Eri so sera samd við Christian Andreasen, táið hann í dag skrivar í lesarabrævið, at “loysing kann ikki fremjast á ótryggum fíggjarligum grundarlagi, soleiðis, at vælferðarsamfelagið kemur í vanda.”
Loysing krevur nemliga, at man ansar eftir, at skuldin ikki veksur,men minkar.
At allar trygdarskipanir eru væl konsolideraðar.
At arbeiði er til flest allar hendur.
At potentiell fiskivinnu- og vinnulívsfólk verða eggjaðifram heldur enn køvd í føðingini.
At vit ikki ræðast nýggjar aktørar.
At pensjónsskipanin er trygg og varandi.
At heilsuverkið er nýmótans.
At vit tora at taka ábyrgd og taka yvir økir. Osfr. osfr.
Ímyndið tykkum, um vit hildu fram við at lata skuldinavaksa, sum hon gjørdi fram til 2015. So hevði IMF skjótt aftur vent eygunihendanvegin. Hjá heimsbankanum eru Føroyar ikki “Too big to fail”. Eisini tí mugu vit politiskt arbeiða hvønndag fyri, at vælferðarsamfelagið ikki kemur í vanda. Og til tess er ein vælkonsolideraður búskapur og sjálvstøðugur og ábyrgdarfullur politikkuravgerandi. Loysing krevur nemliga samhaldsfesti og ábyrgd.
Samanborin við Hebridirnar
“Hví eru tit so langt frammanfyri okkum?” spurdu politikkararnir úr Hebridunum meg í gjárkvøldið. Teir hava verið í Føroyum í eina viku og vitja fleiri støð fyri at fáa íblástur.
Eg royndi at verða so objektiv sum møguligt. Segði, at taðer tí, at vit hava fingið so nógv sjálvræði á flest øllum økjum. Vit havafullveldi á fiskivinnuøkinum, aliøkinum og vinnulívinum sum heild, áferðavinnuøkinum, á skattaøkinum og familjuøkinum. Alt hetta gevur nógv antin nógv arbeiði ellanógvar inntøkur. Virksemi veksur. BTÚ veksur. Trivnaðurin veksur osfr.
Men tað hevur eisini alstóran týdning at fáa føroyingin atstøðast og trívast, at hann hevur nakað at fara upp til hvønn einasta morgun.Og at hann hevur møguleika at hava eitt virkið mentanar- og frítíðarlív. Tí ersamhaldsfesti eisini eitt av lyklaorðunum í einum væl skipaðum samfelag sumokkara. Vit hava trygdarskipanir, sum lofta teimum, sum ikki kunnu ella orka;men aðalmálið er at øll gera sítt til at taka ábyrgd av sær og sínum og gevasítt til samfelagið.
Vit liva eisini i heimsins ríkasta heimsparti. Kappingin hjálondunum er tí stór fyri at varðveíta fólkið á og at fáa fólk at flyta til. Íløtuni sær út til, at vit sum land eru væl við í tí kappingini, men vit eiga atverða sera varin og ikki arbeiða fram eftir fummum. Vit mugu hava ein varnanfíggjarpolitikk og skynsaman búskaparpolitikk, ið bjálvar okkum til framtíðina.
Tað royna vit eisini hvønn einasta dag. Tí “loysingkann ikki fremjast á ótryggum fíggjarligum grundarlagi, soleiðis atvælferðarsamfelagið kemur í vanda.”
Betri kann tað neyvan sigast!
Annita á Fríðriksmørk, valevni.