Myndugleikans armslongd til Markus

1 July 2010
Skrivað hevur

Føroyskir myndugleikar røkka sostatt ikki inn at tryggja øllum børnum og foreldrum í Føroyum somu rættartrygd. Heldur ikki megna myndugleikarnir at tryggja sær, at ættleiðingarskipanin, sum virkar í Føroyum, er nóg góð.

Tað er skuffandi niðurstøðan í svari frá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í lógar- og rættarmálum uppá §52a-fyrispurningar í sambandi við málið um Markus.

Annika Olsen og Innlendismálaráðið taka tað tó sum givið at: “Ríkisumboðið má hava góðar grundgevingar fyri einum tílíkum inntrivi.”. Er tað nóg gott fyri rættartrygdina hjá borgarum í Føroyum? Mítt greiða svar er: Nei!

Málið eindømi
Eitt barn verður tikið frá sínum foreldrum í Føroyum. Tað verður flutt beint av landinum. Málið er eindømi í okkara landi. Barnið hevur verið her í fleiri mánaðir, og knýtt bond til foreldur og familjuna kring seg. Men innan heilt fáar dagar, og ímeðan annað foreldrið er burturstatt, og sostatt ongan møguleika hevur at tala sína søk, verður ein avgerð tikin, sum er sera lagnutung fyri barn og foreldur.

Undirritaða tekur ikki støðu til, hvørt avgerðin er skeiv ella røtt. Ymiskt bendir tó á álvarsamar veikleikar í tilgongdini til ættleiðingina, síðani hetta yvirhøvur kann koma fyri.

Í málum, har fyrisitingarligar og endaligar avgerðir verða tiknar, ið hava so álvarsamar og víðfevndar menniskjaligar avleiðingar, og har avgerðin verður tikin við ógvuliga stuttum skotbrái, er neyðugt, at føroysku myndugleikarnir kunnu veita trygd fyri fullgóðari rættartrygd fyri børn og foreldur. Tað kunnu teir ikki, sambært svarinum frá Anniku Olsen. Og føroysku myndugleikarnir velja tíverri at halda málið armslongd frá sær, við at vísa til, at talan er um danskt málsøki.

Hví eingin barnavernd?
Yvirskipað má verða tikið sum givið, at ættleiðingarmyndugleikarnir tryggja sær allar neyðugar upplýsingar, sum eru grundarlagið undir foreldragóðkenningini, áðrenn foreldur fáa loyvi at fara til fjarskotin lond eftir einum barni. Takast má eisini sum givið, at tá eitt ættleitt barn er komið inn í eina familju og hevur knýtt seg til tey, sum eru rundanum tað, so eru tað einans orsøkir, ið eru at fata sum barnaverndarmál, ið kunnu hava við sær, at barnið verður tikið frá foreldrunum aftur.

Men føroyska barnaverndin var ikki inni í málinum. Hvørki tann lokala ella yvirskipaða barnaverndin. Børn kunnu sostatt takast frá føroyskum foreldrum uttan at barnaverndin hevur verið inni og mett um vandan fyri at barnið ikki fer at hava ein tryggan uppvøkstur. Og til hetta svara okkara myndugleikar: “Almannaráðið hevur upplýst, at barnaverndarmál og ættleiðingarmál eru hvør sítt og er sera týdningarmikið at halda hesi øki hvør sær. Barnaverndin hevur onga heimild í ættleiðingarmálum, ið er danskt øki. Áðrenn ættleiðingin er endalig, eru ættleidd børn undir eini danskari rættartrygdarskipan.”

Men hví hevur tað týdning at halda barnaverndarmál og ættleiðingarmál hvør sær, tá barnið er komið til landið og hevur búð her í lutfalsliga langa tíð? Hví heldur føroyski lógar- og rættarmyndugleikin tað vera í lagi, at allar familjur í Føroyum ikki eru vardar av somu rættartrygdarskipan? Partur av hesi rættartrygd er, at eitt barn ikki kann missa síni foreldur ella foreldrini sítt barn, uttan so at serfrøðin á økinum – barnaverndarmyndugleikin – hevur verið inni og mett um vandan fyri framtíðini hjá barninum. Hetta má heilt greitt ganga framum ættleiðingarreglurnar. Og hetta eru spurningar, sum føroysku myndugleikarnir mugu og skulu taka støðu til.

Spurningur um ættleiðing til Anniku Olsen

Svar frá Anniku Olsen

Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna

Meira frá sama høvundi

No items found.