Nú sigi eg sum hin: “niður við Tjóðveldinum!“

2 September 2011
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

Á fólkatingi vilja vit varpa tjóðskaparligt ljós á tey málsøki, sum danska stjórnin hevur ræði á: t.d fullveldismál, uttanríkismál, rættarmál, verjumál, fíggjarøki og –fíggjareftirlit. Hesi mál hava sera stóran týdning fyri Føroyar og fyri føroyska fólkið, men kortini so hava vit ikki ræði á teimum og enn minni ábyrgdina.


Uttanríkismál
Uttanríkismál er danskt málsøki. Meirilutin av Føroya løgtingi hevur samtykt, at vit eru bara “kongeriget Danmark for såvidt angår Færøerne”. Hetta mega vit fáa broytt aftur –bæði herheima og á Fólkatingi.

Vit kunnu tá vísa umheiminum, at vit ynskja, at Føroyar ganga framá sum sjálvstøðugur limur í teimum altjóða felagsskapum, har vit hava áhugamál. Vit mugu koma burturfrá hesum heimastýrishugburðinum, sum í besta føri droymir um atlimaskap og eygleiðarastøðu í altljóða felagsskapum.


Vit eiga sjálvsagt at fara eftir fullgildigum limaskapi í felagsskapum, sum arbeiða við málum, sum viðvíkja okkara málum.


Umframt ábyrgd og innlit vil slíkt virksemi eisini geva okkum altjóða royndir og møguleikar at hugsa og virka og arbeiða á altjóða støði. Her eru óteljandi møguleikar til okkara vælútbúna fólk, sum í alt ov stóran mun velja annað land at arbeiða í, tí har eru altjóða møguleikar og avbjóðingar.


við ágrýtni nært tú málinum
Søguligu framtøkini í Føroyum, eru tikin við viljanum at taka við ábyrgd. Søgan um Merkið, menningin av móðirmálinum, sjómarkið út á 200 fjórðingar og yvirtøkan av ráevnunum í undirgrundini eru dømi úr rúgvuni. Vit hava eisini gjørt mistøk á vegnum, treyðugt so, men viljin at klára seg á egnum beinum í samstarvi við onnur, vil altíð fáa okkum á føtur aftur, um snáva verður - ella sum Winston Churchill segði á sinni: "success, is the ability to go from one failure to another with no loss of enthusiasm"

Skulu vit hava framstigini á sjálvsstýrisleið so er at velja rætt. Ella tú sigur sum hin: Niður við Tjóðveldi! Gott val

Annita á Fríðriksmørk