Fyrispurningur til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum:
Hevur nakað samband verið ímillum strandarlondini Føroyar, ES og Noreg, um makrelfiskiveiðina í 2010, tvs. síðani samráðingarnar slitnaðu í Edinburgh hin 27. november 2009?
Er nakað avgerðandi hent í málinum millum londini hesum viðvíkjandi, ella er nakað avgerðandi hent viðvíkjandi makrelveiðini í ár, ímillum partar av londunum, sum vóru við í gomlu strandarlandaavtaluni um makrelin? Og hvørjar negativar avleiðingar kann hetta tá fáa fyri Føroyar? Ella positivar?
Hvør er nú ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum viðvíkjandi makrelveiði hjá føroyskum skipum í 2010?
Hvør er framtíðarstrategiin hjá landsstýrismanninum viðvíkjandi makrelveiði føroyinga, er tað at áseta okkum sjálvum eina kvotu ella verður framvegis roynt eftir einum samstarvi saman við ES og Noregi og eventuelt Íslandi?
Nær kann roknast við, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum tekur eina støðu í málinum viðvíkjandi føroyskari makrelveiði í 2010?
Viðmerkingar:
Lítið hevur verið at frætt alment frá málinum viðvíkjandi føroyskari makrelveiði, síðani samráðingarnar millum strandarlondini slitnaðu í november mánaða í fjør. Ongi tíðindi eru um hesi viðurskifti á heimasíðu Fiskimálaráðsins, tí má roknast við, at stígur framvegis er í málinum. Hinvegin, so frættist tíðum á gøtuni, at hini bæði strandarlondini, ES og Noregi, hava fundast um málið, og tað gongur sum rótasúpan, at tey hava funnið saman um eina semju fiskiveiðini viðvíkjandi í 2010, og at Føroyar ikki eru partar av hesi avtalu. Spurningurin verður settur fyri at fáa at vita hvussu hesin týdningarmikli fiskiskapur fyri føroyingar verður skipaður í 2010 og frameftir.