Nógv arbeiði fyri framman at endurreisa Tjóðveldisflokkin!

20 February 2021
Skrivað hevur
Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag

Mikukvøldið 17. februar var aðalfundur hildin og nevndin hevur skipað seg soleiðis:

Rógvi Nybo, formaður
Petra E. Petersen, næstforkvinna og ritari
Jenus Í Trøðini, peningarøkil
Heini Holm, tiltakslimur
Jógvan Í Dávastovu, tiltakslimur

Nevndin er samd um, at nógv arbeiði liggur fyri framman at endurnýggja flokkin og at vinna størri undirtøku fyri tjóðveldisstevnuni. Tí fer nevndin at arbeiða miðvíst inneftir í flokkinum fyri at fremja tær neyðugu broytingarnar og, tá støðan aftur loyvir tí, úteftir við tiltøkum fyri fólkunum í Norðurstreymoy.

Til nevndarvalið hesaferð takkaði Brandur Arnoarson fyri seg vegna flyting. Felagið takkar Brandi fyri hansara dygga stuðul og arbeiði, og vóna vit at Brandur framhaldandi verður líka virkin fyri flokkin og stevnuna, sum hann hevur verið her.

Meira um sama evni

No items found.