Menning og mentan

15 October 2011
Skrivað hevur
Óluva Klettskarð


Samstundis sum vit berjast við at fáa vinnupolitikkin burðardyggan og vinnuvirksemi annars at loysa seg, so eiga vit at hava mentamál bæði ítøkiligari og sum størri part av frmatíðarætlanum.


Mentanarpolitikkur í gerðum
Tjóðveldi hevur mentanarpolitikk sum hjartamál. Meðan vit sótu í samgongu frá 1998-2002 tvífaldaðu vit mentanarjáttanirnar. Tað gjørdi veruligan mun – við Tjóðpalli, orðabókagerð, nýggjum Mentanargrunni við starvslønum, framtøkum fyri tónleik og yrkislist, bókasavnslóg, ítrótti og ferðastuðli til tiltøk uttanlands o.s.fr.

Men lítið og onki nýskapandi er hent síðan tá. Sum minniluti hevur Tjóðveldi sum einasti flokkur lagt røð av mentanarpolitiskum uppskotum á ting í andstøðu. Uppskotini um at hækka játtanina eitt vet til Tjóðpall, Mentanargrunn og Musikkskúla vunnu frama at enda. Og uppskotini um Týðaragrunn, málstevnunevnd og spælistøð til tónleikarar, vunnu eisini frama – tó onki sæst til hetta í verki.


Búskaparligur rakstrarmáttur
Tað skortar ikki at próvføra fyri, at mentanargeirin er bæði drívmegi og framburður í samfelagnum eins og vinnuligur partur av samfelagnum. Nógvar kanningar vísa á tað, ein teirra er kanning, ES hevur latið gjørt Frigørelse af de kulturelle og kreative industriers potentiale frá apríl 2010. Hon vísir, at mentanar- og kreativi geirin er ein av teimum týdningarmestu búskaparligu rakstrarmáttunum í Europa. Har verður m.a. sagt, at mentanar- og kreativídnaðir hava stórt vakstrarpotentiali og standa fyri 2,6% av BTÚ í ES.

Í komandi tíðum eru nógvar uppgávur at taka til. Vit eru eftirbátur í skúlabókaútgávu, vit hava almennar miðlar, ið ikki senda nøktandi tilfar á føroyskum, og vit gera alt ov lítið við at talgilda. Vit bjóða okkum sjálvum og øðrum ov lítið á mest nýtta miðlinum í dag, alnetinum –vit hava ikki fylgt við gongdini..
Tjóðveldi ynskir eitt kreativt samfelag við mentan og útbúgving sum upp aftur størri og týðandi part av samfelagsmenningini.