, at vit ikki stuðlaðu og framvegis stuðla kanningini. Tað tykist harumframt heldur ikki serliga sakligt, at koma við umbøn um eina snøgga millión krónur uttan at nøkur greið argumentatión er fyri hví júst hendan ásetta upphæddin var neyðug.
Hetta var støðan hjá Tjóðveldinum í nevndini, og eg haldi meg vita, at onkur annar fíggjarnevndarlimur eisini hevði somu støðu sum vit.
Vit hava ikki skrivað nakrar viðmerkingar í álitinum, men hetta var hugsanin, og nú vænta vit, at landsstýrið eftir Ólavsvøku kemur aftur til tingið við eini neyvari umbøn um fígging til kanningina av Eik Grunninum, sum verður fíggjað umvegis ta fíggjarlóg, sum tingið samtykti fyri jól í fjør. Alternativt fer Tjóðveldi at leggja málið um kanningina framaftur í eini útreiðsluneutralari eykajáttanarumbøn, hetta treytað av, at Skráseting Føroya ikki finnur neyðuga peningin á egnum rókum. Nú spunslið er tikið úr rottanganum undir Eikini, er neyðugt, at føroyski parturin eisini leggur sítt mál til, fyri at høvuðsreingerðin kann verða læran til áminningar hjá verandi og ókomnum bankastjórum, nevndarformonnum og politikkarum.
Hóast ein klókur heimspekingur einaferð segði, at: ”Uppgávan hjá filosoffunum er ikki longur at greiða frá hvussu heimurin er samanskrúvaður, tímin er komin til at broyta heimin.”, so eigur Eik Grunnurin undir øllum umstøðum at vera kannaður, hóast tímin eisini er komin til at broyta so mong onnur viðurskifti í samfelagnum, m.a. valdsjavnvágina ímillum politisku skipanina og fíggjargeiran. Skattaborgarin kann ikki longur finna seg í, at hesar nálastríputu yuppie-týpurnar í eksklusivum rasarabrillum, aga- og ábyrgdarleysar, vambakasta samfelagið út av eggini í tíð og ótíð, fyri at vera sleipaðir at landi aftur av teimum, sum hava eina árliga fortjenastu, ið er mikroskopisk í mun til tær hjá teimum sum manna hitt fíggjarliga Parnassos.
Vit mega taka betri partar fyri okkum, og tað kann ikki vera so rívandi galið, at vit skulu kopiera kinesiskar tilstandir fyri at røkka málinum, at temja treystastu kapitalistisku búskaparfaktorarnar. Tí sum ein heimsgitin frøðingur segði nú ein dagin: ”Tann syrgiliga læran av hesi seinastu kreppuni er tann paradoksala, at kinesiski kommunistaflokkurin higartil er tann einasta stjórnarskipanin, sum hevur megnað, at hildið kapitalistiska tikaranum í tjóðri.” Tí er hetta eisini ein spurningur um lív ella deyða hjá fólkaræðinum vestanfyri.
Tórbjørn Jacobsen