Móttøku røða fyri U-17 landsliðinum í hóndbólti

7 July 2019
Skrivað hevur

Góðu tit ungu menn, góðu tit í Hondbóltssambandinum, góðu foreldur, góðu tit øll

Hjartaliga til lukku við hesumframúr avriki og bragdi, sum tit í U17 landsliðinum hava framt í Gøteborg. Tithava tikið allar Føroyar fyrst á bóli og so við storm! Eg skal viðganga blankt,at eg ikki hevði hugflog til at ímynda mær at tit fóru avstað við sigrinum íhesari kappingini.

Tit komu – tit sóu – og titsigraðu.

Tithava vunnið á bestu liðum og hondbóltstjóðum í Evropa. Tit hava flutt mørkinifyri, hvat vit halda, at vit sum ítróttatjóð megna. Tit megnaðu – og meira enntað, tit vunnu sannførandi.

Taðer fantastiskt at koma heimaftur á klettarnar við gullsteypi og gull heiðursmerkjum.Tit høvdu hetta so væl uppiborið, og einki er at ivast í, at hini londini virðatykkara úrslit eins høgt og vit – men hini londini hava eisini fingið einaávaring um, at føroyskur hondbóltur hevur stóra framtíð og verður harðurkappingarneyti tey komandi árini.

Hettaer ikki komið av sær sjálvum. Hondbóltssambandið, feløgini og foreldrini ikkiminst gera eitt stórt arbeiði soleiðis, at tit og Føroyar kunnu koma fram ogvinna heiður. Stóra takk fyri tað.

Støðan er tann, at øll teyhægstu í landinum eru á Gibraltar – løgmaður og varaløgmaður, sum eisini erítróttarministar– og borgarstjórin í TK. Tì eri eg sera glað um at eg haldiferiu heima í ár og fekk heiðurin at taka ímóti tykkum við nøkrum orðum ogeinari lítlari gávu.

Vittosa øll um tað, vit vita øll av tí. Vit mangla ein heimavøll tillandsliðshondbóltin, her krevst ein stórhøll. Gullið í Gøteborg sker hetta út ípapp.

Eg havi tosað við Anniku,borgarstjóran (hon letur endiliga heilsa) og eg skilji á lagnum, at landsinshægstu tosa um tykkara bragd, nú tey eru savnaði til Oyggjaleikirnar og tey eru samd um, at nú skal smíðast. Tíføroyskur ítróttur skal hava neyðugu umstøðurnar til altjóða kappingar herheima.

Ogeg veit, at nógvar góðar kreftir eru longu í gongd og arbeiða við at fáa bygteina stórhøll, eisini Tórshavnar kommuna. Øll vilja vit gera okkara, so atFøroyar um ikki so langa tíð kunnu bjóða heimsins bestu av á heimavølli.

Góðudreingir, takk fyri tær mongu góðu upplivingar, tit góvu okkum hesa vikuna. Vithava øll lyft okkum uppfrá og vit vilja sjálvandi heiðra tykkum, nú tit komuheim. Og vit gleða okkum at fylgja tykkum og føroyska landsliðshondbóltinumvíðari á leið.

Viteru sannførd um, at fleiri góð úrslit koma í komandi árum.

Takkfyri

GunvørBalle

varaborgarstjóri

Meira frá sama høvundi

No items found.

Meira um sama evni

No items found.