Íløgur í mentan og list eru íløgur í fjølbroytni og víðskygni
Eg ynski eitt samfelag, har ymiskleikin hevur rúmd
Eg ynski at skapa virðilig kor fyri okkara nógvu dugnaligu listafólk.
Mentan og list eru fremstu umboð okkara úti í heimi og skapa inntøkur til landið – bæði í sjálvum sær og við at fremja føroyskan útflutning, ferðavinnu og skapa vinnu sum heild.
Men mentan og list hevur størri ávirkan enn so, tí mentan og list skapa samleika og amboð at fata okkum sjálv, okkara lív, okkara søgu og samfelag og heimin kring okkum.
Mentan og list eru sostatt alneyðug fyri okkum.
Eg ynski eitt rúmligari samfelag, har mentanin og listin fáa rúm og uppiborna virðing.
Flest øll eru samd um, at at eitt vælvirkandi vinnulív er fortreyt fyri einum vælvirkandi samfelag. Mítt ynski er, at vit gerast tilvitað um, at listin og mentanin eisini eru ein fortreyt fyri einum vælvirkandi samfelag. Vit eru øll brúkarar av list og mentan, og mentan er ein grundarsteinur undir trivnaði í einum samfelag. Eingin ynskir ella kann ímynda sær eitt land uttan tónleik, sjónleik, filmslist, málningalist o.s.fr., tí í einum slíkum samfelag trívast fólk ikki. Og tá fólk ikki trívast, velja tey at flyta. At list og mentan verða viðurkend er tískil ein fortreyt fyri, at Føroyar kunnu vera eitt lokkandi samfelag at búseta seg í.
Katrin Kallsberg
Valevni fyri Tjóðveldi