Minnist til at tekna til veitsluna í Bygdarhúsinum í Miðvági

8 September 2021
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

75 ár síðan, at ein meirluti av føroyingum segði ja til einar frælsar Føroyar, hin 14. september 1946.

Tí skipar Vága Tjóðveldisfelag fyri veitslu við góðum røðum, undirhaldi og dansi við Tinganest.

Veitslan verður leygarkvøldið 18. september í Bygdarhúsinum í Miðvági.

Tekningin verður gjørd við at flyta kr. 350,00 fyri hvønn luttakara á konto hjá Vága Tjóðveldisfelag; 9181 498 0230. Tekningarfreistin er fríggjadagin 10. september.

Meira um sama evni

No items found.