Tað, sum hevur verið, tað skal verða, og tað, sum hevur hent, tað skal henda; einki er nýtt undir sólini.” Hesi orðini renna fram fyri meg, táið roynt verður at finna nýbrotið ella politiska kvintessensin í valstríðnum higartil. Politisk tyngd er ongin, hugsjónaðarligi hvørvisteinurin er avmonteraður – rákið gongur meira tann vegin, at alt og øll vilja yvirganga hvønn annan fyri at vera hin snøggasti dandy í flokkinum.
Absurditeturin er gearingin í valinum. Ofta fær man eina kenslu av, at hetta snýr seg um eitt forsetaval. Har ikki bara ein, men heilir tveir forsetar skulu veljast at stjórna einum landi. Tað stendur ein pseudomegalomanisk aura kring valið, tí veruleikin er jú, at hesir báðir sessirnir eru partur av kostnaðinum fyri, at vit hava avreitt frælsi og fullveldi yvir egnari tjóð og egnum landi.
Somikið meira tragikomiskt er tað, at hetta er vorðið tað afturvendandi stóra slagið ímillum politisku oddvitar landsins. Allir formenninir ganga ígjøgnum eld fyri at røkka sessinum, við fáum undantøkum, tá óvanliga stór politisk talentir, sum Jóhan Nielsen og Óli Breckmann hava tikið pallin, er hetta eitt formansrace.
Orðaskiftið, í Kringvarpinum, er næstan líka álítandi, táið tað ræður um at staðfesta hierarkiska ordanin, sum táið 1. mai-paradurnar vóru í Kreml á døgum Stalins. Vesturheimurin slotaði tá eftir, hvussu Reyði Zarurin hevði rokerað finnurnar kring seg sjálvan, tað seinasta árið, og hareftir máttu vestanveldini taka bestikk. Hetta skal eisini eitast at vera kremið í valstríðnum, og tað er sjálvsagdi luturin hjá formonnunum, at velja tærið, alt eftir hvussu teir vilja, at tað skal vignast hjá teimum og flokkum teirra. Tað er ikki hissini leiklutur, at vera hjartatátturin í einum politiskum flokki.
Tveir flokkar koma á pallin í hesi vikuni. Javnaðarflokkurin brýtur frá, og í valstríðnum er Sjúrður settur í formansstólin, og helst fer Aksel bara at sita sum ein brummandi og murrandi einmannað backinggroup, mest fyri at ansa eftir, klárur, at lofta møguligum ideologiskum skammlopum - eftir tað størstu konverteringina í føroyskum politikki í nýggjari tíð. Spennandi verður eisini at síggja, um Jørgen og Jacob koma dringslandi inn í studio við hvør sínari aPhone frá Gunnari ella um Jørgen tekur kappingarneytan Anniku við sær, fyri at bøta um tað ringasta av miseruni.
Hinir flokkarnir hava gjørt sum teir plaga. Tað einasta, sum hevur fingið eygnalokini at lætta sær á hesa vikuna, er, at Kaj Leo hevur tikið føraratroyggjuna uppá, meðan Edmund situr sum ein leinkjaður hundur við hansara lið. Kári á Rógvi styrkti av álvara um sín vong í flokkinum, táið hann sendi Jóannes og Kristionnu í býin og møtið hjá Miðflokkinum hevði riggað betur, var tað tikið upp í eini samkomu, har tann karismatiski stemningurin var meira andborin, villur og elektriskur, enn tað sum Katrin og Høgni kunnu spaða til ein frelstan sosialan felagsskap. Sendingin vísti okkum eisini, at tað framvegis ikki hevur eydnast Karsten at yvirhála Bill, hóast hann hóskar betur inn í religiøsa konseptið hjá flokkinum. Í Tjóðveldinum er formaðurin tað suverena valevnið. Einasta brotingin hesaferð var, at Bjørt nú er flutt fram sum no. 2 og at Annita nú situr á einum býttum triðjaplássi - saman við nýsleikta valevninum Ingolfi av Marknagarði.
Formenninir hava valt, men teir velja ikki fyri okkum, tíbetur er demokratiska skipanin soleiðis háttað, at hesir valdsmiklu menn, tað eru bara menn, bara eiga eina atkvøðu valdagin. Tí kunnu tey sum liggja frá no. 5 og niðureftir á topp 19-listanum framvegis rætta ryggin, og bíða eftir veljarans dómi hósdagin.
Sjálvur var eg við til at skipa Norðuratlantsbólkin fyri 10 árum síðani. Tey næstu árini royndu vit tríggir Kuupik og Lars Emil at finna beinini hjá einum sjálvstøðugum tingbólki á Christiansborg. Grundstøðan gjørdist tríggjar súlur:
Røðarapallurin og nevndarsessirnir, har frælsisstríðið var aðalmálið, ráðstevnur, kanningar og greiningar, ið royndu at kortleggja viðurskifitni ímillum máttmikla hjálandið og koloni´irnar og í triðja lagi tað sama sum allir aðrir fólkatingsmenn hava brúkt nógva tíð til, at hjálpa føroyingum, sum onkursvegna vóru gingnir í onkra umsitingarliga blindgøtu í formalistisku laboryntunum í Keypmannahavn. Av royndum kann eg siga, at tey sum halda hánt um hendan seinasta partin, tey hava ikki skilt hvønn leiklut ein fólkatingsmaður kann spæla, táið hermetiskt afturlatnar hurðar skulu opnast aftur.
Konseptið við Norðuratlantsbólkinum er genialt í mun til møguleikarnar og rásarúmið í høpinum. Fáa vit umboðanina aftur, verður hildið fram á somu slóð. Frælsisstríðið heldur ótarnað fram, hjálpin til tey, sum hava hana fyri neyðina er sjálvsøgd og viðvíkjandi tí triðju súlunu er nógmikið at fara eftir.
Skattaskrúvan er næstan skrædnað í gevindinum, tann dagin tú ikki eigur minst helvtina av egnari inntøku eftir, eftir skatt og ymisk almenn avgøld, tá eru motivatiónsfaktorurin og uppdriftin farin. Hetta er mál, sum skal loysast í Føroyum, og tað skal fíggjast. Eitt annað mál, sum nógv hevur verið at hoyrt til, er, at húsarhaldsvørurnar í Føroyum eru ímillum tær dýrastu í Europa. Ein kanning hevur staðfest, at so er.
Meginparturin av vøruflutninginum til Føroyar gongur umvegis heimføðisaksina, ella heimastýrisslóðina, Danmark – Føroyar. Tí liggur tað til høgrabeinið, at fara undir at dýpa kanningina, sum prógvar, at onkur óboðin gestur situr við døgverðaborðini hjá føroyskum familjum, og tekur fyri sær við hvísl. Norðuratlantsbólkurin eigur umgangandi at fara undir hesa kanning, tí tað sker í eyguni, at hesar óhoyrdu byrðar verða fatlaðar um akslarnar á føroyingum. Hvar eru kinkarnir, hvussu nógvir eru prosent- og provisiónsmakararnir á leiðini frá framleiðara til brúkara? Og hvør er leikluturin hjá hesum nálastríputu donsku handilsreisandi, sum hava riðið Føroyum sum ein marra, síðani peningur kom inn í tað føroyska samfelagið? Og finst ongin bíligari keypsmarknaður uttanfyri ríkiseindina? Ella er hetta bara vanligur býttiskapur, sum er avleiddur av undirbrotligum kulturkolonialum orsøkum?
Hvørja ferð føroyingar siga manga takk, sita fleiri peningagrískir huldumenn við borðið, læðandi, við skriða í labbunum, og siga vælgagnist innantannað.
Gearingin sigur ósatt. Tað verður ikki forsetaval hósdagin. Valið snýr seg um at velja tvey umboð í eitt fremmant nationalt parlament. 2 av 179 umboðum. Dávið ímóti Goliat. Men við orku og snildum ber til at fáa nakað burturúr umboðanini, soleingi føroyingar ikki hava tikið sær frælsi aftur, sum er sett í veð fyri m.a. hesar báðar sessirnar. Gott val.
Tórbjørn Jacobsen