Hetta kann vera ein av mongum negativum avleiðingum av kolonistøðuni, sum framvegis kúgar føroyingin, í hvussu er mentalt, hóast fleiri okkara ikki vita tað, ein cementeraður tilstandur – ein pseudo støða – kann við tíðini gerast normalurin í gerandisdegnum. Veruleikin og pseudoveruleikin gerast tvær parallellar og samanknýttar lívsrásir, slóðir, sum pendlað verður ímillum, - alt eftir hvar garðurin er lægstur.
Føroyski búskapurin hevur verið á katastrofukós síðani ABC-flokkarnir tóku um stýrisvølin í 2004. Hugsjónirnar vórðu tiknar niður og skrínlagdar til frama fyri rátt vald og visjónirnar punkteraðu í eini politiskt kynsleysari embætismannrapport – Visjón 2015.
Úrslitið er eitt kroniskt hall á landsins fíggjarlóg. Støðan er íkomin av hugsjónaliga apatiskum meiningsloysi í 8 ár. Meiningsleysir menn mitt í eini meining. Flokkarnir hava onki annað gjørt hesi árini enn at skáka hvønn annan, alternativt hava teir latið minnilutar blokerað fyri øllum frambrotum.
Íkomna búskaparstøðan krevur eina loysn, og tað kemur neyvan óvart á nakran, at 4 av 7 flokkum, sum standa til at fáa 24 av 33 tingmonnum í nýggjastu veljarakanningini, hava valt ta kynisku loysnina, ránið, fyri at fíggja tølandi vallyftini, ið hava surrað sum flugur í heysi, í almenna rúminum, dastið av hesum mánaðinum. Alt hetta ber til, so leingi fólkið ikki hevur merkt hvussu katastrofal støðan er, og so leingi tað ber til at brúka minkandi kredittvirðið, til at læna okkum burturúr ovurstóra trupulleikanum.
Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Framsókn hava hvør sítt kreativa boð uppá, hvussu eitt peningarán kann fyriskipast, nú kassin hjá veljarunum stendur gapandi tómur, eftir at hesir hava stjórnað landinum í 8 ár.
• A-ránið. Øll eru samd um, at lønarskatturin í Føroyum er alt ov høgur. Hinvegin, so røkkur hann ikki til at fylla gapandi holið, sum er íkomið, meðan Fólkaflokkurin de facto hevur stjórnað Føroyum, ikki bara tey seinastu árini, men heilt síðani 1996. Nú royna teir seg við einum tránaðum triksi, sum hevur verið fleiri ferðir uppi og vent í politisku skipanini áður. Skattainntøkurnar hjá teimum, sum skulu stjórna landinum um 30-40 ár, verða nú fluttar fram til okkara dagar, fyri at fíggja eina nevskattaskipan á 40%. Skattingin av pensjónunum verður flutt frá útgjaldi til inngjald. Føroya mest konservativi flokkur ætlar, ístaðin fyri at reka reformpolitikk, at tøma sparibússurnar hjá óføddum føroyingum, bara fyri at sleppa framat valdinum enn einaferð. Hetta er bluffno. 1.
• B-ránið. Ein føroyskur høvundur segði einaferð um Sambandsflokkin, at hann var: “Den politiske umoral sat i system.” Kaj Leo, løgmaður, ætlar at gera eitt rán í danska ríkiskassanum fyri at fylla gapandi holið, sum hann eigur fleiri aktiur í enn nakar annar. Blokkurin skal tinast afturvirkandi. Hetta er tað mest groteska ránið, tí hetta hevur flutt orðaskiftið um føroyska búskapin út í eina absurda sferu, har vit og skil eru horvin sum døgg fyri sól. Hetta er bluffno. 2.
• C-ránið. Lønarskatturin skal minkast eitt vet við at taka 10% av inntøkuni hjá pensjónistunum og við at taka fæ frá nettoskattainntøkum í øðrum londum enn Føroyum. Ein Lex-Lisbeth, alt so loyniligt so loyniligt, at bara socialdemokratiska losjan sleppur at síggja bulin í hesum vælsignilsinum, sum koma skal. Í tekniskt framskrivaða fíggjarlógaruppskotinum fyri 2012 nevnir Aksel Vilhelmsson ikki eitt orð um Búskapargrunnin. Sambært lóg skuldu tað longu verið á leið hundrað milliónir krónur í Grunninum. Táið hann verður goymdur burtur á henda hátt, tá kann orsøkin bara vera hon, at Javnaðarflokkurin ætlar at broyta lógina eftir valið, at tøma grunnin, fyri at fíggja øll vallyftini, ið valevni floksins hava syft í allar ættir hendan seinasta mánaðin. Hetta er bluffno. 3.
• F-ránið. Framsókn ætlar at ræna Búskapargrunnin, og gjalda fæið út í barnakekkum. Hetta er bluffno. 4.
Valla eigur hetta seinasta valstríðið sín líka í heimssøguni. Ránsmannaliðið ABCF víkir undan veruleikanum, teir sjálvir hava skapt. Ránini omanfyri eru kellingapolitikkur, uttan samanbering, har teir kasta sær av vatninum í sokkarnar hjá sær sjálvum og øllum øðrum. Veitslan er endað. Forbrúksfestin hjá ABC síðani 2004 er liðug. Kenningin er runnin av, og upptak og timburmenn standa nú á menukortinum.
Hesa uppgávuna megna bara fólk og flokkar, sum hava eina strategiska ætlan fyri, hvussu búskaparligu javnvágirnar kunnu fáast í rættlag aftur. Hetta gerst bara við eini munandi ætlan um ein vinnuligan og fiskivinnuligan infrastruktur, sum økir um inntøkurnar og veksur um fólkatalið.
Havi lagt til merkis, at Tjóðveldi ongar ætlanir hevur um at fremja peningarán á alljósum degi. Til tess at fíggja fallittið hjá ABCF. Harafturímóti hevur flokkurin ætlanir á øllum politikkøkjum, sum kunnu fáa samfelagið á rætta kós aftur. Umframt virðiliga aðalmálið, at taka landið úr tí álmussustøðu, sum hjálandastøðan er.
Nú ein sólarringur er eftir av míni politisku yrkisleið, í hesum umfarinum, fari eg at heita á øll um at velja Tjóðveldi ímorgin. Valið stendur ímillum bluff ella veruligan realpolitikk, ímillum ABCF ella E. Hópurin av valevnum eru kring landið, kenni ikki øll líka væl, men ivast tit, so er formaðurin, Høgni Hoydal, altíð eitt alternativ. Vit hava verið í mongum dysti, langt frá altíð samdir, men hann stendur í hvussu er á hugsjónaligari klettagrund, táið tað ræður um politikk floksins og um Republikkina, sum vit einaferð fara at eiga.
Tað ræður um at velja ein strategiskan politikk, ið røkkur fleiri ár fram, og sum lyftir samfelagið upp úr ABCF-armóðini aftur. Responsiva demokratiið hevur spælt fallit. Vanlukkan er at velja hesar, sum hugsa á sama hátt sum kendi ráðharrin í Yes Minister: “It's the peoples' will, I am their leader, I must follow them.”
Vel heldur ein leiðara, sum vil leiða !