Sjúrður Skaale hevur á Fólkatingi hildið eina fína røðu í sambandi við uppskotið um at prístalsviðgera blokkin. Hann kom væl frá viðgerðini um fyrimunirnar við at ganga á sjálvsstýrisleið og vansarnar við tí øvugta.
Eftir 1.viðgerð í Fólkatinginum heldur hann fram í bløðunum í Føroyum, og nú er tað fyri at verja sína støðu, táið atkvøðast skal í Fólkatinginum. Tá kemur hansara atkvøða at verða í stríð við hansara egnu sannføring.
Í grein í bløðunum í dag heldur hann uppá, at tey atfinningarsomu tjóðveldisfólkini hava misskilt tær demokratisku kommandulinjurnar. Tær rættskiltu kommandulinjurnar eru eftir Sjúrða Skaala´sa fatan, at man sum fólkavaldur fólkatingsmaður skal verða trúgvur ímóti landsstýrisins ynski, og atkvøða soleiðis, sum tey ynskja. Her haldi eg, at Sjúrður fer av sporinum! Tann ovasta kommandoin sigur, at tú skalt verða trúgvur ímóti tíni egnu sannføring! At realiteturin so ofta er, at hetta krav ofta má víkja orsaka av samgongudisiplini ella flokspolitiskum trúskapi, er so nakað annað. Men í hvørgum hesum er Sjúrður Skaale fangaður. Hann er hinvegin bóndafangaður í sínum egna vallyfti.
Vallyfti og lyftisbrot
Í valstríðnum lovaði SS, at varð hann valdur skuldi hann verða trúgvur móti teimum ynskjum, sum komu frá landsstýrinum. Men ólukkutíð, teir flokkar, sum øll sóu fyri sær fóru at mynda landsstýrið eftir løgtingsvalið endaðu í andsstøðu, - eisini Sjúrða´sa flokkur, Javnaðarflokkurin. Og til valdið komu flokkar, sum nú eru samdir um, at blokkurin skal hækka. Hetta er størsta afturstig á sjálvsstýrisleið nakrantíð í føroyskari søgu, men hetta er viljin hjá 19 tingfólkum.
Ein vilji, sum Javnaðarflokkurin í Føroyum er ímóti, men sum Sjúrður hevur lovað, at hann skal stuðla, tí tað er eitt ynski frá landsstýrinum.
So nú eru góð ráð dýr!
Sjálv haldi eg, at hann hevði sloppið best burturúr hesum við at sagt at: ja, eg lovaði at verða trúgvur móti ynskjum landsstýrisins, men hinvegin so hava vit eina stjórn í Føroyum, sum ger beint ímóti viljanum hjá teimum veljarum, sum valdu tey, sum nú manna samgonguna. Tí stuðli eg veljarunum hjá meirilutanum av Samgonguflokkunum, umframt at eg stuðli míni egnu sannføring, og noyðist tí at ganga ímóti ynskjunum frá landsstýrinum.
So kanst tú siga, at man veit ikki, hvat veljarin vil, men at man bara veit, hvat tey fólkavaldu gera. Og tað er rætt, men vit vita í øllum førum at 6 floksformenn av 7 søgdu dagin fyri valið at komu teir til valdið, so vildu teir ikki hækka blokkin. Tað hoyrdi veljarin, og tað visti hann, tá ið hann atkvøddi á valdegnum.
Men hesa loysn, at fylgja veljaranum, velur Sjúrður ikki. Hann stendur við sítt og sigur seg vilja atkvøða fyri at hækka blokkin.
kommandulinjur
Í øllum hesum haldi eg, at Sjúrður hevur misskilt tær demokratisku kommandulinjurnar! Var tað so,at meiningin við fólkatingsumboðanini var, at hon skuldi verða boðberi hjá landsstýrinum, so hevði tað ikki verið talan um at velja eitt fólkavalt umboð niður á Danating. So hevði man valt ein embætismann, ella biðið sendimann føroyinga í Keypmannahavn borið boðini víðari til donsku stjórnina.
Fer Edmund Joensen at atkvøða fyri at fjerna blokkin
Og fyri alt tað: síggi fyri tykkum ein mótsattan leik, har eitt fullveldislandsstýri ynskti, at blokkurin skuldi burtur eftir fáum árum og at atkvøðast skuldi um hetta í Fólkatinginum, og at Edmund Joensen atkvøddi fyri, vit teirri grundgeving at Tjóðveldi ynskir tað, - og at hann mátti virða kommandulinjurnar!
Eg giti, at tað hevði verið ramaskríggj!
Annita á Fríðriksmørk