Munnligir fyrispurningar til heilsumálaráðharran og løgmann

10 February 2010
Skrivað hevur

Munnligur fyrispurningur til Aksel V. Johannesen, landsstýrismann

viðvíkjandi CTD

1. Hvussu nógvir føroyingar, metir landsstýrismaðurin nú, kunnu hava CTD?

2. Hevur úrslitið av CTD-kanningunum fingið landsstýrismannin at umhugsa at broyta nakað í kanningartilboðnum til føroyskar familjur?

3. Er landsstýrismaðurin framvegis sannførdur um, at blóðroynd at máta karnitinstøði heldur enn at gera genetiskar kanningar, er besti háttur at “skreena” føroyingar?

4. Hvat ger landsstýrismaðurin í mun til føroyingar, sum búgva uttanlands, so hesir fáa neyðuga kunning?

Viðmerkingar

Á leið 11000 føroyingar hava latið seg kannað fyri sjúkuna karnitintransportørdefekt (stytt CTD ella KTD). Millum hesi eru á leið 40 staðfest við sjúkuni og eins nógv verða víðari kannað fyri endaliga at staðfesta, hvørt tey eru sjúk ella ikki. Sambært útsøgn frá serlækna er væntandi, at meginparturin av hesum eisini hava CTD.

Sostatt frættist nú, at talið av føroyingum við CTD væntandi er minst dupult so høgt, sum tað, ið mett varð, tá landsstýrismaðurin fekk tilmæli um sjúkuna.

Um tað vísir seg, at meginparturin av teimum, sum nú er send til víðari kanningar, eru sjúk, so hava einir 70 føroyingar av 11000 sjúkuna. Verður umroknað til samlaða fólkatalið, og ikki minst um føroyingar uttanlands verða taldir við, sær tað út til, at talan kann vera um, at talið av CTD-sjúklingum er fleirfalt tað, sum serfrøðingar áður hava mett.

Fleiri 10-túsundtals føroyingar búgva uttanlands. Lutfallið av CTD millum hesar má eisini metast at vera lutafalsliga høgt.

Á Løgtingi 9. februar 2010

Bjørt Samuelsen

Munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Johannesen, løgmann viðvíkjandi føroyskari luttøku í evropisku Grand Prix-kappingini

1. Heldur løgmaður, at Føroyar og føroyskir tónleikarar áttu at havt møguleikan fyri sjálvstøðugari luttøku í evropisku Grand Prix songkappingini?

2. Heldur løgmaður, at ríkisfelagsskapurin er ein forðing fyri, at føroyskur tónleikur kann bjóða seg fram á jøvnum føti við tónleik úr øðrum londum?

3. Heldur løgmaður at tónleikavinnan í Føroyum lættari hevði kunnað ment seg til eina útflutningsvinnu, um føroyskur tónleikur hevði somu atgongd til fleir- og altjóða kappingar eins og onnur lond?

Viðmerkingar

Føroyingar fara at bergtaka Eurovision. Hetta sigur sonevndi Chief One, sum er umboðsmaður hjá The Dreams og var ein av dómarunum í danska Grand Prixnum. Hann er ikki í iva um, at Føroyar áttu av havt egnan limaskap í Eurovision, og at um Føroyar gjørdist eitt sjálvstøðugt land, so hevði tónleikur avgjørt kunna ment seg til eina avgerandi útflutningsvinnu.

Føroyingar fara uttan iva at smyrja alt av í Eurovision, um tit velja at gerast eitt sjálvstøðugt land, og soleiðis fáa limaskap. Føroyingar eru eitt óvanliga evnaríkt fólkaslag, sum heilt avgjørt eigur at satsa uppá tónleikin, sigur Chief One, við Portalin.

Hann er hvørki hin fyrsti ella seinasti, sum hevur hesa áskoðan. Áhaldandi gongur sjón fyri søgn, at føroyskur tónleikur og tónleikarar eru á hástigi. Kortini hevur ikki eydnast at gera tónleikin til nakra stóra útflutningsvøru.

Føroyskir tónleikarar kunnu ikki umboða sítt egna land, tá teir luttaka í ymiskum kappingum uttanlands. Eitt nú hevði Jens Marni Hansen verið noyddur at umboða Danmark og Jógvan Hansen Ísland, høvdu hesir vunnið undanumførini í Grand Prix – sum báðir høvdu sera góðan møguleika til.

Samstundis hava vit ikki møguleika at lata okkara fantastisku sangarar og tónleikabólkar kappast her heima, so vit kunnu senda besta umboðið avstað at umboða Føroyar. Fleiri enn 100 milliónir hyggjarar eru, tá tónleikurin frá endaliga evropiska Grand Prixinum, sum í ár verður í Oslo, floymir inn í stovur kring alt Evropa. Ikki skal nógv hugflog til at rokna út, hvussu stóran týdning tað kundi havt í mun til at branda land okkara og okkara tónleikarar.

Grand Prix er eitt aktuelt dømi, men eitt ótal av øðrum dømum eru um, at hurðar eru stongdar, tí vit ikki kunnu kalla okkum eina sjálvstøðuga tjóð.

Á Løgtingi 9. februar 2010

Bjørt Samuelsen

Meira frá sama høvundi

No items found.