Miðstaður og útjaðari

18 October 2011
Skrivað hevur
Óluva Klettskarð

. Eg eri samd og kenni meg ið hvussu er ikki sum ein útjaðarabúgva. Og kanska kenna havnafólk seg ikki altíð sum býbúgvar heldur? Við tøknini, ferðamøguleikunum, starvsmøguleikum o.ø. hava vit somu møguleikar sum alla aðrastaðni í heiminum...


Miðsavning ikki einasta leið at ganga
Tí skulu Føroyar miðsavnast var heitið á fyrilestri hjá Jóannesi Jacobsen, búskaparfrøðingi, í Norðurlandahúsinum, ið snúði seg um, at føroyingar ikki tíma at búgva á bygd, slettis ikki teir, sum leita aftur til Føroya eftir loknan lestur. Ungir føroyingar og heimsbúgvar annars hava tað til felags, at teir leita eftir býarlívi. Hann tók støði í tonkum, ið klaktir vóru í 60-árunum, sum sá hetta sum eitt neyðugt fyribrigdi í tíðini. Men so nógv er hent síðan tá, at ivasamt er, um til ber bert at hugsa soleiðis longur.


Vit eru longu farin at kenna mótrákið av býargerðini. Tað er kult og spennandi at fara út um meldurin. Fólk leita til friðin, og eftirspurningurin eftir vørum, tænastum og upplivingum uttan fyri main-stream økist. Og hetta hava vit í Føroyum í ríkiligan mun. Nú eri eg ikki av teirri fatan, at Havnin –kanska tann minsti høvuðsstaðurin í heiminum - er ein stórbýur. Í staðin fyri at kopiera stórbýarlív henda vegin, tí vit vera ikki nakar metropolur, so skulu vit leggja okkum eftir at fáa meiri burtur úr tí serliga, vit eiga.


Rótfesti er styrkin í alheimsgerð
Í dominerandi alheimsgerðini standa tey lond sterkast, ið hava væl integreraðir íbúgvar. Við øðrum orðum, har fólk hava rótfesta mentan og sterkan samleika, har fæst mest burtur úr teimum fyrimunum, sum alheimssamfelagið bjóðar. Samstundis sum vit í Føroyum eru útjaðari, so hava vit so nógv at bjóða, bæði teimum sum eru her, og teimum, ið skulu koma heimaftur, at vit saktans fara at klára okkum í kappingini um tey ungu. Vit hava pláss, náttúru og ótroddar gøtur, ið bert bíða eftir at verða ment. Vit hava ríkidømi uttan um okkum, sum fáur man hava skilt til fulnar.


Íbúðar- og lestrarmøguleikar til tey ungu
Men vit hava ikki alt –langt frá. Vit bjóða ikki ungdóminum nóg góðar útbúgvingar- ella bústaðarmøguleikar. Heldur ikki ALS hýsir teimum, so tey fáa fóta sær fyrstu tíðina eftir lokna útbúgving. Hesar skyldur veita framkomin samfeløg sínum íbúgvum. Hesi og mong onnur viðurskifti við skulu vit fáa í rættlag beinanvegin.


Stórur partur av føroyingunum í Danmark eru ikki hugað at verða í DK , men eru farin við endamáli at fáa eina útbúgving –tað sæst í kanningini hjá DNAG. Skulu vit vinna á brain-draining, so skulu vit ikki bara fata okkum sum heimsins nalva, men gera okkum til heimsins nalva. Vit skulu tora at vera okkum sjálv, skapa okkara egna og spennandi samfelag -ikki einans við at gera okkum øll til býarfólki, men við breiddini og tí skapandi í huga. So vaksa vit, og tilboð og býarlív vaksa við.


www.tjodveldi.fo/oluva