1. Fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann í mentamálum:
• Nær kann roknast við, at landsstýrið fer at gjalda tær 7,3 mió. kr., sum Føroyar hava bundið seg til at gjalda fyri at gerast partur av ES-granskingarsamstarvinum?
• 6. januar í ár endurgav Sjónvarpið landsstýrismannin í mentamálum, Helenu Dam á Neystabø, fyri at siga, at fyrsta gjaldið, á 7,3 mió. kr. skuldi fáast til vega úr Búa Grunninum?
• Hvør eigur og hvør hevur ræðið á Búa Grunninum?
• Hvussu nógvur peningur er tøkur í Búa Grunninum?
• Eru tað aðrir partar enn Landsstýrið, sum varða av hesum grunni, og um so er, hvør er støða teirra til aktuella málið, um at brúka fæ grunsins til júst hetta endamálið?
Viðmerkingar:
Fyri góðum trimum árum síðani segði táverandi aðalstjórin í Mentamálaráðnum, Petur Petersen, við Útvarpið (avskrivaða samrøðan liggur við spurninginum), at nú var leyst og liðugt hjá føroyingum at gerast partar av ES-granskingarsamstarvinum, og samstundis at gerast partur av teimum 380 milliardum kr., sum eru ásettar í rammuskránni frá 2007 – 2013.
Hesin embætismaðurin man hava verið heldur munnlættur, tí nú góð trý ár seinri eru Føroyar framvegis ikki vorðnar partur av granskingarsamstarvinum í Europasamveldinum. Nú sigst avtalan at vera í lagi, men nú er trupulleikin, at ongin føroysk fígging er at finna til endamálið.
Tað seinasta menn vita um málið er, at landsstýrismaðurin í mentamálum, HDáN, fyri góðum mánaða síðani ætlaði at taka fyrsta gjaldið, á 7,3 mió. kr., úr einum rættiliga ókendum grunni, nevndur Búa Grunnurin. Sambært málsøkjabýtinum er tað tó vinnumálaráðharrin, Jóhan Dahl, sum tekur sær av landstýrisins áhugamálum hesum grunni viðvíkjandi.
Tey fægstu mundu vita um hendan grunnin, og táið hann nú tykist vera treytin fyri, at føroyingar kunnu gerast partar av europeiskari gransking, er tað týdningarmikið at fólk fáa innlit í hvør hesin grunnurin er, hvussu stórt fæ hansara er, og hvør ið hevur ræðið á honum.
Hetta er eitt mál sum hevur stóran týdning fyri Føroyar. Játtanin til gransking verður bara alt meira niðurpínd ár fyri ár á fíggjarlógini, hóast flestu politikarar brúka júst granskingina sum valagn á einum løgtingsvali fyri og øðrum eftir. Tað kennist eisini løgið, at útsagnirnar úr Mentamálaráðnum eru so lítið álítandi hesum viðvíkjandi. Fyri meira enn trimum árum síðani var alt leyst og liðugt, og vit kunnu enn bara staðfesta, at rokkið er ikki á mál enn, - í málinum.
Løgd við sum skjal er samrøðan, skrivað av orð fyri orð eftir tíðindunum í Útvarpinum 8. januar 2007:
Niðurskrivað samrøða í Útvarpi Føroya 8. januar 2007:
H.D.: Føroyskir granskarar kunnu nú søkja um pengar úr ES, til at granska fyri. Føroyar eru komnar við í granskingar- og útbúgvingarsamstarvið hjá ES, sum fevnir um hundrað tals milliardir, og tað eru krónur vit tosa um. Hetta verður eitt fantastiskt frambrot fyri føroyska gransking, sigur aðalstjórin í Mentamálaráðnum. Petur Petersen.
P.P.: Tað betýðir tað, at vit frá 1. januar av, kunna koma inn og taka lut í útvaldum granskingarprogrammum hjá ES, og tað gera vit við, at vit skula tilnevna nøkur, vit kalla tað NCP-umboð, tað stendur fyri National Contact Pouints, og hesi her fólkini, sum tað so kemur at snúgva seg um, skula so taka lut í á ES fundinum og byggja brýr millum føroyskar granskarar og granskarar í ES, í granskingarprogramminum í ES.
Ó.Z.: Sjeynda ES rammuskráin innan gransking og tøkniliga menning fevnir um árini frá 2007 til 2013. Fíggjarætlanin hesi árini er 50,5 milliardir evrur, tvs. umleið 380 milliardir krónur. Treytin fyri at fáa lut í hesum pengunum er, at granskarar arbeiða saman við granskarar í øðrum londum, sigur Petur Petersen, aðalstjóri.
P.P.: Tað skula altíð vera 3 lond sum eru við í eini verkætlan, tað er eitt krav frá ES´sa síðu, og tað vísir seg, at tað er sjaldan trupult táið man hevur eitt áhugavert granskingarøki, og so kann man jú fáa pengar frá ES-rammuprogrammunum, men tað treytar eisini tað, at man hevur eina eginfígging frá heimlandinum.
Ó.Z.: Hvussu stór skal hon vera?
P.P.: Ja, tað er ringt at siga, tað veldst um hvat fyri prosjektir tað er, men sum tummilfingurregul má man sæl siga tað, at við eini helvt skal man helst hava við heiman ífrá, millum triðing og helvt.
Ó.Z.: Tað vil siga, at hvissi vit vilja hava nógvar pengar frá ES, so skula vit eisini vera klár til, at koma við nógvum pengum sjálvi?
P.P.: Ja, ja. Vit skula koma við pengum fyri at fáa pengar.
Ó.Z.: Føroyar eru tað einasta landið í Europa, sum ikki hava verið við í ES-granskingarkervinum. Men eftir drúgvar samráðingar er tað nú eydnast at koma við.
P.P.: Tað hevur líkasum ikki verið lætt, at komið inn í granskingarsamstarvið, akkurát hví, tað skal eg ikki siga nakað beinleiðis boð uppá, men vit hava so fingið møguleikan nú, og vit eru inni í fyrsta stigi, og tað næsta stigið, tað verður vónandi seinri í ár, hvar vit verða fult við.
Ó.Z.: Hvat er tað næsta stigið?
P.P.: Nei, tað er tað, at vit innlima okkum og betala eina upphædd, og so eru vit, sum man kann siga limagjald, og so eru vit fult inni, og kunna taka lut í øllum.
Ó.Z.: Hvussu er áhugin millum føroyskar granskarar at vera við í hesum samstarvinum?
P.P.: Hon er ógvuliga stór. Føroyskir granskarar hava strongt á, nú í nógv ár, fyri at fáa myndugleikan, at taka sær av hesum málinum, soleiðis, at tað verður formlig atgongd hjá føroyingum inn í ES-granskingarprogrammið, so tað ivist eg ikki eina løtu í, vit mega bara staðfesta tað, at áhugin er sera stórur.
Ó.Z.: Men, hvat fer hetta at geva Føroyum, heldur tú, á granskingarøkinum?
P.P.: Ja, hetta verður eitt fantastiskt lyft til føroyska gransking, tað fer at gera tað, at man kemur at samstarva við granskarar í øðrum londum, man kemur at vera við í netverkum o.s.v., so tað ivist eg ikki eina løtu í, at hetta kemur at lyfta føroyska gransking munandi uppeftir.
H.D.: Hatta innslagið legði Óluva Zachariassen til rættis, eitur tað, og vit kunna leggja afturat, at fólk skula setast í starv, at skipa fyri samstarvinum millum Føroyar og ES, um menning og gransking, talan er um at seta 4 fólk í starv.
2. Fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann í mentamálum:
• Hvørja støðu hevur landsstýrismaðurin til orðaskiftið, sum hevur tikið seg upp í Fólkakirkjuni, har alt fleiri prestar m.a. siga, at teir nokta fyri at gifta tvey fólk, um so er at annað ella bæði hava verið í øðrum hjúnalagi frammanundan?
• Kann kirkjumálaráðharrin góðtaka, at almennir tænastumenn undir Mentamálaráðnum, ávísir prestar, við sínum subjektivu meiningum smalka kirkjuna soleiðis, at gáttin “hækkar”, og tað sum skuldi eitast at vera fólksins kirkja, - nú við risafetum flytur seg frá fólkinum?
• Ætlar landsstýrismaðurin at gera broytingar í regluverki og kunngerðum, soleiðis, at hendan “missiónska” herferðin steðgar, og áðrenn ávísir bólkar í samfelagnum ræna kirkjuna frá fólkinum, ella ætlar Helena Dam á Neystabø tigandi at vælsigna hetta nýggja rákið?
• Ætlar landsstýrismaðurin at skipa so fyri í framtíðini, at Fróðskaparsetur Føroya aftur kann fara undir at útbúgva teologar á universitetsstøði?
Viðmerkingar:
Orðaskiftið, um kirkjulig vígsla kann fremjast, um annað ella bæði teirra, ið ynskja at giftast, hava verið gift áður, hevur nú rættiliga tikið dik á seg einaferð aftur. Hetta hendir í sambandi við einstakar starvssetanir í kirkjuni. Útvarpið hevur tikið málið upp, og mánakvøldið var bispur samrøddur, men sigast má, at hann hevði eina óvanliga ullinta støðu til málið. Síðani hava aðrir prestar lagt seg út í kjakið, og í nýggju Gratisavísini hevði Jústines Leivsson Eidesgaard, journalistur, í seinastu viku eina skilagóða temagrein um hendan nú so aktuella spurningin.
Nú veit eg, at tað verður tosað væl meira um hetta málið í kirkjuliga høpinum, enn tað, sum higartil er komið upp ígjøgnum miðlaskorpuna, gevur ábendingar um. At kjakast um kirkjumál er eymt og viðkvæmt, men tað er ongin loyna, at tvey ymisk sløg av prestum eru settir í størv hesi seinastu árini. Teir, sum eru frálærdir á lærdum háskúlum og teir sum hava fingið sína útbúgving á bíbliufakultetum, tað sum ofta verður rópt “missiónsfakultetir.”
Tað verður ein vanlukka fyri føroysku kirkjuna, fer hon nú undir at flyta seg, alt eftir hvussu stórt trýstið verður frá ymiskum trúarsamfeløgum uttaneftir, líkamikið hvussu nær tey halda seg standa kirkjuni ella ikki. Kristnu samkomurnar hava og skulu hava sítt fulla og heila frælsi, til at virka, men avgerandi er, at Fólkakirkjan til allar tíðir verður fólksins kirkja, gáttin so lág, at ongin kennir seg stygdan burtur. Heldur eigur hon at vera Guðs húsið hjá teimum, ið ongar aðrar staðir hava at fara við sínum tørvi kristnu læruni viðvíkjandi. Umráðandi er, at kirkjumálaráðharrin hevur eitt vakið eyga við hesum, annars stendur ein av dýrastu mentanarstovnum landsins fyri hóttafalli.
Individuel subjektiv kristnifatan eigur ikki at loyva einum presti, í almennari tænastu, at gera seg inná tað forum, sum ein fólkakirkja eigur og skal vera – ein kirkja har rúm er fyri øllum, líkamikið hvussu frábrigdini annars eru í teirra fatan, trúgv og levnaði.
3. Fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýrismann í innlendismálum:
• Røkist nakað fyri, at peningur verður játtaður til ætlanina, um at gera veg ígjøgnum Leivík og ætlanina um at gera veg omanfyri bygdina í Skálafirði?
Viðmerkingar:
Samsvarandi Ólavsvøkupakkanum skuldu 317 mió. kr. játtast til íløgur í 2010. Henda ætlan varð rættiliga amputerað undir viðgerðini og endaliga úrslitið gjørdist, at íløgujáttanin var lækkað við 137 mió. kr., ímeðan rakstrarætlanin varð hækkað við 127 mió. kr.
Ósemja í samgonguni um íløgurnar var helst orsøkin til hesa minking. Sagt varð, at skjótast gjørligt í nýggja árinum skuldi støða takast til íløguspurningin av nýggjum. Hetta er ikki hent, og sambært løgmanni, Kaj Leo Johannessen, á tingfundinum seinasta miðvikudag, í svari til ein fyrispurning frá Bill Justinussen, verða ongar broytingar gjørdar í 2010 viðvíkjandi íløgunum, sum vóru samtyktar í sjálvari fíggjarlógini fyri verandi ár. Løgmaður var ógvuliga ítøkiligur í sínum svari: “Tann íløguætlan sum er, tað er tað sum Løgtingið hevur samtykt, umframt útbyggingina av Flogvøllinum, og tað er ikki ætlanin at koma við eykajáttanarumbønum í hesum sambandi.”
Bæði Leirvíksvegurin og vegurin omanfyri Skálafjørð vórðu tiknir av fíggjarlógaruppskotinum. Hetta hóast báðar verkætlaninar eru bjóðaðar út, og tilboðini fyri langari tíð síðani eru komin innaftur. Hóast samgonguleiðarin ongar ætlanir hevur um at fara aftur umaftur í málinum um íløgurnar, hóast tær blivu burtur í einum vónleyst kaotiskum politiskum tilstandi, so hevur landsstýrismaðurin í innlendismálum róð framundir í m.a. Sjónvarpinum, fyrst í hesum árinum, at okkurt skjótt fer at henda, hvat ið hesum báðum infrakervisætlanum viðvíkur.
Glyvrum, 09. februar 2010
tórbjørn jacobsen