Munnligir fyrispurningar til tingfundin miðvikudagin hin 20. januar 2010

19 January 2010
Skrivað hevur
Tórbjørn Jacobsen

1) Fyrispurningur til landsstýrismannin í fíggjarmálum, Jóanes Eidesgaard:

Hvussu nógv fingu tær almennu Føroyar burturúr at selja 2/3 av sínum ognarluti í Pf. Føroya Banka og hvussu er peningurin plaseraður?

Viðmerkingar:

Nú er nakað væl fráliðið síðani landið seldi burturav sínum ognarluti í Pf. Føroya Banka og hóast breið politisk samtykt varð gjørd um, at peningurin, ið fekst burturúr, annaðhvørt skuldi setast í ein búskapargrunn ella brúkast til at gjalda almenna skuld niður við, so er enn ongin almenn savnað uppgerð gjørd um hesa sølu, ella eitt yvirlit yvir hvussu fíggjarmálaráðið hevur plaserað peningin, tí verður spurningurin settur fram.

2) Fyrispurningur til landsstýrismannin í fíggjarmálum, Jóanes Eidesgaard:

Hvussu ætlar, ella hvussu hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fíggjað tann partin av hallinum í 2009, sum er omanfyri hálva milliard, og hvussu ætlar hann at fíggja hallið á umleið 800 mió. kr. sum busjetterað er við í 2010?

Viðmerkingar:

Táið greitt var í 2008, at fíggjarlógin fyri 2009 kom at dragast við stórt hall, mælti fíggjarnevndin landsstýrismanninum í fíggjarmálum til, at fáa sær heimildir til vega í løgtinginum, til tað at fíggja hallið. Hetta var gjørt við einum uppskotið í tinginum, ið var samtykt við stórum meiriluta. Alt hallið var tó ikki fíggjað við hesi heimild, og tað eru ongar serskildar heimildir fyri at fíggja ætlaða hallið í 2010.

3) Fyrispurningur til landsstýrismannin í fíggjarmálum, Jóanes Eidesgaard:

Hvussu stórur partur (%) av samlaðu íløgukvotuni hjá landinum var ætlaður Eysturoynni (havrannsóknarskipið incl.) í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2010, sum landsstýrismaðurin legði fyri tingið fyri 1. okt. 2009, og hvussu stórur er hesin sami partur (%) av samlaðu íløgukvotuni, eftir at fíggjarlógin fyri inniverandi ár varð samtykt stutt fyri jól í fjør?

Viðmerkingar:

Soleiðis sum gongdin bleiv í fíggjarlógararbeiðnum í heyst, kann tað tykjast trupult hjá fólki at finna útav, hvussu íløguparturin í henni er býttur kring landið. Í upprunauppskotinum hjá landsstýrismanninum var umrøddi geografiski partur av landinum rímiliga væl umboðaður, men alt bendir á, at hesin parturin av landinum dragnaði heilt og fult í endaspurtinum hjá samgonguni íløgunum viðvíkjandi. Hesum eigur landsstýrismaðurin at gera greiði fyri.

4) Fyrispurningur til landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard:

Stórar ætlanir vóru um at byrja bygging av nýggjum havrannsóknarskipi í fíggjarlógaruppskotinum, ið upprunaliga varð lagt fram um fíggjarárið 2010, táið fíggjarlógin endaliga varð samtykt, stutt fyri jól í fjør, var ongin króna eftir til havrannsóknarskipið, hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin hesum máli viðvíkjandi frameftir?

Viðmerkingar:

Peningur er brúktur til fyrireiking av hesum prosjektið, og m.a. hevur Vinnumálaráðið sett hetta prosjektið fram sum tað fremsta í eini virkisætlan, ið skal fáa gongd aftur á samfelagið. Tí kendist tað margháttligt, at ætlaninar so bráðliga hvurvu sum døgg fyri sól, eftir at landsstýrið tók ræðið á meirilutanum í fíggjarnevndini, einar tvær vikur fyri samtyktina um fíggjarlógina.

5) Fyrispurningur til landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard:

Hvør er settur í setanarnevndina, ið skal tilmæla landsstýrismanninum, hvør ið skal setast sum nýggjur stjóri á Havstovuni?

Hvussu mangar umsøknir eru komnar Fiskimálaráðnum í hendi higartil?

Viðmerkingar:

Lýst er eftir nýggjum stjóra til Havstovuna, ið má metast at vera millum týdningarmestu størv í landinum, soleiðis sum Føroyar vinnuliga eru samanskrúvaðar. Stovnurin er hartil fremsti granskingarstovnur okkara, ið hevur ómetaliga stórt álit millum vísindafólk í øðrum londum, tí er tað av størsta týdningi, at hetta starvið ikki verður sett samsvarandi tí siðvenju, sum alt ov mangan hevur verið avgerandi fyri setan av fólki í almenn størv, nevniliga samsvarandi partapolitiskum kvalifikatiónum.

6) Fyrispurningur til landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard:

Nær skal Fiskidaganevndin veljast av nýggjum, ella er hon vald av nýggjum?

Viðmerkingar:

Nevndin er sett eftir § 5, stk. 9 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 við seinni broytingum. (Ll. nr. 38 frá 26. mars 2002)

”§ 5, stk. 9 Fiskidaganevndin.

Landsstýrismaðurin velur eina Fiskidaganevnd, umboðandi vinnuna á sjónum, sum letur landsstýrismanninum metingar um støðuna í botnfiskastovninum og tilmæli um fiskidagar, og hvussu fiskiskapurin skal skipast tað komandi fiskiárið.

Nevndin og varaumboð verða vald fyri 4 ár í senn.

Landsstýrismaðurin ger reglugerð um val og virki nevndarinnar og tryggjar nevndini neyðugt tilfar til tess at útinna arbeiðssetningin.

Landsstýrismaðurin velur formann og varaformann og setur skrivara.”

Soleiðis stendur skrivað á heimasíðu Fiskimálaráðsins, og harvið skuldi skeiðið hjá sitandi Fiskidaganevnd verið runnið. Táið onki er frætt um, at landsstýrismaðurin hevur valt nevndina av nýggjum, verður spurningurin settur.

Glyvrum, 19. januar 2010.

Tórbjørn Jacobsen