Nú er ovboðið

15 June 2015
Skrivað hevur
Jóhan Lützen

Superimperialisturin Søren Espersen úr Dansk Folkeparti sigur opið tað, sum bæði Lars Løkke Rasmussen og Helle Thorning-Schmidt hugsa: Vit skulu gloyma alt um eina føroyska grundlóg. Í staðin fyri skulu vit bindast tættari at Danmark, sum skal skipa eina serliga ráðharrastovu, til at stjórna Føroyum og Grønlandi.

Okkara svar má og skal verða eitt rungandi NEI! Vit finna okkum ikki í einum slíkum hugsunarhátti, sum hoyrir hjálandatíðini til! Í komandi løgtingsvalskeiði skulu vit leggja føroysku grundlógina út til fólkaatkvøðu, og vónandi verður hon samtykt við einum rungandi JA!

Fólkatingssessurin skal brúkast til at fortelja dønum, at vit taka okkum rættin til at fyriskipa okkara egnu viðurskifti. Og góðtaka danir ikki hetta, jamen so er tað teirra trupulleiki!

Ongin fær frælsi; ein tekur frælsið og tað skulu vit føroyingar eisini gera! Og fólkatingssessurin er ein partur av hesum stríði. Í fótbólti vunnu vit á gomlu mentunartjóðini Grikkaland. Í makrelstríðnum bastu vit tí stóra ES. Og sjálvandi vinna vit eisini stríðið um grundlógina á pinkulandinum Danmark!

Latum okkum tí øll savnast um eina sterka føroyska rødd á folkatingi.

Vel frælsi og rættvísi, vel Tjóðveldisflokkin hósdagin!