Munnligir fyrispurningar til tingfundin miðvikudagin 03. februar 2010:

2 February 2010
Skrivað hevur
Tórbjørn Jacobsen

Spurningur til løgmann, Kaj Leo Johannessen:

· Hvør er fiskivinnupolitikkur samgongunnar, serliga við atliti til Føroyaleiðirnar?

· Sambært hagtølunum er avreiðingarvirðið minkað við á leið 600 mió. kr. fyri tosk og hýsu frá 2002 til og við 2009, hvussu nógv heldur løgmaður, at hendan manko´in svarar til í útflutningsvirði, serliga um veiðan var hagreidd og virkað í Føroyum?

· Heldur løgmaður, at hendan óvanliga minkingin bara er av natúrligum orsøkum, ella kann hetta vera úrslitið av ov stórum veiðitrýsti og einum skeivum fiskivinnupolitikki?

· Tølini tala, og í hesum veruleika liggur kanska landsins størsti møguleiki fyri at vaksa um inntøkurnar í vinnuni og hjá samfelagnum, er løgmaður samdur í hesum, og hvat ætlar hann sum samgonguleiðari at gera við málið?

Viðmerkingar:

Spurningurin verður settur løgmanni sum samgonguleiðara, tí tað er endamálsleyst at spyrja landsstýrismannin í fiskivinnumálum um fiskivinnupolitikk. Soleiðis sum ovasti politiski ábyrgdarhavari í fiskivinnumálum hevur úttalað seg í seinastuni, um burðardygga veiði, er tað meiningsleyst at spyrja hann um nakað sum helst. Tað nýggjasta er, at lobby´in, sum stjórnar honum í einum og øllum, ætlar sær av landinum við honum fyri at fortelja m.a. bretum, at fiskiveiðan undir Føroyum er lívfrøðiliga burðardygg. Tvs., at hann í hvussu er ikki ætlar at fyritaka sær nakað sum helst, fyri at bøta um viðurskiftini í høvuðsvinnu okkara. Hinvegin havi eg tó somikið av áliti á løgmanni, at hann og flokkur hansara skilja álvaran í hesum, og at teir hava eina ætlan fyri, hvussu veiðan á Føroyagrunninum kann gerast lívfrøðiliga burðardygg og harvið so búskaparliga gevandi sum gjørligt fyri vinnu og samfelag.

Sambært Hagstovuni hevur veiðan eftir upsa og samsvarandi avreiðingarvirðið verið áleið javnt hesi árini frá 2002 til og við 2009. Verri stendur til við toskinum og hýsini:

Toskur 2002 38.443.300 kos. 535,9871 mió. kr. Hýsa 2002 23.855.900 kos. 264,6086 mió. kr.

Toskur 2003 37.334.200 kos. 562,6320 mió. kr. Hýsa 2003 24.565.000 kos. 190,3156 mió. kr

Toskur 2004 25.281.600 kos. 389,5191 mió. kr.

Hýsa 2004 22.355.700 kos. 177,1595 mió. kr.

Toskur 2005 18.733.800 kos. 340,2223 mió. kr. Hýsa 2005 19.976.600 kos. 198,7044 mió. kr.

Toskur 2006 13.599.300 kos. 263,0957 mió. kr.

Hýsa 2006 16.573.800 kos. 201,3111 mió. kr.

Toskur 2007 12.828.800 kos. 291,3865 mió. kr. Hýsa 2007 12.869.600 kos. 178.3534 mió. kr.

Toskur 2008 11.733.800 kos. 237,9484 mió. kr. Hýsa 2008 7.453.200 kos. 84,1537 mió. kr.

Toskur 2009 10.822.800 kos. 138,5381 mió. kr. Hýsa 2009 5.211.900 kos. 47,8179 mió. kr.

Gongdin í tølunum er ræðandi, og ongin ivi er um, at størsti trupulleikin samfelagið hevur í løtuni finst í hesum yvirliti. Liggur høvuðsvinnan lágt, forplantar tað seg út í allar liðir í samfelagnum, tí er politiska høvuðstakið í árunum sum koma, at fáa ein fiskivinnupolitikk skipaðan, ið tryggjar búskaparliga grundarlagið undir samfelagnum. Bara í 2009 liggur nøgdin, sum er avreidd av toski og hýsu, eini 30.000 tons undir einum meðalári. Tá er skjótt at rokna seg fram til tann kollosala peningaliga miss vinna, manningar og samfelag hava verið fyri, serstakliga táið prísirnir so harafturat hava verið í botni hetta seinasta árið.

Spurningur til løgmann, Kaj Leo Johannessen:

· Nær roknar løgmaður við, at nevndin/bólkurin, ið kannar framtíðarviðurskifti Føroya við ES/EFTA, verður liðugur við sítt arbeiði?

· Verður niðurstøðan í kanningini, at Føroyar mega skipast sum ein sjálvstøðugur statur fyri at gerast limur í ES/EFTA, hvussu ætlar løgmaður tá at agera politiskt í mun til eina slíka niðurstøðu?

· Verður niðurstøðan í kanningini, at alternativið er, at Føroyar mega gerast danskt amt aftur, fyri at gerast partur av danska limaskapinum í ES, hvussu ætlar løgmaður tá at agera politiskt í mun til eina slíka niðurstøðu?

· Verður niðurstøðan soleiðis orðað, at hon gerst ein trupulleiki fyri samgonguna, skal tá roknast við, at løgmaður velur status quo støðuna, og leggur kanningarúrslitið til viks óbrúkt?

Viðmerkingar:

Tað hevur gingið ómetaliga seint at fingið hesa kanningina frá hondini. Hon skuldi verið liðug fyri fleiri mánaðum síðani, men tað røkist onki fyri, at hon kemur í ljósmála við tað fyrsta. Ein andstøða, ið onki fær at vita, má sjálvandi gita, og mangt bendir á, at niðurstøðan er vorðin ein trupulleiki fyri samgonguna. At hon hevur skorðað seg niðurímillum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin, ið hóast alt eru einastu flokkarnir í samgonguni, ið hava eina uttanríkispolitiska ætlan við Føroyum, hóast tær eru rættiliga divergerandi. Spurningurin verður eisini settur fyri at frætta, um úrslitið av kanningini í heila tiki verður lagt fyri almenningin, táið tað er búgvið til tað.

Spurningur til Dan Michael Knudsen, ríkisumboðsmann:

· Skal seinasta starvssetanin í løgregluliðnum skiljast sum ein ábending um, at danir í størri mun ætla at manna sítt lið av løgreglufólki í Føroyum við egnum fólki í framtíðini?

Viðmerkingar:

Tað vóru helst mangir føroyingar sum øtaðust, táið útvarpið bar tey tíðindi, at ein dani var settur sum politiinspektørur í Føroyum. Føroyingar hava í áratíggju røkt hesa uppgávu, men nú tykist brádliga ein vend at vera komin í hesum viðvíkjandi. Hinvegin er landsins løgregla, sum er, partur av donsku løgregluni, eitt vald, ið eisini hevur sum uppgávu at tryggja, at hjálandið Føroyar verður verandi á donskum hondum. Svarar danski sendimaðurin til Føroya, vanliga nevndur ríkisumboðsmaðurin, játtandi uppá spurningin, tá kann tað ikki skiljast øðrvísi enn, at danir eru í holt við at dubba í Føroyum heldur enn nakað annað, og tykist hetta heilt margháttligt í mun til ætlaninnar hjá m.a. fullveldissamgonguni, at skipa landsins løgreglu undir føroyskum myndugleikaræði.

Spurningur til Anniku Olsen, landsstýrismann í innlendismálum:

· Fekk landsstýrismaðurin í innlendismálum, Annika Olsen, nakað at vita frá fútanum/donskum myndugleikum um starvssetanina av einum dana í politiinspektørstarvið, áðrenn maðurin varð settur í starvið?

· Um so var, hvør var hennara reaktión? Og hvat munaði hon?

Glyvrum, 02. februar 2010

Tórbjørn Jacobsen