• Javnaðarflokkurin bar uppskot niðan í Løgtingið um at mótrokna verður í pensjónini og í fyritíðarpensjónini frá fyrstu krónu..
Hetta gjørdi formaður Javnaðarfloksins 29, juli í ár. Og tað liggur skjalfest á heimasíðu løgtingsins undir tingmáli nr 8.
Men hví ynskti flokkurin hetta?.
Í grundgevingunum frá formanni Javnaðarfloksins verður fleiri ferðir víst á, at alt hetta við pensjónsaldri og mótrokning frá fyrstu krónu er neyðugt orsakað av sparingum, tvs at pensjónsnýskipanina skal síggjast sum eitt spariuppskot.
Men samhaldsfast er tað ikki.
Og hvussu ber tað til, at Javnaðarflokkurin lat hetta spariuppskot ganga út yvir tey gomlu, samstundis sum flokkurin gekk við til at droppa kravið um, at sjómannafrádrátturin varð lækkaður.
Um umboð Javnaðarfloksins ikki vilja vassa longur út, so gera tey tað best við at halda lágan profil í løtuni. At leypa á onnur, tá man sjálvur ikki grynnur og heldur ikki dugir at svimja, er vánaligur taktikkur!
Annita á Fríðriksmørk