Mentan

26 October 2011
Skrivað hevur
Marin Katrina Frýdal

Mentan er samleiki okkara, einki lív uttan mentan, mentan er lívið.


Sum maðurin segði, so er tað ikki av praktiskum ávum, at ein býr í Føroyum. Men hví búgva vit so her? Jú, mentanin hevur sín stóra leiklut í hesum vali – siðirnir, huglagið, skemtið, søgurnar, familjumynstrið, ættarbondini, tónleikurin, málið, dansurin, trúðarlívið, listin, kvæðini, sangirnir, maturin v.m.


Hetta er alt saman við til at gera munin, og skapar ein felags samleika. Og hetta ger, at vit velja júst hettar staðið fram um onnur støð. Tí er mentanin ómissandi og hon skal hava góð gróðrarlíkindi. Mentanin er eisini ein av fyritreytunum fyri fólkavøkstri - blómandi lívi og virksemi.


Mentan er ikki bara at hyggja aftureftir. Mentanin livir mitt í millum okkum, og týdningarmikið er at skapa nýggja mentan við kjølfesti í føroyska tjóðarsamleikanum.


Sjónleikur og góðar bókmentir seta mangan lívið í perspektiv, seta spurningar til samfelagið, viðgera fjald evnir og fáa okkum at hugsa, gáa ella at vakna.


Føroyskt tjóðleikhús skal byggjast. Somuleiðis skulu øll okkara dugnaligu listarfólk, tað veri seg rithøvundar, listarmálarar, skald, sangarar, tónleikarar o.o. stuðlast. Tí skal ein framfýsin lista- og mentanarpolitikkur setast í verk.


Fyri framman stendur ein alneyðug íløga at fremja í Føroyum, og hon er at skapa góðar fortreytir fyri, at góð føroysk mentan verður løgd í børnini og tað unga ættarliðið. Tí skal frálæra í føroyskum málburði og medvit um føroyska mentan fáa nógv størri rúmd í pedagog- og læraraskúlanum. Tað eru í stóran mun pedagogar og lærarar, ið hava fingið litið ta stóru uppgávu upp í hendurnar at vera um og skapa nýggj ættarlið av føroyingum; og tað er ein stór og álvarsom uppgáva.


At lýsingarbløðini sum koma í hvørt hús, nú eru á føroyskum, var eitt stig á rættari leið. Næsta stigið eigur at vera, at alt sum verður selt børnum, skal vera á føroyskum máli; tað veri seg forrit til fartelefonir, DVD spøl, sjóvnarpsendingar v.m. Alnótina er ilt at gera nakað við, men kundu vit skapt nakað av føroyskum tilfari, ið ungdómurin tók til sín, var nógv vunnið. Har eru boð eftir okkara góðu listarfólkum og mentanararbeiðarum.
Hesum fari eg at virka fyri.


- set krossin við lista E, -tí
Eg havi royndir úr bygd og bý

Marin Katrina Frýdal
valevni hjá Tjóðveldi