Men ein óunniliga korrupt makt er í ferð við at finna røttu undirskriftirnar á eitt skjal, sum skal lata ognarrættin til hetta ríkidømi upp í hendurnar á einum úrvalsliði av føroyingum, so at teir og arvingar teirra skulu fáa exklusivan rætt til miljardirnar.
Eitt fáment lið av reiðarum hevur vunnið sær so stóran rætt í politisku skipanini, at nú seyrar út millum samankomingarnar av esjandi rotinskapi.
Eitt felag við bæði føroyskum og útlendskum luttakarum bjóðar okkum hundrað miljónir fyri onkran enn ókendan part av makrelkvotuni. Lat liggja hvussu stór nøgdin var, og lat liggja hvussu kiloprísurin var – tað áhugaverda er, at teir eru so grammir eftir fiskinum, at teir við hesum tilboði, royna at bróta korruptu samgonguna millum úrvalsliði og politikararnar.
Eg leggi einki í um teir verða skýrdir strámenn og útlendingar. Teir kunnu vera sjórænarar fyri tað – tað leggi eg onki í.
Tað áhugaverda er, at hetta avdúkar virði í hesum øgiliga ríkidømi vit eiga í strategiskum virði – matvøru í havinum.
Allir óheftir búskaparfrøðingar í landinum hava í áravís heitt á myndugleikarnar um at finna eina samfelagsliga betri skipan til atgongd til fiskiskapin. Ikki at geva hann burtur til hetta fámenta úrvalsliðið, men onkra aðra meira samfelagsgagnliga skipan.
Tí onkur skipan skal gerast. Onki land kann eiga eitt so dýrmett ríkidømi, uttan at onkur rímilig skipan er til atgongdina. Og vit eru eitt land við framkomnari, demokratiskari skipan eftir norðurlendskum siði – og tá er so líkatil at skipa okkum so búskaparliga skilagott og so demokratiskt, at skipanin bæði verður haldfør og økir vælferðina í landinum.
Búskaparfrøðiliga er onki skil í hesum exklusivu rætindunum til tey, sum frammanundan eru ríkastu borgararnir í landinum. Tað er púrasta fremmandur atburður í okkara slag av framkomnum norðurlendskum demokratiið. Tað verður aldeilis ikki haldført, tí komandi ættarlið fara at gera sítt ítarsta fyri at broyta skipanina.
Oman á tað heila er hetta tað reina og skæra rán.
Føroyski skattaborgarin kundi fingið ein varandi skattalætta upp á einastaðni millum 10 og 20 prosent, um atgongdin til fiskiríkidømið varð seld eftir vanligum marknaðarreglum. Hesin skattalætti kundi verið latin uttan at nakar sum helst skaða ella hóttan um framtíðar skaða.
Her er bara ein skila loysn – seljið atgongdina til alt fiskiríkidømið ella syrgið fyri eini skipan, sum mest líkist vanligari sølu. Ikki bara makrel, men allan fisk.
Gevist við hesum korrupta og korrumperandi spælinum, at geva einum lítlum, og frammanundan ríkum úrvalsliði av føroyingum hesar miljardirnar.
Vit eiga tær øll – livandi og enn óføddir føroyingar.
Hermann Oskarsson