Munnligir fyrispurningar til Jacob Vestergaard, landsstýrismann Viðvíkjandi sporførisskipan
Kann landsstýrismaðurin siga Løgtinginum:
1. Um, og á hvønn hátt kravið um sporføri, sum ES nú setir til allan fisk, ið skal innflytast á ES marknaðin, ávirkar føroyska fiskaútflutningin?
2. Í hvønn mun hevur fiskivinnan atgongd til og í hvønn mun nýtir hon verandi sporførisskipanir, so veiðiváttan kann fylgja útflutta fiskinum?
Viðmerkingar:
Krøvini frá fiskakeyparum til vátan um, at fiskurin er lógliga veiddur, vaksa alsamt. Frá 1. januar er ES farið at krevja, at allur fiskur, sum verður útfluttur til eitt ES land, skal hava eina veiðiváttan við sær. Hetta ger ES fyri at steðga innflutningi av ólógliga veiddum fiski til ES-lond. Nýggja kravið merkir, at sporføri er á hvørjum einstøkum partíið av veiddum fiski, og tað er eisini galdandi fyri allan fisk, innfluttan til ES úr Føroyum.
Í mong ár hevur verið arbeitt við einari føroyskari sporførisskipan. Ráfiskaseljarar og ráfiskakeyparar settu felagið Føroya Sporførisskipan á stovn, og á sumri 2007 frættist at: “Heimsins fyrsta talgilda sporførisskipan er nú latin alment upp fyri alla vinnuna at nýta”. Fiskimálaráðið hevur í fittan mun fíggjarliga stuðla arbeiðinum at menna sporførisskipanina.
Á Løgtingi 1. februar 2010
Bjørt Samuelsen
Munnligur fyrispurningur til Jóhan Dahl, landsstýrismann í strandferðslumálum
Viðvíkjandi farmasigling til Skúvoyar
1. Hvørjar eru grundgevingarnar fyri, at júst Comrade er valdur at seta í farmasiglingina til Skúvoyar?
2. Metir landsstýrismaðurin, at hetta er eins góð loysn og Ritan at røkja farmflutningin til og úr oynni?
Viðmerkingar
Skúvoyingar eru sera misnøgdir við, at Comrade skal nýtast at røkja siglingina til Skúvoyar, nú Ritan fer í aðra sigling. Hetta hevur borgarstjórin í oynni, Harry Jensen, fleiri ferðir víst á. Og á bygdarráðsfundi fyri góðari viku síðani skrivar bygdarráðið soleiðis til landsstýrismannin í strandferðslumálum:
“Skúvoyar kommuna vil hervið heita á tygum, um at taka okkum, og okkara ynski og tørv, í álvara, og ikki seta hasa loysnina við “Comrade” í verk.
Sum tað so ofta er sagt, er Ritan í løtuni tað einasta skipið, sum kann brúkast. Vit vilja ikki, heldur enn onnur, fáa eina verri tænastu, enn vit hava havt. Skal annað skip setast í hesa sigling, má tað vera eitt skip, sum hevur krana og stabilitet á nakað sama støði sum Ritan. So leingi sum atløgu umstøðurnar eru sum tær eru, vilja vit helst ikki hava nakrar broytingar. Hetta hava vit ført fram so ofta, at tað vita øll eftirhondini.
Eisini vísa vit til skrivið frá tygum (dagf. 22. sep. 2009), har tygum vissa okkum, um at onki verður broytt uttan so, at tað er í minsta lagi á sama støði sum nú.”
Umstøðurnar at búgva á útoyggj eru truplar sum er, og tí eiga nýggjar flutningsloysnir ikki at vaksa um byrðuna.
Á Løgtingi, tann 1. februar 2010
Bjørt Samuelsen
Munnligir fyrispurningar til Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum
Viðvíkjandi varðveitslu av Másanum
1. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at varðveita Másan sum fornminni?
2. Hevur landsstýrið viðgjørt, hvat henda skal við Másanum?
Viðmerkingar
Másin liggur á Vágs skipasmiðju og bíðar eftir lagnu sínari. Hóast væl komið til árs, og slitið, ber skipið framvegis dám av stásiligari fortíð, sum tað vakra og erna skip smíðað úr eikitræi, bók og furu, sum fór av bakkastokki av Tórshavnar Skipasmiðju í 1959. Másin varð bygdur sum postbátur og seinasta ferðamannaskip, smíðað í Føroyum, úr træi. Másin var eisini seinasta træskip í Strandfaraflotanum, nú tað misti siglingarloyvið, og sigldi seinastu ferðina til Fugloyar og Svínoyar tann 31. august í ár.
Másin er ikki einans eitt sera vakurt skip, hóast tað tíverri ikki hevur verið hildið væl viðlíka. Skipið ber ein spennandi part av søguni um millumoyggjasigling okkara, og hevur tí stórt siðsøguligt virði.
Landsstýrið eigur Másan, og landsstýriskvinnan í mentamálum situr tí við framtíð hansara í hondum sínum. Landið hevur higartil valt ikki at varðveita nakað av gomlu skipunum, og sostatt eiga vit einki líknandi træskip, sum fyri komandi ættarliðum kann fortelja søguna um skipasmíð og oyggjasiglingarsøgu.
Másin kann fáa stóran týdning sum savn, kanska flótandi savn. Næstseinasta træskipið í flotanum, Barsskor, varð høgdur í petti. Vónandi fær Másin eina munandi mildari lagnu - til gagns og gleði fyri føroyingar og vitjandi.
Á Løgtingi, tann 2. februar 2010
Bjørt Samuelsen
Munnligur fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í samferðslumálum
Viðvíkjandi almennum virksemi og kapping
Eru broytingar hendar í virkseminum hjá Landsverki soleiðis, at møguleikarnir hjá almenna stovninum at fáa uppgávur, privat virkir annars kundu tikið sær av, eru øktir?
Viðmerkingar:
Í tíðindabrævi frá Vinnuhúsinum 1. februar stendur millum annað at lesa: “Í Føroyum hyggur vinnulívið tí undrandi eftir, hvussu almennir stovnar víðka um sítt virksemi, meðan vinnufyritøkurnar kenna seg noyddar at siga starvsfólkum úr starvi. Uppgávur, sum vinnan vanliga hevur átikið sær, skal hon nú bjóða uppá í kapping við almennar stovnar, sum ikki hava krøv um avkast, og sum endurnýggja vinnutólini gjøgnum játtan á fíggjarlógini.”
Ilt er at tulka hálvkvødna vísu. Betri hevði verið, um Vinnuhúsið greitt vísti á, hvørjar trupulleikar eftir teirra tykki talan er um. Men eitt, sum eina tíð hevur verið at frætt, er, at Landsverk í størri mun enn áður er farið at dubba sína maskinpark og keypa útgerð, sum styrkir almenna stovnin í mun til kapping við vinnuna. Og at stovnurin bjóðar inn upp á arbeiði hjá tí almenna saman við ávísum privatum fyritøkum, og at hesar fáa ein kappingarfyrimun í mun til aðrar.
Spyrjarin kann tí av góðum grundum ikki taka dagar ímillum, hvat er rætt og skeivt í tí, sum sagt verður. Landsstýriskvinnan hevur hinvegin allar møguleikar fyri at hava gott innlit í nevndu viðurskifti, og tí verður hon biðin um at greiða Løgtinginum frá omanfyrinevndu spurningum.
Landsstýriskvinnan umsitur ikki vinnumál, men hon umsitur stovnin Landsverk, sum er ein ovurhonds týdningarmikil stovnur eisini í vinnuhøpi. Hetta tí Landsverk umsitur alla almenna bygging, umframt bygging av øllum samferðslukervinum.
Tíðirnar eru álvarsamar fyri bæði arbeiðstakarar og arbeiðsgevarar. Tað er sera umráðandi – í tann mun tað yvirhøvur ber til – at fyribyrgja, at privata vinnan verður harðari rakt av niðurgongdini enn neyðugt. Tí er eisini neyðugt at hava eygað við, at landsstovnar ikki í óneyðugan mun fara avstað við arbeiði, sum kann liggja hjá privatu vinnuni. Tó kunnu serligar umstøður gera, at tað er skilagott, at tað almenna stendur fyri arbeiðinum, sum tað privata eisini kundi framt.
Á Løgtingi 1. februar 2010
Bjørt Samuelsen
Munnligur fyrispurningur til Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum
Viðvíkjandi arbeiðsskapandi átøkum
1. Hevur landsstýrismaðurin og/ella landsstýrið í hyggju at seta í gongd nøkur arbeiðsskapandi tiltøk fyri at fyribyrgja skjótt vaksandi arbeiðsloysinum?
2. Verður talan um at umraðfesta á fíggjarlógini soleiðis, at íløgurnar verða fluttar til almenn arbeiði, sum skapa arbeiði til flest møguligar hendur?
3. Verður talan um at framskunda íløgur, sum kunnu skapa arbeiði til nógvar hendur? Um ja, hvørjar?
Viðmerkingar
Spurningurin verður settur til tess, at Løgtingið kann frætta, hvat landsstýrismaðurin í vinnu- og arbeiðsmarknaðarmálum ætlar at gera við akuttu støðuna, har arbeiðsloysið nú veksur sera skjótt, og har alsamt fleiri fyritøkur mugu minka munandi um sítt virksemi og í ringasta føri eru í vanda fyri at lata aftur.
Sambært ALS eru 1437 arbeiðsleys skrásett pr 1. februar, men hetta verður væntandi væl hægri um stutta tíð.
Tørvur er á miðvísum arbeiðsskapandi átøkum frá landsins myndugleikum. Samtykta fíggjarlógin fyri 2010 vísti ikki á átøk fyri av álvara at fyribyrgja arbeiðsloysinum. Í staðin fyri at gera skipaðar upp- og niðurraðfestingar varð skorið javnt niður um ein kamb. Fleiri íløgur eru útsettar – til dømis bygging av nýggjum havrannsóknarskipi og ávísar vegagerðir. Hetta varð gjørt heldur enn at framskunda fleiri almennar íløgur, ímeðan niðurgongd er í búskapinum, so arbeiði kundi verið til fleiri hendur.
Tíbetur byrgir ein betri ALS-skipan fyri, at fólk flytur av landinum í fyrstu atløgu. Men langtíðarárinini av stórum arbeiðsloysi kunnu vera sera álvarsom fyri fólk og vinnu í landi okkara.
Landsstýrismaðurin er komin við einum vakstrarpakka. Tó tykist fyrst og fremst at vera talan um átøk, sum einaferð í framtíðini kunnu geva meira virksemi. Sera lítið hevur verið at frætt frá landsstýrinum um arbeiðsskapandi átøk, sum kunnu fremjast her og nú.
Á Løgtingið, tann 1. februar 2010
Bjørt Samuelsen