Tjóðleikhús, ið skapar karmar til allar listagreinar skal byggjast. Hesum stríddist Tjóðveldi fyri og fekk tað samtykt í fíggjarkørmunum í vár.
Hjartaslátturin í fólkinum er mentanin. Hon letur eyguni upp, fær okkum at hugsa øðrvísi og gløggari. –tí er mentanin ein av raðfestingunum í at menna búskapin!
Tey, sum fáast við filmslist, brúkslist, tónleik, sjónleik, at mála og at skriva skulu elska at búgva í Føroyum. Sleppa tey kreativu evni hesi hava í sær at folda seg út, so trívist tað kreativa, og so er gróðrarlíkindi fyri vøkstri.
Skulu tey ungu velja at verða her í landinum hava mentanar- og frítíðartilboðini stóran týdning fyri trivnaðin hjá teimum, Eru hesi ikki í lagi er vandi fyri at tey ríma. Kappingin við umheimin um tey ungu er sera stór; - og vilja vit vinna mugu vit taka kappingina upp!
Tað er ikki av ongun, tá sagt verður, at ein króna til mentan er fýra krónur til samfelagið.
Annita á Fríðriksmørk