1. Til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann í mentamálum:
· Hvussu ætlar landsstýrismaðurin ítøkiliga at skipa rakstrartiltøkini í 2011?
Viðmerkingar:
Í búskaparfrágreiðingini, sum løgd er við uppskotinum til samtyktar um fíggjarkarmar fyri 2011, verður boðað frá, at Mentamálaráðið skal minka um sítt virksemi. Sagt verður, at Ráðið skal minka um úrtreiðslurnar til lestrarstuðul við 2 mió. kr., stuðulsjáttanir runt umkring við 4,4 mió. kr. hartil skulu rakstrarsparingar gerast fyri 4,45 mió. kr. Táið landsstýrismenninir, sambært fjølmiðlunum, í fleiri skiftum hava verið við til at samráða karmarnar uppá pláss, mega nøkur meira ítøkilig tøl liggja aftanfyri samlaðu upphæddirnar, sum settar eru upp í yvirlitinum í búskaparfrágreiðingini. Táið landsstýrismaðurin á hesum fundum hevur sagt seg føran fyri at spara hendan peningin í 2011, so er tað sjálvsagt, at hon hevur eina ítøkiliga ætlan fyri, hvussu hesar sparingar skulu fremjast í verki.
2. Til Rósu Samuelsen, landsstýrismann í almannamálum:
· Hvussu ætlar landsstýrismaðurin ítøkiliga at skipa minkingina av Nærverkinum í 2011, og hvørjar fyrireikingar eru longu gjørdar hesum viðvíkjandi?
Viðmerkingar:
Sambært rakstrartiltøkunum, sum gerast skulu viðvíkjandi fíggjarlógini fyri 2011, verður Nærverkið skorið við 13,7 mió. kr. Gangast má út frá, at landsstýrismaðurin sjálvur er komin við hugskotinum, og at fyrireikingar longu eru gjørdar, soleiðis, at hetta kann lata seg gera frá næsta ársskifti. Skulu uppsagnir t.d. muna nakað í næsta fíggjarári, so má ein ætlan longu nú vera greið hesum viðvíkjandi. Ætlanin við spurninginum er at fáa greiði á, hvussu landsstýrismaðurin ætlar at fáa hesa sparingina at hanga saman ítøkiliga.
3. Til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum:
· Hevur landsstýrið/landsstýrismaðurin slept ætlanini um at fara undir at smíða nýtt havrannsóknarskip?
Viðmerkingar:
Sambært langtíðarløguætlanini hjá landsstýrinum, í uppskotinum um karmar næstu 5/6 árini, er nýggja havrannsóknarskipið slept. Hetta samsvarar ikki við tað, sum boðað hevur verið frá frammanundan. Fyrireikingar eru longu gjørdar fyri á leið 3 mió. kr. og tí kennist tað løgið, at ætlanin er slept fullkomuliga, samstundis sum als ongin ætlan er fyri aðrari endurnýgging í mun til verandi havrannsóknarskip ”Magnus Heinason”.
4. Til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann í fíggjarmálaráðnum:
· Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at lóggeva viðvíkjandi nýggja Tilfeingisgjaldinum?
Viðmerkingar:
Samsvarandi tí sum upplýst er í búskaparfrágreiðingini, ið løgd er við uppskotinum til karmar fyri 2011, fer eitt nýtt tilfeingisgjald at vera lagt á vinnur, sum virka við almennum serloyvum. Hetta skal tó bert vera galdandi fyri ”yvirskotsvinnur”. Vanliga plagar slík lóggáva at vera generell, t.v.s., at øll sum hava fingið slík almenn serloyvir koma undir somu ásetingar. Sambært tí sum upplýst verður, ætlar landsstýrið tó ár fyri ár, selektivt, at tilfeingisskatta tær vinnur, sum ”tilvildarliga” hava ein ”vinning” í einum ári. Ongin trygd er tó fyri, at hesar vinnur hava ein veruligan vinning, táið landsstýrið ætlar at fara inn í skipanina hjá teimum áðrenn fíggjarpostarnir eru avroknaðir roknskaparliga. Hetta tykist vera órímiligt fyri tey, sum hava fingið stóran bruttovinning av eini stórari og nýggjari íløgu. Hetta hendir í sama andadrátti, sum Búskaparráðið gremur seg um, at tær privatu íløgurnar eru alt ov smáar og fáar.
5. Til Anniku Olsen, landsstýrismann í innlendismálum:
· Hevur landsstýrismaðurin hoyrt nakað aftur frá donskum myndugleikum, um sjaldsomu setanina av politiinspektøri fyri góðum tveimum mánaðum síðani?
Glyvrum, 06. apríl 2010
tórbjørn jacobsen