Munnligir fyrispurningar til løgmann

4 November 2009
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

Munnligur fyrispurningur til løgmann um eftirlitsarbeiðið av lógaruppskotum sum skulu fyri Løgtingið til tíðina

Í morgin er seinasti framløgudagur fyri lógaruppskot, sum skulu hava gildi 1. januar 2010. Hóast hesa deadline eru fleiri stór lógaruppskot, sum eru fráboðað at verða løgd fram í hesum árinum, framvegis ikki komin á tingborð. Talan er um lógaruppskot, sum enntá eru fortreyt fyri at fíggjarlógin skal kunna halda. Uppskot, sum harumframt áttu at verið løgd fram og samtykt, áðrenn fíggjarlógin varð løgd fram. Talan er t.d. um lógina um apoteksverkið, lógina um sjúkrakassaskipan, lógina um pensjónsskipan og lógina um inntøkutrygd.

• Hvørjar av hesum lógum væntar løgmaður verða lagdar fyri Løgtingið í hesum árinum?


• Hvørji av hesum lógaruppskotum væntar løgmaður fara at fáa ta viðgerð, sum krevst fyri at sleppa undan at víkja frá vanligum tíðarfreistum?


• Hevur løgmaður í sínum fyrvarni yvirhøvur gjørt nakað eftirlitsarbeiði sum hevur til endamáls at tryggja at hesar lógir verða lagdar fram til tíðina, so tær fáa tað parlamentarisku viðgerð sum hesar hava uppiborið?


Munnligur fyrispurningur til løgmann um úttalilsi síni um lønarsteðg

Løgmaður segði frá løgtingsins røðarapalli fyri nøkrum fáum vikum síðani, at hann helt ikki, at arbeiðarafjøldin átti at fingið lønarhækkan komandi ár. Tá ið løgmaður soleiðis í kraft av sínum myndugleika brúkar løgtingsins røðarapall at proklamera slík sjónarmið, kunnu fólk ikki annað enn vænta at arbeitt verður við málinum. Tí heldur undirritaða at løgmaður frá sama røðarapalli eigur at kunna greiða frá, um talan einans var um illsinnisgleps, eina onkisigandi meining, ella um kraft var aftanfyri úttalilsini.

Tí soljóðandi spurningar:

• Hvat hevur løgmaður, í kraft av síni funksjón sum ovasti umsitingarleiðari landsins, fyrisiti/gjørt við egnu úttalilsi síni um lønarsteðg?


• Um hann onki hevur gjørt, skal tað so skiljast sum, at hann er settur uppá pláss av øðrum í samgonguni? Um nei, hvussu skal tað so skiljast?


Annita á fríðriksmørk