Tað er lítið at ivast í, at danska stjórnin fer at eftirlíka ynskinum hjá nýggja landsstýrinum um at endurskoða ríkisveitingina.
Tí við at lata okkum meira pening, fær Danmark tilsvarandi meira vald. So tað var funnin fressur hjá hjálandaveldinum, at føroyska stjórnin gav skarvin yvir, áðrenn hon yvirhøvur var farin til verka, og við biddaraposanum í hondini gav seg undir náði dana, at fáa teir at loysa okkara fíggjarligu trupulleikar.
Væntandi fer danska stjórnin ikki at smæðast burtur, men fer við fullum huga at brúka sítt styrkta vald, sum sambandslandsstýrið sjálvboðið hevur sagt frá sær.
Nærliggjandi vildi verið, at danir, eftir at hava tiðnað og dýrtíðarviðgjørt okkum blokkin, vilja sleppa at endurskoða avtaluna um føroysku undirgrundina, soleiðis at Danmark aftur fær allan ræðis- og avgerðarrættin yvir henni og harvið ágóðan av oljuríkidøminum, sum helst goymir seg har.
Hvat svarar Løgmaður og samgongan, um eitt slíkt ynski kemur frá donsku stjórnini, tá hon frammanundan hevur sagt ja til at tiðna og prísjavna blokkin?
Ingolf S Olsen
Ingolf S. Olsen