Næstformaðurin vs tingbólkaformaður

11 March 2010
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

Tá hetta orðarætt varð valda yvirskriftin í blaðnum 10 mars, á síðu 2 enntá kann veruleikin lættliga misskiljast av mongum, hóast onki motiv nýtist at liggja aftanfyri valdu orðing!
Sjálv varð eg ikki sørt provokerað, táið eg læs yvirskriftina, tí undirritaðað til fánýtis eftir tógvið stríð allan mánadagin royndi at fáa høvi at sleppa at sita við pallborðið umboðandi flokk okkara. Hetta havi eg eisini verið frammi við alment. Hetta royndi eg, tí kvinnuhaldið
var nakað, sum flokkurin nemliga raðfesti høgt! Men hóast hetta varð noktað okkum, so vóru tjóðveldispolitikkarar á Løgtingið nógv best umboðaðir í Norðurlandahúsinum hetta kvøldið í mun til løgtingslimir annars!


Ì greinini síggi eg eisini, at fyriskipararnir verða siteraðir fyri at halda, at ein næstformaður í einum flokki hevur størri møguleika at taka avgerðir floksins vegna, enn floksformaðurin á Tingi, og tí skuldi næstformaðurin sleppa í pallborðið og ikki formaðurin á løgtingi,
soleiðis sum Tjóðveldi ynskti, tá tað nú barst Høgna Hoydal og Tórbjørn Jacobsen frá.
Hasa valdsstøðuna hjá næstformanninum í mun til formannin á Løgtingi, veit eg ikki hvør hevur definerað, men eg kenni hana so ikki aftur. Tvørturímóti!

Sum dømi kunnu vit líka hyggja at, hvørjir næstformenninir eru í mun til tingbólkaformenninir.

* Í Fólkaflokkinum er ongin næstformaður, meðan Jákup Mikkelsen er tingbólkaformaður.


* Í Sambandsflokkinum er Jóhan Dahl næstformaður og Alfred Olsen er tingbólkaformaður


* Í Javnaðarflokkinum eita næstformenninir Randi í Jógvansstovu og Petur Páll Mikkelsen, meðan John Johannessen er formaður teirra á Tingi.


* Í Sjálvsstýrisflokkinum eitur næstforkvinnan Kristina Toftegaard og Kári P. Højgaard er formaður og tingbólkaformaður.


* í Miðflokkinum er Terje Vestergaard næstformaður meðan Jenis av Rana er bæði formaður og tingbólkaformaður. .


* Í Tjóðveldinum er Torbjørn Jacobsen næstformaður og Annita á Fríðriksmørk er tingbólkaformaður.

Og so kann ein sjálv fundera yvir, hvør av persónunum man hava størri vald:

næstformaðurin ella Floksformaðurin á Tingi. Á pappírinum og í veruleikanum!

Í Tjóðveldinum er tingbólkaformaðurin eisini føddur limur í leiðslu floksins eins og næstformaðurin er tað. Sjálv var eg eisini næstforkvinna Tjóðveldisfloksins í eini 6 ár, áðrenn eg varð vald á Løgting. Minnist onki til, at eg hevði størri vald tá, enn eg havi nú.


Og fyri ein ordans skyld so ringdi eg persónliga til Kvinnufelagið áðrenn kl 10 mánamorgunin fyri at boða frá, hvør kundi møta, - og ikki seinnapartin, sum skrivað verður í greinini. Men um tíðspunktið tá boðað var frá, hvør kom, nú var trupulleikin, so má logiska avleiðingin av tí verða, at tað hevði ongin trupulleiki verið, um eg bara boðaði frá eina viku frammanundan. Og um so er, hvar er so logikkurin?

Tá tað verður sagt, at aðrir flokkar eisini høvdu spurt, um tey kundu senda annað umboð enn formannin, so fekk eg at vita, at tað var Javnaðarflokkurin, sum hevði spurt, um tey møguliga kundu senda Eyðgunn Samuelsen, um tað nú bart Jóannes Ejdesgaard frá. Eygunn Samuelsen, sum annars er millum skilabestu kvinnur í landinum, hevur sitið sum varafólk á tingi í 1½ ár.

Annita á Fríðriksmørk