Mál…verji!

27 October 2011
Skrivað hevur
Páll á Reynatúgvu

Málið byggir eitt felags eyðkenni innar í okkum, sum búgva og eru barnvaksin her. Hóast málið er lítið í stóru verð, so er tað egið og okkara móðurmál. Vit hava skyldu til at verja tað, tí annars er vandi fyri at okkara mentan doyr við málinum. Vit eru ymisk á máli, um hvussu nógv vit skulu gera fyri at varðveita tað, og hvussu.

Sjálvur eri rættiliga avgjørdur í støðuni um at vit eiga at hava eina avgjørda og verjandi kós, móti tí ovurhonds ávirkan vit fáa uttanífrá gjøgnum miðlarnar. Ikki minst gjøgnum lýsingarverðina, sum selur seg sjálva við øllum heimsins snildum.

Fyri at verja føroyska málið, gjørdi undirritaði broytingingaruppskot til lógina um marknaðarføring:

§ 7 a. Lýsingar og lýsingatilfar, sum er beinleiðis ætlað brúkarum í Føroyum, skal vera á føroyskum.


Stk. 2. Landsstýrið kann áseta nærri reglur um mál í lýsingum og lýsingatilfari við kunngerð.

Eitt uppskot sum fekk undirtøku í vinnunevndini, og í Løgtinginum.

Eri serstakiliga fegin um a tað eydnaðist at verja føroyska málið móti tí nevndu atsóknini, men havi tørv á tínum stuðli at vera føroyskur málverji á Løgtingi.

Tí hesin dystur fer fram hvønn dag, og krevur góðan verja.

Páll á Reynatúgvu