Nú er háspenningur í luftini

10 November 2020
Skrivað hevur

Teir síðstu dagarnir eru brúktir uppá valfundir, prát við fólk og annars at fáa fólk at trúgva uppá meg. Samanum kann sigast at fólk vilja hava broyting. Og í broyting liggur at nýtt fólk skal á Vaglið. Eg eri nýggj við áræði og vilja til at gera mun. Eg lovi at gera mun og at vísa ábyrgd.

- Eg fari at arbeiða fyri allari Tórshavnar kommunu - bæði bygd og bý.

- Eg fari at kempa fyri, at trivnaðurin í kommununi fer at verða í topp aftur.

- Eg fari at kempa fyri at borgarin skal føla seg tryggan við leiðsluna í kommununi.

- Eg fari at kempa fyri reiðiligheit og opinleika í kommununi.

- Eg fari at kempa fyri at ØLL verða hoyrd, og at ØLL føla seg sum ein partur av kommununi.

- Eg fari at kempa fyri at smáplássini verða líkastillaði við Havnina og Hoyvíkina.

- Eg fari at kempa fyri at bæði ung og gomul í kommununi eru nøgd og glað, og siga seg vita, hvat kommunan arbeiðir við og fram ímóti.

- Eg fari at kempa fyri at gera mun, soleiðis at vit øll hava somu rættindi og møguleikar.

- Eg fari at kempa fyri Tórshavnar kommunu 💪

Set X við MEG á lista E so fær tú eina ektaða rødd - arbeiðsmegi tyri TEG !

GOTT VAL! ❤️

Vinarliga,

Anja Hartmann Wardum

Meira frá sama høvundi

No items found.

Meira um sama evni

No items found.