Munnligur fyrispurningur til landsstýriskvinnuna í kommunumálum Anniku Olsen

4 November 2009
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

1. Væntar landsstýriskvinnan, at tað fer at eydnast at leggja kommunurnar saman við lóg í hesum valskeiðnum. Hvat byggir hon sínar metingar á?

2. Kann landsstýriskvinnan grundgeva fyri síni støðu til progressivan kommunalskatt, og um hetta verður partur av kommunalreforminum?

3. Verða fólkaskúlaøkið og/ ella eldraøkið løgd út til kommunurnar? Um ja, so nær? Um nei, so hví?

4. Hvat av teimum tilmælum, sum standa í nýggja kommunuálitinum, væntar landsstýriskvinnan verður sett í verk í hesum valskeiði?

5. Verður kommunuval í úrstíð?


viðmerkingar
Landsstýriskvinnan hevur fleiri ferðir seinasta 1½ árið verðið spurd um hennara ætlanir á kommunuøkinum. Hvørja ferð hevur hon í svarinum víst til kommunuálitið, sum nevnd undir innlendismálaráðnum hevur arbeitt við.

Nú er so álitið latið landsstýriskvinnuni, og kunnandi fundur hevur verið við avvarandi partar um málið. Nú liggur so bólturin hjá landsstýriskvinnuni, hvørs kommunalpolitiska styrki kemur at vísa seg í teim úrslitum, hon fær frá hondini komandi mánaðirnar.

Veit ikki hvussu nógv eitt úrslit á samanleggingarøkinum hevur at týða fyri landsstýriskvinnuna, ella fyri landsstýrið sum heild. Tær útmeldingar, sum eru komnar frá ymsum samgongutingfólkum fara tó í fleiri ættir. At slíkur signalforvirringur dominerar kjakið er sjálvandi óheppið, og serliga fyri tær gott og væl 30 kommunur, hvørs fólkavaldu kommunalpolitikkarar fylgja kjakinum við stórum áhuga. Alt til tess at gera sær eina meting av, hvønn veg tær kunnu vænta, at teirra yvirorðnaði fer at beina kommunu og lokalpolitikk teirra..

Tí er tað ynskiligt at síggja hvørja leið landsstýriskvinnan á økinum leggur sína orku í. Bæði í ætlanini at leggja kommunurnar saman við lóg. Í kommunuskattinum. Í útjavningini. Í blokkstuðulspolitikkinum. Í útleggingarøkinum. Osfr.

Síðani álitið varð handað landsstýriskvinnuni hevur merkiliga lítið verið at hoyrt um ætlanirnar hjá landsstýrinum. Um orsøkin er at finna í tí, at man ikki veit hvønn veg man vil ganga, ella tað kanska verður arbeitt konstruktivt í tí stilla, veit eg ikki. Haldi bara, at tað er av alstórum týdningi, at løgtingið fær at vita, og kommunurnar serliga, um kommunurnar verða lagdar saman við lóg í hesum valskeiði, um tær kunnu vænta eitt slag av fíggjarligari útjavning, um tær kunnu vænta progressivan kommunuskatt, og um størri øki verða løgd út til kommunurnar at umsita.


Og ikki minst um tær kunnu vænta val í úrstíð.

Tí soljóðandi fyrispurningar


Annita á Fríðriksmørk