Tað er mær ein gleði sum formaður í Sosialu Nevnd Klaksvíkar Býráðs at fáa hetta høvið at avdúka navnið á hesum spildurnýggja og snøgga røktarheiminum í Klaksvík.
Nú nærkast av álvara, og tí er tørvur á, at tey, sum varða av hesum heimi, fáa eitt navn at brúka. Um fáar vikur og dagar fara tey fyrstu starvsfólkini at byrja her, og búfólk fara eisini at byrja at flyta inn.
Í søguni hjá mannaættini hava nøvn altíð havt sítt serliga pláss og týdning, og í fleiri førum liggja serligar merkingar í nøvnunum.
Tí er tað ein góður siður, at vit her á klettunum gera okkum ómak við navngeving til nýggj pláss og bygningar.
Ikki minst er hetta galdandi, tá ið tað snýr seg um eitt heim sum hetta, tí her fara nógv ymisk fólk at hava sín dagligdag – ja, hetta verður teirra nýggja heim.
Vit vilja taka hond um okkara eldru
Áðrenn vit fara víðari við avdúkingini av nýggja navninum, vil eg sum formaður í Sosialu Nevnd Klaksvíkar Býráðs nýta høvið at hugleiða heilt stutt um eldraøkið og aktuellu støðuna.
Hetta røktarheim kostar 55,7 mió. kr., harav kommunan hevur borið knappar 40 mió. kr., meðan landið hevur stuðlað við 16,8 mió. kr.
Hetta prógvar, at kommunan hevur ein sterkan vilja at taka sær av okkara eldru. Hesi fólk eru tey, sum hava slóðað vegin fyri okkum, og sum hava ment og bygt hetta góða samfelag til tað, sum tað er í dag.
Tey hava sanniliga uppiborið, at vit, sum verða vald at taka avgerðir fyri samfelagið, geva teimum eldru virðilig og sømilig kor.
Tað er hetta nýggja heimið í Klaksvík eitt gott dømi um – og sum býráðspolitikari og sosialnevndarformaður vil eg siga, at tað er eingin sum helst ivi um, at fyri tey eldru og teirra avvarðandi verður tað munandi lættari dagligdagur, eftir at kommunurnar hva fingið fulla ábyrgd av eldraøkinum.
Góðar royndir av kommununum
Hesum leisti hava vit góðar royndir av, bæði á barnaansingarøkinum og barnaverndarøkinum.
Leisturin er greiður og tryggur:
· har løgtingið verður yvirskipaða lóggávuvaldið,
· har landsstýrið fer at hava eftirlit við økinum,
· og har kommunurnar fáa fulla útinnandi ábyrgd.
Kommunan sá stóra tørvin
Tað var á vári í 2009, at Klaksvíkar Býráð samtykti at søkja landið um stuðul til bygging av nýggjum røktarheimi.
Hetta varð gjørt, ásannandi tann stóra tørvin, sum tá var og framvegis er á eldraøkinum í Norðoyggjum.
Hetta er fyrsta almenna handling, sum fer fram í hesum nýggja bygningi, so hetta er ein søgulig løta – og um nakrar fáar vikur verður almenna móttøkan, har heimið verður latið upp og sýnt fram fyri almenninginum, samstundis sum kommunan tá fer at handa heimið til Almannaverk at reka.
Vitandi fólk í navnanevndini
Í vár varð samtykt at hava eina almenna kapping um navn til nýggja røktarheimið og at seta eina navnanevnd at taka avgerð út frá innkomnu uppskotunum.
Fyri meg hevur tað verið eitt satt fornøjilsi at virkað sum formaður í navnanevndini, sum hevur verið mannað við góðum og vitandi fólki, ið hava tænt nevndini sera væl.
Navnanevndin hevur havt hesar limir: Gunnleyg Durhuus, Eyðbjørg Joensen, Finn Kjølbro, John Færø og eg sjálvur. Skrivari og ráðgevi hjá nevndini hava verið Sigrun Vágstún og Gunnleyg K. Dánjalsson.
44 uppskot komu inn
Hugaligt var at staðfesta, at ikki færri enn 41 uppskot komu inn til navnakappingina.
Flestu uppskotsstillararnir eru hiðani úr økinum, men eisini komu inn uppskot úr øðrum landspørtum.
Hesa stóru undirtøku fegnaðust vit stórliga um í navnanevndini, og eg vil – vegna býráðið og navnanevndina – bera tykkum øllum eina hjartans tøkk.
Navnanevndin hevur havt fleiri fundir, og hevur í arbeiðnum søkt sær hjálp og ráðgeving frá kønum fólki, og komu vit loksins til ta niðurstøðu, sum eg nú um eina lítla løtu skal avdúka.
Tað eru tveir uppskotsstillarar, ið hava skotið upp tað navnið, sum avgerð er tikin um at geva, og áðrenn vit avdúka sjálvt navnið, vil eg fyrst avdúka vinnararnar.
Tað eru tvær kvinnur, sum hvør í sínum lagi eru komnar við sama, vinnandi hugskoti.
Eg fari at biðja Lydiu Petersen og Signy Jacobsen um at koma fram at taka ímóti virðislønini fyri vinnandi hugskotið til navn á nýggja røktarheiminum, segði Jóhann Lützen, formaður í Sosialu Nevnd, sum handaði vinnarunum báðum virðislønir og blómutyssi, áðrenn hann at enda í røðuni avdúkaði navnið á nýggja røktarheiminum, sum er: “Heimið við Vágna”.