Góðir fimm mánaðir eru nú gingnir, síðani tað politiska ABC-konseptið endaliga spældi fallit. Ongin hevur áður hættað sær at stjórna Føroyum uttan ein parlamentariskan meiriluta. Tí var væntandi, at løgmaður fór at skriva út val, tá Fólkalfokkurin fór ella varð rikin úr samgonguni hin 06. apríl 2011. Alternativið var eitt misálit, sum feldi løgmann.
Nú hendi tað nýbrotið, at tað ið eftir var av landsstýrinum bleiv sitandi á taburettunum. Tjóðveldi sá ein politiskan møguleika í hesum, serliga í mun til minnilutablokeringarnar, sum at kalla høvdu lagt Føroyar politiskt deyðar síðani 2004.
Um tað er ein minnilutasamgonga, við stuðli frá Tjóðveldinum, sum hevur stjórnað Føroyum hesar seinastu 5 mánaðirnar, ella tað er ein minnilutaandstøða, Tjóðveldi, sum hevur stjórna Føroyum við stuðli frá minnilutasamgonguni (BC), tað eru tað ivaleyst ymsar meiningar um, mýturnar eru í hvussu er mangar, ósannindini ikki færri, og tí hevði tað kanska verið skilagott, at skitserað hvat ið er komið burturúr hesar 5 mánaðirnar, meðan hesi óvanligu viðurskiftini hava verið galdandi.
• Fíggjarkarmarnir fyri 2012 eru samtyktir, har ein slagplanur er gjørdur fyri, at javnvág aftur verður á løgtingsfíggjarlógini í 2015. Íløguætlan er eisini gjørd, sí løgtingsmál no. 191/2010 á www.logting.fo
• Tingskipanin er broytt, soleiðis, at nú ber til at leggja uppskot fyri tingið, sum stríða ímóti donsku grundlógini og heimastýrislógini.
• Rúsdrekkalógin er liberaliserað.
• Makrelfiskiskapurin varð skipaður í lóg og kunngerð.
• Semja er um ein nýggjan fiskivinnupolitikk, sum byggir á hugtøkini um lívfrøðiliga- og búskaparliga burðardygga veiði.
• Verklagslóg er samtykt um at smíða nýtt havrannsóknarskip fyri 200 mió. kr., og peningur er settur av til endamálið á fíggjarlóg og í fíggjarkarmum.
• Húsalánsgrunnurin verður dagførdur sambært lóg, sum liggur í fíggjarnevndini.
• Semja er um, at støðan hjá ungum barnafamiljum, støkum uppihaldarum og fólki við skerdum førleika – serstakliga íbúðarmøguleikar teirra – skulu broytast sum skjótast.
• Búskapargrunnur Føroya er samtyktur og skipaður.
• Semja er um, at týdningarmestu átaksøki og íløgumál komandi árini eru førleikamenning av ófaklærdum, hægri útbúgving, gransking, mentan og varandi orka.
• Semja er um at trimmað MVG-lógini fyri at steðga misnýtslu umvegis konkursrýttarí og aðrar kreativar loysnir.
• Semja er um, at greina møguleikarnar fyri, at KT-skipanir bankanna kunnu fáast at virka aftur í Føroyum, við tí endamáli, at týdningarmikil vitan og vinnumøguleikar kunnu mennast.
• Semja er um at gera eina langtíðarløguætlan, ið hevur til endamáls at skapa rímiliga javnvág og kappingarmøguleikar millum økini í landinum – hetta verður staðfest í uppskoti til samtyktar.
• Semja er um at løgtingslógin um skatting av kapitalvinningi skal broytast.
• Semja fekst um eina nýggja stilling av fiskidagaskipanini.
• Semja er um eina brúksskylduskipan.
• Loðslógin er ávegis.
• Ungfiskaleiðirnar inni við land eru friðaðar.
• Semja er um, at leggja heilsutrygdargjaldið inn yvir stigvaksandi skattaskipanina.
• Alt bendir á, at løgtingsmálið um yvirtøku av útlendingaøkinum og marknaeftirlitinum verður samtykt, táið tað kemur aftur úr Uttanlandsnevndini.
Um góðar tvær vikur verður fíggjarlógaruppskotið fyri 2012 lagt fram á ting. Fylgir tað samtyktu karmunum frá í vár, tá skuldi góður møguleiki verið fyri, at eisini fíggjarlógin fæst undir land, tó við tí fyritreyt, at hildið verður fast um karmarnar og at løgmaður ikki skrivar út val fyri tíð.
Tað man vera langt síðani, at so nógv ferð og frekvensur hevur verið á tingarbeiðnum, og orsøkin kann bara vera hon, at partarnir hava verið sinnaðir at samstarva, og ikki minst, at allir blokkerandi minnilutar vórðu sveipaðir burtur tann dagin, táið BC góvu A krakk ella øvut.
Hvat ið hendir eftir eitt val er ilt at siga, men avrikslistin omanfyri er somikið imponerandi og ein fráboðan um vilja til átroðkandi broytingar, at alternativið skal vera ómetaliga lívført, skal gangast aðra leið enn hesa, fyri at loysa teir mest akuttu og ítøkiligu trupulleikarnar samfelagið stendur í. Status quo støðan síðani 2004 kann ikki endurtakast. Annars verður samfelagið bara alt meira deyðamerkt, serliga búskaparliga, enn tað nú er.
Tjóðskaparmálið er annað mál, sum tikið verður upp í aðrari grein.
Tórbjørn Jacobsen