Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, vitjaði í dag Nicola Sturgeon, forsætisráðharra - First Minister - í Skotlandi.
Tingkvinnan varð boðin at vitja Nicolu Sturgeon í Bute House í Edinburg, í sambandi við at hon leygardagin luttók á ráðstevnu, sum skotski áhugafelagsskapurin Nordic Horizon skipaði fyri. Har helt Bjørt Samuelsen fyrilstur um Føroyar og støðu okkara sum sjálvstýrandi land uttanfyri ES, men í ríkisfelagsskapi við Danmark, sum er limur í ES.
Á kaffifundinum í dag luttók eisini skotski ráðharrin í Brexitmálum, Michael Russel, ið áður hevur vitjað í Føroyum, tó ikki í politiskum ørindum.
Skotsku SNP-ráðharrarnir vístu stóran áhuga fyri føroyskum viðurskiftum, og varð prátað um ymiskt av felags áhuga. Eisini varð prátað um sambandið millum skotska stjórnarflokkin SNP og systurflokkin Tjóðveldi.
Tingkvinnan bar fram óformiliga heilsan frá landstýrismanninum í uttanríkismálum, Poul Michelsen og frá Høgna Hoydal formanni í Tjóðveldi.
Jón Baldvin Hannibalsson, fyrrverandi uttanríkis-, fíggjarmálaráðharri og sendiharri Íslands var eisini við á vitjanini í Bute House í dag.
Tjóðveldi
