Misteinkja samtarvsfelagar ella góðskumenna landssjúkrahúsið?

15 October 2007
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

Hetta skal uttan iva síggjast sum ein roynd at bøta um tað vánaliga umdømið, sum heilsuverkið hevur ligið undir seinastu tíðina. Men trupulleikin er, at átakið er ein desperat roynd fáa tað at síggja út sum, at man ger okkurt, í staðin fyri at fara inn og gera nakað við tað, sum er trupulleikin á landssjúkrahúsinum.

Tað sum landsstýrsimaðurin loypir um í hesum málið er kravið um mannagongdir, vegleiðingar, rættningslinjur osfr við øllum arbeiðnum innan sjúkrahúsverkið. Hann loypir eisini góðskumetingina av øllum virkseminum innan sjúkrahúsið um. Var alt tað komið uppá pláss, áðrenn kravið um skráseting. kundi ein skilt hugskotið eitt vet betur, - hóast eg ivist í møguleikanum fyri anonymiteti.

Skráseting av arbeiðnum hjá starvsfeløgum hjá hvørjum øðrum, kemur neyvan at bøta um trivnaðin á landssjúkrahúsinum, tað kemur ikki at bøta um manglandi mannagongdir og vegleiðingar, ger onki við góðskumeting, ger onki við strongd , og ger onki við manglandi arbeiðsmegi av serlæknum, sjúkrarøktarfrøðingum ella øðrum starvsfeløgum.

Hvør skal verða móttakari av teimum skrásettu mistøkunum og hvør skal meta um anonymitetin veit eg ikki. Er tað yvirlæknin á deildini, er tað leiðslan á landssjúkrahúsinum ella er tað landsstýrismaðurin. Tað vóni eg, at vit skjótt fáa svar uppá.

“Nú skal sjúklingurin í fokus”, sigur landsstýrismaðurin. Álvaratos, hvat heldur landsstýrismaðurin, at heilsustarvsfólk á landssjúkrahúsinum stríðast fyri dagliga?! Væl hava tey gjørt mistøk. Hvør ger ikki tað. Men at mistonkiliggera teirra foksering ella motiv við arbeiðnum, haldi eg verða átaluvert.

Haldi heldur, at landsstýrismaðurin átti at sett fokus á góðskumenning, manglandi mannagongdi og týdningin av skeið og endurútbúgving. Tá varð hann við til at økja um trivnaðin og álitið á landssjúkrahúsið og sjúkrahúsverkinum annars.

Veit ikki hvørja móttøku skrásetingin hevur fingið millum starvsfólk á landssjúkrahúsinum, men fyri mær at síggja er hetta ein roynd at kamoflera veruliga trupulleikan. Skipan við skráseting verður brúkt í onkrum av okkara grannalondum, men har hevur mann eisini skipan við afturvendandi góðskumenning av mannagongdum og arbeiðnum annars. Og har er sjúkrahúsverkið so mikið stórt at møgleikin fyri anonymari skráseting er tilsvarandi størri.

Annita á Fríðriksmørk