Munnligir fyrispurningar til tingfundin miðvikudagin 03. februar 2010

2 February 2010
Skrivað hevur
Tórbjørn Jacobsen

Spurningur til Anniku Olsen, landsstýrismann í innlendismálum:

Er landsstýrismaðurin kunnaður um, at hav og alda nú hava gjørt so nógv sum seg í Famjin, at neyðugt er við eini bakkaverju, skal ikki meira av niðara lendinum í bygdini farast?

Hevur Landsverk gjørt eina meting av støðuni í Famjin, og hevur sami stovnur gjørt eina ætlan fyri, hvussu bygdin kann sleppa burturúr trupulleikanum?

Er nøkur kostnaðarmeting gjørd av hesi møguligu ætlan?

Nær er ætlanin at fara undir arbeiðið?

Hvussu eru ognarviðurskiftini í lendinum skipað, har trupulleikin er staðfestur?

Viðmerkingar:

Í mong ár hevur bygdin Sumba havt trupulleikar av sama slagi. Hav og brim hava máða burturav lendinum í fjørðu og bakka. Hesin trupulleikin varð loystur á tann hátt, at landið í mong ár játtaði pening til eina bakkaverju, sum nú er liðug. Hetta tykist hava hjálpt, soleiðis, at prossessin er steðgað. Í Famjin hevur ein líknandi trupulleiki nú tikið seg upp, og spurningurin er, um tað ikki á sama hátt er ein landsuppgáva í hesum førinum, at tryggja, at lendið niðri í bygdini ikki verður máðað burtur av havinum. Ongin peningur er settur av beinleiðis á fíggjarlógini til slíka ætlan, men kanska smærri arbeiðir av hesum slagi kunnu konterast, har ið fleiri umvælingar/umbøtur kunnu gerast undir einum. Tað tykist undir øllum umstøðum at vera soleiðis, at bygdafólkið í Famjin hevur eins stóran ampa av gongdini, á sama hátt sum sumbingar høvdu tað fyri fleiri árum síðani.

Spurningur til Rósu Samuelsen, landsstýrismann í almannamálum:

Hvør er lógarheimildin hjá landsstýrismanninum fyri í kunngerð at áseta, at heimabúgvandi pensjónistar, ið hava eina inntøku yvir kr. 9.600 um mánaðin eftir skatt, skulu gjalda fyri heimahjálpina?

Viðmerkingar:

Spurningurin er ikki politiskur. Hann er bara løgfrøðiligur. Harvið verður støða ikki tikin til, um ásetingin er skilagóð ella ikki, endamálið er einans at fáa staðfest, úr hvørji lógarheimild landsstýrismaðurin heldur seg kunna gera eina slíka kunngerðaráseting eftir.

Spurningur til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann í fíggjarmálum:

Hvør er orsøkin til, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ikki hevur lagt hoyringssvarið frá stýri og stjóra í Húsalánsgrunninum við løgtingsmálið no. 37/2009, táið tað var flýggjað tinginum?

Viðmerkingar:

8. oktober 2009 legði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum uppskot fyri tingið um at broyta lógina um Húsalánsgrunnin. 21. oktober var fyrsta viðgerðin av málinum. Nú meira enn tríggir mánaðir eru farnir, er farið undir viðgerðina av málinum í fíggjarnevndini. Fyri viku síðani vóru stýrið og stjórin til hoyringar í nevndini, og tá varð upplýst, at hesi høvdu sent Fíggjarmálaráðnum eitt hoyringsskriv, sum er dagsett tann 31. august 2009. Hoyringssvarið kann ikki hava verið hugaligur lesnaður hjá landsstýrismanninum, tað gongur beint ímóti ætlanini í uppskotinum. Landsstýrismaðurin velur í hvussu er ta loysnina, at tingið onki skal fáa at vita um hvørja støðu stýri og stjóri hava til løgtingsmál no. 37/2009. Hetta kemst neyvan av tilvild, táið tey sum mannað stýri og stjórn eru rættiliga vitalir persónar í spurninginum um, hvussu Húsalánsgrunnurin ætlandi skal virka frameftir. Harvið er tað bara tilvildin, sum nú er orsøkin til, at tingið veit nakað um hetta málið. Vórðu tey, sum varða av grunninum, ikki kallað inn til hoyringar í nevndini, hevði lóggevandi valdið onki vita um, hvat sakkunnleikin í málinum helt um tað.