Meðan vit bíða

20 February 2012
Skrivað hevur
Óluva Klettskarð

Tað tykist rættiliga løgið, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, ið kom aftur í aftur samráðingarnar, so skjótt fór frá fundarborðinum. Viðmerking hansara var m. a., at námsfrøðingar í Føroyum hava tað nógv betri enn starvsfelagar teirra í Danmark. Og tískil var ikki meir at tosa um –vit hava als ikki ráð til slíkt sum fyrireiking, ið námsfrøðingarnir royndu at próvføra fyri.


Nú hevur landsstýriskvinnan í almannamálum gjørt viðmerking á sosiala miðlinum Facebook, har hon biður partarnar í verkfalstrætuni um at finna saman og loysa málið. Hon metir seg ikki kunna leggja seg út í mál hjá øðrum landsstýrismanni, segði hon fyrr í dag.


Hetta er ein løgin útmelding, tí Annika Olsen stendur sjálv aftan fyri førda politikkin, og sum landsstýrisfólk hevur hon stóra ábyrgd av, at hesin politikkur verður førdur. Tað er í mesta lagi at tekkjast veljarum o.ø. at gera slíka viðmerking. Tí tað er ikki úti í almennu miðlunum at Annika Olsen kann gera nakað við hetta mál, men inni í landsstýrissamgonguni. Um nøkur tyngd er í meiningum hennara, so átti hon at farið til floksformann sín ella flokkin við boðunum, tað er bert har, nakað kann gerast við hetta mál.


Um so er, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum heldur sumt lønt arbeiði vera meira vert enn annað, so átti hann at hugsað um, at fyri at fáa arbeiðsmarknaðin at virka, so skulu vit fyrst syrgja fyri børnunum og teimum veiku, tí annars verður ongin arbeiðsmegi. Og er einasta uppskriftin hjá landsstýrismanninum at samanbera okkum við Danmark, so hevur hann ov lítið upp á hjartað. Tí vit hava ikki danskar tilstandir í Føroyum, og mær vitandi vilja vit ikki hava teir heldur. Talan er ikki um tungar almannaveitingar ella almannahjálp. Vit tosa um at løna fólki fyri hugsjónarligt arbeiði, tilrættalegging, ið bæði munar innihaldsliga og í dygd.


Og nú seinnapartin kom so stundin, at løgmaður meldar út. Øll hava vit bíðað spent at vita, hvat landsins leiðari hevur at siga okkum um støðuna. Men sjálvt ikki hann megnar at ávirka støðuna beinleiðis; tí eisini hann fer í miðlarnar at megla -hann vónar, at partarnir fara at sessast um samráðingarborðið aftur.
Onki bítur longur á fíggjarmálaráðharran - ongin torir, og hann sleppur framhaldandi at seta dagsskránna! Og meðan vit bíða, versnar støðan hjá borgarunum...