Nú er nokk bíðað – styrkið og samskipið tænastur nú !

22 August 2014
Skrivað hevur
Kristina Háfoss

Hóast ávís framstig hava verið seinastu mongu árini, so eru fetini tíverri ov smá og sein, og gingið verður ov ofta í ring. Neyðugt er, at seta ferðina upp, og at seta samskipaða kós fyri at røkka málinum um, at Føroyar veruliga skulu vera fyri øll.

Skulu menna nýggjar tænastur

Vit koma ongantíð at kunna bjóða allar tænastur her í Føroyum, men stórir møguleikar eru fyri menning av nýggjum tænastum. Í 2012 nýttu vit 43 mió. kr. til tænastur í útlandinum til føroyingar við serligum avbjóðingum. Nøkur vilja altíð hava tørv á at fara uttanlands, meðan onnur kundu fingið sama ella betur tilboð í Føroyum, um rætt varð borið at. Hetta vildi verið ein vinn-vinn støða fyri samfelagið alt. Eitt nú tí fólk fingu tænastuna her í heimlandinum, familjur sluppu undan at flyta av landinum, og nýggj arbeiðspláss og førleikamenning vórðu framd í Føroyum.

5-10 ár áðrenn øll fáa rætt til skúla eftir fólkaskúla?

Hóast hetta, so vísir tað seg at ganga ómetaliga seint við menningini av nýggjum tænastum. Eitt nú er greitt, at hóast tað er ein gøla, at politiska skipanin ikki hevur tryggjað øllum okkara ungu rætt til mennandi skúlatilboð eftir fólkaskúlan fyri langari tíð síðan, so eru framhaldandi long útlit til, at hetta kemur í rættlag. Spurdi landsstýrismannin um, nær væntast kundi at vit kunnu javnseta øll okkara ungu hesum viðvíkjandi, tá viðgerð av Ólavsøkurøðuni var á Løgtingi. Landsstýrismaðurin upplýstið, at hetta væntandi fór at taka 5-10 ár. Hetta kann als ikki góðtakast, og skal munandi ferð setast á hetta arbeiðið. Eri vís í, at landsstýrismaðurin fær breiða undirtøku fyri hesum á Løgtingi, um hann ynskir hetta.

Inklusión krevur rættar fyritreytir

Tá tað kemur til nógv umtalaðu inklusiónina, so er hetta ein søga fyri seg. Tað er sjálvandi gott og rætt at seta sær sum mál, at rúm skal vera fyri øllum, eitt nú í barnagørðum, skúlum v.m. Men uttanlands eru tíverri fleiri dømi um, at sokallað inklusión verður nýtt sum umbering fyri sparingum. Hetta við at niðurleggja serstovur, serflokkar og sertænastur, og í staðin beina øll inn í ”vanligu skipanina” við stuðli. Hetta er als ikki rætta loysnin fyri øll. Langt frá. Og fyrsta fyritreytin fyri at hetta skal eydnast er undir øllum umstøðum, at neyðuga játtanin og førleikamenningin fylgir við. Hetta er nakað, ið tíverri ofta vísir seg at mangla. Eisini í Føroyum.

Manglandi raðfesting kostar dýrt

Tað fer altíð at vera tørvur bæði á møguleikanum at kunna vera partur av ”vanligu skipanini”, eitt nú við stuðli, og eisini á sertænastum/sertilboðum. Í dag er støðan tó langt frá nóg góð á hesum øki. Tí politiska skipanin megnar ikki at raðfesta stuðulsskipanina nóg høgt, og megnar heldur ikki at raðfesta sertilboðini – eitt nú til tann eina serskúlan, Skúlan á Trøðni – nóg høgt, so at framkomin og málrættað serundirvísing kann bjóðast øllum hesum næmingum, ið hava so sera stóran tørv á hesum. Hetta er óskiljandi. Ongin ivi er um, at manglandi íløgan í framtíðina hjá hesum børnum og ungu, kostar bæði teimum og samfelagnum ómetaliga nógv hvønn dag og yvir tíð.

Minst 90 á bíðilista til vardan bústað

Tá umræður bústaðarumstøðurnar hjá føroyingum við serligum avbjóðingum, so kunnu vit fegnast um, at komið er væl áleiðis við at byggja nýggjar vardar bústaðir í Klaksvík og Runavík. Eisini eru nakrir vardir bústaðir ávegis á Sandi og í Havn.

Enn standa tó 90 á bíðilista til vardar bústaðir, og veruligi tørvurin er helst enn størri. Hartil eru fleiri av verandi bústovnum ótíðarhóskandi, eins og tørvur er á nýggjum virknis- og umlættingardeplum. Tað er tí týðandi, at ítøkilig átøk og langtíðar íløguætlan verða framd, í tøttum samstarvi millum land, kommunur og Bùstaðir, fyri at røkka á mál.

Manglandi samskipan ein trupulleiki

Tað er tó ongin ivi um, at tað eru hend ávís framstig innan sernámsfrøðiliga økið seinastu mongu árini. Settar eru á stovn ymiskar tænastur tvørtur um aðalráð, tvørtur um stovnar og tvørtur um land og kommunur. Sera trupult er tó at fáa neyðuga yvirlitið, og er neyðugt at venda sær til ótalligar dyr, áðrenn komið verður á mál við einum heildartilboði. Tí verða somu upplýsingar eisini ofta latnar og viðgjørdar fleiri staðni, og óneyðugt dupultarbeiði í stóran mun framt. Úrslitið er m.a. at ongin samlað persónlig menningarætlan og ongin skipað uppfylging av hesum, verður gjørd fyri tey, ið hava so alstóran tørv á júst hesum.

Óskipaða tænastan merkir hartil at tey, ið hava tørv á hesum, als ikki fáa fult gagn burturúr verandi tænastum. Tíverri tykist ofta sum um at «skipanirnar» og «kongaríkini» koma framum persónin, ið hevur tørv á hjálpandi hond. Hetta skal sjálvandi vendast á øvugt – tí persónurin skal sjálvandi í miðdepilin.

Full samskipan møgulig og alneyðug

Og tað ber lætt til at fremja. Hetta við at velja eitt stað, «eina hurð», og har útnevna persónligan ráðgeva, ið samskipar og leypandi fylgir upp uppá øll viðurskifti, ið hava við persónin, ið hevur serligar avbjóðingar, at gera. Á henda hátt verður tryggjað ein skjót og góð tænasta, ið støðugt tekur útgangsstøði í tørvinum hjá tí einstaka persóninum.

Samstundis vil full samskipan, umvegis persónligan ráðgeva, tryggja tættari samstarv tvørturum ymsu eindirnar og stovnarnar, ið veita tænasturnar. Hetta fer aftur at bera við sær størri vitanardeiling, betri gagnnýtslu av førleikum, at sloppið verður undan dupultum fyrisitingararbeiði, og at fleiri og betri tænastur kunnu veitast. Hartil gerst tað heldur ikki eitt ”yvirraskilsi” fyri skipanina, tá ein persónur við serligum avbjóðingum skiftir frá barnagarði til fólkaskúla. Frá fólkaskúla til miðnám. Frá miðnámi til egnan bústað, møguligt vart starv o.s.fr.

Løgtingið samtykt uppskot frá Tjóðveldi

Í vónini um, at seta ferð á eina menning innan hetta økið, løgdu vit í Tjóðveldi í 2012 eitt uppskot til samtyktar fyri á Løgtingi, ið hevði til endamáls, at fáa eina fult samskipaða tænastu til fólk við serligum avbjóðingum. Uppskotið hevði eisini til endamáls at fáa tikið ítøkilig stig til, at minka um tørvin á, at senda børn, ung og vaksin av landinum, men heldur – har hetta letur seg gera – bjóða tænasturnar í Føroyum.

Enn bíða vit…

Løgtingið samtyktið uppskotið, ið álegði landsstýrinum at koma við frágreiðing – í seinasta lagi í 2012 – um, júst hvussu tænasturnar kundu og skuldu samskipast framyvir. Sjálvt um vit eru í 2014, so er onki úrslit komið frá landsstýrinum. Síðan 2012 hevur fráboðanin verið, at arbeitt verður við málinum. Men tað, at so nógv ár nú eru farin framvið, uttan at úrslit fyriliggur, og enntá hóast eitt samt Løgting hevur álagt Landsstýrinum at koma við frágreiðing, tað sigur nakað um, at hetta økið als ikki fær ta raðfesting, ið tað átti. Tíverri.

Úrslit takk.

Og meðan vit bíða, flyta alsamt fleiri familjur við børnum og ungum við serligum avbjóðingum av landinum. Hetta er í allar mátar ein tap-tap støða fyri allar partar.

Kann ikki annað enn undrast um, at politiska skipanin kann fremja eina røð av umfatandi broytingum eftir fáum døgum, men tá tað kemur til at fremja samskipan av tænastum til fólk við serligum avbjóðingum, ella at veita øllum mennandi skúlatilboð eftir fólkaskúla, ella at halda grundleggjandi ásetingar í ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek - so ganga ár eftir ár eftir ár. Og enn bíða vit.

Nú er nokk tosað, skrivað, fundast og bíðað.

Vit vilja síggja úrslit.

Kristina Háfoss

Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi