Misnýtsluviðgerð alt árið

25 July 2019
Skrivað hevur

Møguleikin hjá føroyingum at leita sær viðgerðfyri rúsdrekkatrupulleikar hevur bjargað ógvuliga nógvum einstaklingum ogfamiljum teirra frá vanlagnu og hvørt ár spart samfelagnum fyri heilt stórarmilliónaupphæddir. Hetta seinasta er mítt uppáhald, tí eg havi ongi tøl, iðprógva tað, men bert við at hyggja at øllum teimum turrløgdu alkoholikarunum, egsjálvur veit um, ber nærum til at telja seg fram til nyttuvirðið.

Tí frøist eg eisini stórliga um, at tað í fjøreydnaðist at hækka játtanina til Heilbrigdi á Velbastað við 1,5 milliónumkrónum, soleiðis at samlaða rakstrarjáttanin nú er 7,68 milliónir krónur.

Játtanin til hinar báðar viðgerðarstovnarnar,Blákrossheimið og Frælsi, hækkaði eisini í fjør, og tað er eisini at frøast um.Men seinastu árini eru játtanirnar til hesar báðar stovnarnar hækkaðarlutfalsliga væl meira enn játtanin til Heilbrigdi – at játtanin til Frælsi hevurtikið nøkur lop, er kanska ikki so løgið við tað, at tann viðgerðarstovnurin ernýggjur.

Frælsi kom á fíggjarlógina í 2017, og áðrenn taðbýttu Heilbrigdi og Blákrossheimið samlaðu játtanina til misnýtsluviðgerð helvtum helvt. Men síðani hevur Blákrossheimið yvirhálað Heilbrigdi í játtan,soleiðis at býtið av samlaðu játtanini til viðgerðarstovnarnar upp á góðar 20milliónir krónur í 2019 sær soleiðis út:

Samlað játtanHeilbrigdiBlákrossheimiðFrælsi 20.140.000 kr 7.680.000 kr 8.560.000 kr 3.900.000 kr 100 % 38 % 43 % 19 %

Heilbrigdi er einasti viðgerðarstovnur í Føroyum, ið burtur av bjóðar viðgerð eftir sonevndu Minnesota-skránni, sum er tann nógv mest nýtta viðgerðin fyri rúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu í heimshøpi. Og var játtanin ikki hækkað í fjør, er tað ivasamt, um virksemið hjá Heilbrigdi kundi hildið áfram.

Við hækkingini hevur Heilbrigdi ongantíð havtstørri játtan enn nú. Tað sama er galdandi fyri hinar báðar stovnarnar. Í hesumsamgonguskeiðnum er samlaða játtanin til viðgerðarstovnarnar nærum tvífaldað –hon er økt úr 11,8 milliónum krónum í 2016 upp í 20,1 millión krónur í ár.

Tað haldi eg, at samgongan skal vera errin av. Ogtað haldi eg, at Sirið Stenberg, heilsumálaráðharri, skal vera errin av.

Men tað er tíverri ikki nóg mikið til at hava Heilbrigdiopið hvønn dag í árinum. Tí kundi leiðarin á stovninum í útvarpstíðindunummánakvøldið 22. juli eisini staðfesta, at stovnurin er noyddur at lata aftur íseks vikur frá á ólavsøku.

Tað er tó als ongin nýliga íkomin støða, sumlurtarin annars kundi fáa fatan av. Stovnurin hevur altíð havt stongt umsummarið fyri at fáa játtanina at strekkja.

Tað hevur Blákrossheimið eisini, men stovnarnirhava samskipað tað soleiðis, at báðir ikki hava havt stongt í senn, undantikiðeina ella onkuntíð tvær vikur.

Økta játtanin til Heilbrigdi var kærkomin, men taðloyvir als ikki okkara fólkavaldu at leggja seg á lætu síðuna. Tí tað er ikki ílagi, at Heilbrigdi eins og restin av sjúkrahúsverkinum ikki kann hava opið altárið.

Tá eg sigi hetta um júst Heilbrigdi, krøki stovninupp í sjúkrahúsverkið og geri hann almennan, so byggi eg tað á, at hesinviðgerðarstovnurin er 100 prosent fíggjaður á fíggjarlógini. Somuleiðis eru alliratknýttu læknarnir hjá Heilbrigdi yvirlæknar á Landssjúkrahúsinum, ogviðtøkurnar siga greitt, at allar ognir hjá stovninum fella til landið, skuldivirksemið hildið uppat.

Heilbrigdi er tí at meta sum ein avleykari hjáalmenna sjúkrahúsverkinum og harvið sum eitt tilboð í almennum regi, tó atstovnurin formliga er skipaður sum sjálvsognarstovnur.

Lat meg undirstrika, at eg fegin vil styrkja øllviðgerartilboð, vit eiga í Føroyum á hesum mótinum, og eg ætli mær at virkafyri, at øll hesi tilboð kunnu virka á einum støðugum fíggjarligum grundarlagi.

Men sum longu nevnt, so varðar tað almenna ogharvið eisini politiska skipanin 100 prosent av Heilbrigdi og virkseminum har.Tí hava vit eisini skyldu at tryggja, at hetta tilboðið frameftir verður tøktalt árið.

Alkoholisma er ein sjúka, har sjúklingurin ikkileitar sær hjálp, fyrr enn hann er í bráfeingis neyðstøðu. Tí er tað avgerandi,at hjálpin eisini er tøk tá. Og tí skal almenna tilboðið hjá Heilbrigdi veratøkt 24 tímar um samdøgrið, 365 dagar um árið, og neyðugi peningurin májáttast, so hetta kann lata seg gera.

Hesum ætli eg at virka fyri í mínum politiskaarbeiði.

Ingolf S. Olsen
løgtingsvalevni hjá Tjóðveldi

Meira frá sama høvundi

No items found.

Meira um sama evni

No items found.