Mentanarmiðpunktiðí Føroym

20 October 2012
Skrivað hevur
Meiningar

Reinsaríið
Ímynda tær ein tónleikapall burturav, har bólkar og einstaklingar skapa eitt fjøltáttað tónleikaumhvørvi, og at bæði búsitandi og ferðandi fáa høvi til at uppliva føroyska og aðra tónleikamentan. Har tað ber til at arbeiða, netverka ella bara steðga á og hugna sær eina løtu. Ein mentanarstovnur, ið samstarvar við aðrar stovnar í landinum, verið seg musikskúlar, kvøldskúlar, tónleikafeløg, ungdómshús og onnur mentanarstøð. Har tónleika- og listafeløg hava sína miðstøð og hentleikar til at gera verkætlanir, halda fundar- og skeiðvirksemi og annað tílíkt.

Perlan

Ímynda tær glæsiligu Perluna uttan svarta veggtjaldið og við nýggjum trægólvi, og húsið fekk tað byggilistarliga skapið, sum upprunaliga var ætlanin. Har upplestur, dansur, sjónleikur, tónleikur, listaframsýningar fyllir karmarnar. Ein hentur bygningur hjá borgarum, stovnum og fyritøkum til móttøkur, samkomur og annað mangt.

Tjóðpallurin

Ímynda tær Tjóðpallin úti á Skálatrøð við nútímans parkeringsviðurskiftum, sum ikki spilla býarmyndina. Ein listarligur miðdepil við fjølbroyttum leiksýningum og undirhaldi. Ein virðiligur pallur, ið gevur yrkisleikarum og øðrum listafólki hóskandi hentleikar og karmar at bjóða fólki. Ein stórfingin andlitsmynd hjá býinum og mentanini.

Margarinfabrikkin og Meiðaríið

Ímynda tær eitt endurnýggjað og víðkað ungdómshús, ið bjóðar børnum og ungum av í hugflogi, list og mennandi ítrivi. Hagar børn og ung leita sær avbjóðingar eftir áhuga og hegni. Eitt vakstrarhús, ið gevur okkara ungdómi eitt mennandi felagslív og møguleika at hava ávirkan á virksemið. Har starvsfólkum og brúkarum standa í boði nútímans hølir og hentleikar at virka og mennast í.

Íshúsið

Ímynda tær, um lítla Íshúsið aftan fyri Reinsaríið fekk ta stødd, sum heiðurliga virksemið í húsinum hevur uppiborið. Her hevur Havnar Hornorkestur sínar venjingar, sína goymslu av ljóðførum og sítt nótasavn. Orkestrið, sum í meira enn eina øld hevur verið ímyndin av hátíðarhaldi og fagnaði í høvuðsstaðnum. Lítla Íshúsið er ov lítið. Næsta ár fyllir Havnar Hornorkestur 110 ár. Ein góð sømdargáva frá kommununi fyri langt og ríkt tónleikavirksemi hevði verið at givið Havnar Hornorkestri størri rásarúm.

Tórsgøta

Ímynda tær Tórsgøtu lívgaða upp við flísum og steinum. Gongugøta burturav, har tú kanst uppliva yðjandi lív og list, og har tú í hugnaligum friskjóli við runnum kanst sessast og stytta tær stundir. Tórsgøta, sum við sínari gomlu søgu og bygningum, modernaðum matstovum og gistingarhúsum, dregur føroyingar og ferðafólk til býin.

Rógvi á Rógvu